#VitBæðiForAltid – Laila bloggar

Navn:
Laila Mikkelsen

Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Aarhus við sjeikinum Claus og soninum Ádam inntil februar har tey flyta í egin hús í Hedensted. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part her

Sum fortalt, møttist vit á Tinder, har kærleikin fyri fyrstu ferð fann framm á veg til/ í París. Romantiskt -ha? Trúgv mær, tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Og sum pør flest, hava  eisini vit havt okkara útfordringar. Og var hetta eisini innleiðingin til, at hann fór á knæ.

Hetta hendi eftir eina heldur tørføra tíð í forholdinum. Vit gjørdu av at geva alt fyri at vita um nú vit ikki koma forbíð hetta bumpi. Heldig sum eg eri, var aftur nú mín føðingardagur, og hann hevði bjóða mær út eta. Romantiskt sum ongantíð áður vóru vit á matstovuni, har vit fyrstu ferð vóru úti og ótu saman. Alt var perfekt, góður matur og vit bæði blómaðu. Familjan, vinir og starvsfelagir  høvdu frammanundan sagt, at nú fór hann sikkurt fara á knæ. Men seriøst! Vit høvdu ikki verið saman í 1 ár enn og haraftrat akkurat komin yvir hetta bumpi -so nei, neyvan! Men vit høvdu tosað um hjúnarband. Men, tú veit einferð í frammtíðini, so eg roknaði ikki við nøkrum. Og tað hendi tað heldur ikki.

Ístaðin fekk eg eina ferð til Bilbao í føðingardagsgávu. Eitt sindur ørkymla yvir at fáa eina so dýra gávu, men samstundis yvirfegin. Hann hevur føðingardag 3 mdr seinni, hvussu skal eg yvirhøvir hava ráð at geva nøkunlunda gávu aftur? Men nú sleppi eg enduliga til Spania, sum eg eri blivin lova ein túr til síðani eg var smágenta, men aldrin bleiv til nakað. Wuhuuu!

Fyrsta viksuskiftið í Mars fóru vit bæði so ein vikuskiftistúr til Bilbao. Aftur her vóru fólk skjót at siga, at nú fór hann allarhelst á knæ. Ney tú, eg noktaði sjálvandi blankt! -tí tað skal man, ha? Men erligt, so hevði eg hugsa tankan um tað mundi fara at vera, men so kemur tankin inn at: “ah dear altso tú ert innbildsk. Ikki forvanta for nógv. Bara tí at ØLL onnur siga tað, so betíðir tað ikki, at tað fer at vera so. Tað verur nokk heldur um ½ – 2 ár.” So eg royndi hvat eg kundi fyri at koyra tankarnir til viks. Tó ikki lætt, tá hann frammanundan hevði spurt um; um nú hann ætlaði á knæ onkuntíð, hvussu skuldi mín ringur so síggja út, og aðri misteinkiligir spurningar um frammtíð og hjúnarband. So eg var í mínum góðum rætti at hugsa: at kanska, bara kanska hann fer á knæ ella hvat?

Á okkara fyrsta degi í Bilbao finni eg RINGIN -ikki tí at vit leitaðu, men tað var heilt natúrligt fyri okkum at hyggja í smykkuvindeygum. Hendan dagin hyggji eg inn í eitt vindeyga og sigi nakað í den dur “OH MY GAD! Hasin er flottur WAUW!” og tá Claus aldrin hevur hoyrt meg sagt tað um aðrar ringar, beit hann merki í hendan.

