Vit hagreidd verða

Vit hagreidd verða sum seyður,maður í skorar ber,vit tveitast á fold, og einginspyr hvat vár vilji er.

2019-09-27 17:35 Author image
Brudleyp Føroya 2019-09-27 17:35

Vit hagreidd verða sum seyður,
maður í skorar ber,
vit tveitast á fold, og eingin
spyr hvat vár vilji er.

Sum einstakir seyðir trívast,
men nógvir fara útav,
so gongur lívið á foldum,
mong søkka í óeydnishav.

Teir skerast ímót sínum tykki,
sama er okkara søgn:
Æviga spyrja vit: Hví?
og svarið er ævig tøgn.