Ynsktu búskaparvinarligt og inniligt brúdleyp

Nøvn:
Jannet Mikkelsen & David Andreasen

Stutt lýsing um brúðarparið:
Jannet er heimaarbeiðandi. David starvast sum maskinsmiður og ser-montørur hjá Petur Larsen.

Tey hava 3 fitt børn, Eir 10 ár, Owin 3 ár og Unni, sum júst er blivin 1 ár. Tey keyptu hús á Kambsdali í 2014 og har trívast tey væl.

Brúdleypsdagur:
23.11.2016

Gestir til veitsluna:
Uml. 150 fólk

Stað fyri vígsluna:
Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Veitslan bleiv hildin:
Eldrafelagið Nón í Runavík

Fíggjarætlan:
Uml. 40.000 kr.

Myndafólk:
E.P. Petersen Photography

Ja, Jannet hintaði nógv (hon vildi so gjarna hava meg til mann, men eg skilti ikki hví). Men eg eri ikki so romantiskur, so eg visti simpulten ikki, hvussu eg skuldi gera. Men 12-12-12 nærkaðist, so eg mátti bara bukka beinið, og so taka tað, sum tað kom.David

Avgerðin um at giftast

Jannet:
Vit høvdu verið saman í nøkur ár, og eg hevði nokk “hintað” væl og virðiliga til, at eg møguliga ynskti mær ein ring. Vit høvdu tosað um at taka ring uppá og um at velja okkurt festligt dato, so tá ið 12. desembur 2012 nærkaðist hugsaði eg, man tað fara at vera nú? Og jú so bleiv, hann hevði fingið dóttrina við uppí leikin. Hon hevði gjørt eina pappírsbukett og eitt pappírsslør til mín, og hon tók eisini nakrar myndir, tá ið David fór á knæ. Eg var upp á vegin við soninum hjá okkum tá og øgiliga illa fyri, so tað var einki hóvasták. Hann fór á knæ frammanfyri mær í stovuni hjá okkum. Vit flentu, og dótturin fjasaði eitt sindur. Tað var ein fitt løta.

David’sa versión:
Ja, Jannet hintaði nógv (hon vildi so gjarna hava meg til mann, men eg skilti ikki hví). Men eg eri ikki so romantiskur, so eg visti simpulten ikki, hvussu eg skuldi gera. Men 12-12-12 nærkaðist, so eg mátti bara bukka beinið, og so taka tað, sum tað kom. Eir mátti sjálvandi eisini sleppa at vera við, tí hon var so spent og helt eisini, at Jannet hevði uppiborið at fáa ein ring. Hon plagdi at spyrja meg javnan um, nær eg og Jannet fóru at giftast, og sum eg eri, so svaraði eg bara okkurt býtt aftur, og so fingu vit bara eitt flenn burturúr tí.

Brúdleypsdagurin – Jannet greiðir frá

Vit hava haft góða tíð at tosa um, hvussu dagurin hjá okkum skuldi vera, tá hann so einaferð kom. Vit hava altíð vita, hvat fyri dato vit ynsktu at blíva gift, men árstalið vistu vit ikki. So vit avgjørdu satt at siga 1-2 mánaðir, áðrenn vit giftust, at nú skuldi tað vera. Men av tí, at vit hava haft góða tíð at tosa aftur og fram ígjøgnum árini, so vistu við nøkunlunda, hvat og hvussu, og vóru rímiliga einig í, hvussu dagurin skuldi vera. Aftaná tað, var tað bara alt tað praktiska eftir. At spyrja um høli og døgurða og køkur o.s.fr. Men tað var ongantíð nakað stress ella press, tað haldi eg ikki. Vit fingu góða hjálp frá familjuni, sum bakaðu køkur fyri okkum og hjálptu at seta upp og gera klárt og eisini at rudda av, tá síðstu gestirnir fóru avstað.

Tað einasta, sum kom óvart á meg, var, at eg ikki skuldi heim saman við børnunum í endanum av kvøldinum, tí mamma mín hevði bestilt okkum svitu á Hotel Runavík til brúðarnáttina, so tað var ikki nakað keðiligt “yvirraskilsi”.

Vit vóru vígd av borgarstjóranum Sonni á Horni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað avgjørdi David, eftir sum hann er frá Fuglafirði, og eg helt eisini, at tað var eitt gott hugskot.

Vit fóru til Mentanarhúsið kvøldi fyri og settu nakrar stólar upp og nøkur stearinljós. Vit ynsktu bæði, at tað skuldi vera lítið og hugnaligt. Bara okkara nærmastu og vit. Og so bleiv eisini, men kortini so hátíðarligt.

Tað gekk ikki upp fyri mær fyrren aftaná, at eg ikki hevði fortalt nøkrum, at abbi mín fór at leiða meg inn. Tað einasta, eg hugsaði, var, “tú hevur akkurát sitið hjá frisør og blivin smurd í fleiri tímar…IKKI GRÀTA” hahaha..Jannet

Abbi mín leiddi meg fram til David. Tá hurðarnar fóru upp, fóru øll at gráta. Tað gekk ikki upp fyri mær fyrren aftaná, at eg ikki hevði fortalt nøkrum, at abbi mín fór at leiða meg. Tað einasta, eg hugsaði, var, “tú hevur akkurát sitið hjá frisør og blivin smurd í fleiri tímar…IKKI GRÀTA” hahaha.. Men tá eg sá, at David eisini var so rørdur, tá var ringt at halda aftur. Tað var ein stór løta.