Bilbao er ein fantastiksur býur, ikki ein man vanliga ferðast til, men hetta passaði okkum væl. Ikki ov nógvir sjálvfeitir turistar, men ein kulturellur býur, so vit fingu ordiliga smakkin av tí ektaða Spania. Vit ótu og drukku væl, og gingu vit forbí onkran smykkuhandil bleiv tað steðga og hugt og peika. Tó eingin so flottur sum tann fyrsti. Vit blivi einig um at taka mynd av honum, so hann visti nøkulunda hvat hann skuldi hyggja eftir um hann skuldi keypa ein í frammtíðini. Men hvørjaferð vit gingu frammvið, var antin siesta ella stongt fyri dagin. So vit skrivaðu navni á handilinum niður, og vónaðu at tey høvdu eina heimasíðu. Síðsta dagin, ein mánadag, høvdu vit nakað av tíð áðrenn farið var á flogvøllin, og vildu vit shoppa eitt sindur, og eta enn meira. JA, eg tók nokk 3-4 kg uppá handan túrin. SERIØST góður matur. Anyways, tá vit høvdu shoppa blivu vit einig um, at hava ein tíma fyri okkum sjálvi so vit kundu keypa hvørjum øðrum eina lítla gávu, sum eitt minni um henda túrin. So fitt og naiv tuskaði eg avstað, óstaðarkend sum eg eri, vantaði eg aldrin at síggja hann aftur, men tað gekk. Eg fann okkurt smáting ið hann hevði hugt eftir á túrinum. Vælnøgd við keypi, noyddust vit nú at skunda okkum avstað so vit kundi náa at umpakka, ringja eftir taxa osf. Vit ganga tilfeldigt forbíð handilin við ringinum aftur og síggja at tey bara eru hálvlukkaði. Eg skundi mær at siga við Claus, at vit kanska skuldi renna yvir og spyrja um vit ikki kundi taka eina mynd av ringinum -har hann heilt køligur sigur “nei tað gongur nokk, vit hava heimasíðuna so tað nýtist ikki, og tey hava jú lukkað.” Undrandi og forvirra koma tankarnir aftir. Men nei, tað má eg ikki hugsa, “ikki so sjálvglað Laila, vit hava eisini skund so.. jaja.”

Les víðari niðanfyri lýsingina

Aftur komin til hotellið umpakka vit í receptióni, veksla gávur og siga takk fyr ferðina, alt er sum tað skal, deiligt og ljósareytt. Men hann manglar líka tað síðsta og biður meg um at fara á wc at “tisse af” áðrenn taxa kemur. Merkiligt, hatta sigi eg altíð við sonin. Og eg hugsaði við mær  sjálvari, at hann nýtist also ikki snakka við meg sum um eg var eitt barn. Men eg havi lítla bløru, so okey hann hevði nokk rætt eg tuski so avstað. Áveg yvir, vendi eg mær og hyggji eftir honum, og síggji at hann situr og pakkar um, MEN hann sær so mistonkligur út. So luskittur. Aftur koma tankarnir og aftur hugsi eg: “shit tú ert inbildsk!”

Liðug at pissa komi eg út til, at hann stendur á knæð við borði har vit umpakkaðu inni í receptiónini -forvirra yvir hvat hundum hann man gera, spyrji eg býtt hvat hann ger, eg síggji at telefonin stendur filmar, og so gongur tað upp fyri mær. AH GUD! HAN ER FAKTISKT À KNÆ!

Tað stutta av tí langa er, at eg sigi JA, nokk 1000 ferðir! Muss og klemm og alt í senn. Nú sum TRÚLOVAÐI!

Luskittur sum hann er, so hevði hann nátt at keypt ringin fyrr uppá dagin.

Okkara fríggjarí var ikki yviromantiskt, faktisk var tað rættiliga spontant. Vit vóru nokk underdressed og eitt sindur tjúkk, mett og troytt, men eitt ið passar akkurát til okkum. Ikki so hátíðarligt og faktisk so heldig, at heldur onki publikum. Hann hevði tvætla við, at hann kanska fór at gera tað í flúgvarinum ella til eina stóra samling bara fyri at gera meg flova. Men eftir at hava hoyrt mína reaktion um ringin bleiv tað so. Og tá hann so hevði keypt ringin, so kláraði hann ikki at bíða til vit komu heim. So niður á knæ tá eg var liðug at pissa.

Stakkalin hevði verið ígjøgnum allan følilsi registrarin bæði upp til og eftir fríggjaríið, at hann svav nærum allan vegin heim. Ei nakrir serliga romantiskir fyrstu tímar sum trúlovaði, men tó heilt perfekt til okkum.

Deil hesa grein