Aftaná vígsluna fóru vit vestur Innandals at taka myndir á einari flottari brúgv, sum er har. David fortaldi mær um hana, og eg helt, at tað ljóðaði perfekt, og tað var tað.

Orsøkin til at vit valdu júst hetta slag av brúdleypi, var tann, at vit vóru einig í, at tað ikki skuldi vera nakað “uppblást” og stórt, tí tað var eingin grund at sita í stórari skuld eftir einum degi, sum David segði so væl.Jannet
Vit bjóðaðu foreldrum, systkjum, ommum og abbum til døgurða á Hotel Runavík.
Aftaná døgurðan høvdu vit boðið restina av familjuni, vinum og kenningum til suppu og dessertborð í Eldrafelagnum Nón í Runavík. Har høvdu vit borðreitt í litunum lilla, silvur og hvítt. Dessertborði høvdu vit bílagt frá Vestmanna, Køku-Design v/Ildiko Johanesen. Tey komu til Runavíkar og settu alt upp fyri okkum, tað var perfekt. Brúðarkøkuna høvdu vit bílagt frá Jórun Joensen í Havn.
Tað var hugnaligt, inniligt og romantiskt. Akkurát, sum vit ynkstu okkum. Hvørgan okkara tímdu eitt langt borðhald, tað traditionella við sang og spæl, har ein situr í fleiri tímar. Vit hugsaðu eisini um børnini, og at tað ikki skuldi vera so tungt, strævið og leingi. Okkara yngsta var bara 5 mánaðir, og eg mátti jú eisini kunna sníkja meg vekk fyri at geva henni av og á, uttan at skula missa nakað av “borðhaldinum”.
So vit hugsaðu, at alt mátti eisini vera praktiskt. Tí hildu vit, at Eldrafelagði Nón var tað perfekta staðið. Har kundu børnini og tey ungu fara uppá loftið at seta seg, tá tey vóru troytt av at sita við borðið.

Orsøkin til at vit valdu júst hetta slag av brúdleypi, var tann, at vit vóru einig í, at tað ikki skuldi vera nakað “uppblást” og stórt, tí tað var eingin grund at sita í stórari skuld eftir einum degi, sum David segði so væl. Men tað var eg eisini so rørandi einig í.
So vit valdu at gera tað heila so búskaparvinarligt og praktiskt sum møguligt, men kortini høvdu vit alt, sum vit ynsktu okkum. Einki manglaði. Dagurin var meir, enn vit høvdu ímyndað okkum.

Brúðarferðina hava vit til góðar. Av tí at børnini enn eru so smá, hava vit valt at bíða, men so er eisini møguligt at spara upp til eina lekkra ferð einaferð, og tað gleða vit okkum til.

Eg hevði í øllum førum ikki gjørt nakað øðrvísi. Tá kvøldið var liðugt, sótu vit bæði við einari sera góðari kenslu av, at alt var bara perfekt. Vit vóru so glað og vælnøgd, og høvdu einki havt ímóti at gjørt alt umaftur fleiri ferð.

Klæðini hjá børnunum:
Brúðargentukjólar frá aliexpress og klæðini hjá soninum frá handlinum Hjá Sannu á Saltangará.

Hár og makeup:
Evoke í Klaksvík, Mia V. Staksá pyntaði meg.

Brúðarkjólin:
Bílagdur frá aliexpress

Klædningurin hjá David:
Læntur frá familju

Ringarnir:
Ringarnir bíløgdu vit á alnótini, teir blivu sergjørdir akkurát soleiðis, sum vit høvdu ynskt okkum, og var eisini dýrasti posturin hjá okkum.

Pynt:
Blómur og pynt lántu vit frá Orkis og okkurt frá familju. Brúðarbukettin var frá einari vinkonu, Durita Petersdóttir Alberg, sum er ein sera dugnalig blómubindari.

Góð ráð til komandi brúðarpør

Jannet:
Tosið saman, so tit púrasta eru á somu síðu um, hvussu tit ynskja dagin at síggja út.
Mín “obsession” við at gera listar reddaði okkum, haldi eg. Eg hevði gjørt ein lista yvir allan dagin, av øllum, sum vit skuldu brúka og minnast til – Tað var ein langur listi. Men tað gjørdi, at tað var skil á ØLLUM. Vit fingu alt uppá pláss áðrenn stóra dagin, og tí var einki stríð ella strongd. Vit skuldu mestsum bara møta upp og hava ein hugnaligan dag saman.

Fáið eisini gott fólk, sum tit kunna stóla uppá, at hjálpa tykkum. Tað hevur alt at siga, at ein trygt kann lata nakrar postar í hendurnar á øðrum.

David:
Ger bara, sum konan sigur. 😉

Deil hesa grein