Vit giftust ein hósdag

Skrivað: Emma Petersen

Erla Erlingsdóttir Midjord er 23 ár og úr Fuglafirði, ímeðan Bárður Midjord er 24 ár og kemur úr Runavík. Tey møttu hvørjum øðrum í Keypmannahavn á Oyrasundskollegiunum – bæði í lestrarørindum. Erla flutti niður í februar 2015 ímeðan Bárður flutti niður í februar 2013. Tey kendu ikki hvønn annan áðrenn tey fluttu niður, men høvdu tey tó fleiri felags vinfólk. 

Bárður nemur sær kandidatútbúgving innan manskinverkfrøði og Erla nemur sær bachelor útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur – bæði mangla 1 ár av sínum lesnaði.

Erla greiðir frá:

Samrøðan um, nær tann stóri dagurin skuldu verða, var ofta uppi at venda hjá okkum. Vit vóru bæði avkláraði við, at tað skuldi verða vit bæði, men tann brennandi spurningurin var bara nær. Tað kann tykjast torført at fáa tað økonomiska at hanga saman, tá man er lesandi, so ikki at tala um at halda eitt stórt brúdleyp. Tá vit so settu okkum niður at kanna hetta gjøllari, vísti tað seg, at vit kundu fáa tað peningaliga at hanga saman hóast alt, og samstundis fáa okkara dreymabrúdleyp. Eftir hetta var tað ein løtt avgerð hjá okkum, at tað so skuldi verða í summar – 17.08.17 og var okkara fíggjarætlan umleið 100.000 kr. Hesa avgerð eru vit ovurfegin um.

Bárður skurðslaði sær knæið í Berlin hehe. Eg hevði altíð droymt um tað traditionella, har maðurin fer niður á knæð, so eg argaði hann eitt sindu av og á, at hann enn hevði tíð at yvirraska meg. Tó visti eg ikki, hvat eg skuldi vanta, tí vit høvdu í mai mánaða 2017 tikið av avgerðina um, at tann stóru dagurin skuldi verða í august 2017, so tíðin var heldur knøpp. Eftir at vit bæði høvdu fingið summarferiu gekk leiðin til Berlin, har vit høvdu planir um at slappa av áðrenn fyrireikingarnar. Í Berlin gingu vit viðhvørt framvið gullsmiðir, har eg sjálvandi líka mátti hyggja í vindeyguni. Bárður spurdi hvørjaferð inntil hvørjar ringar mær dámdi best, so eg hugsaði sjálvandi mítt, at kanska tað fór at eydnast. Tó hevði eg aldrin vantað at tað fór at verða í Berlin, tí nær skuldi hann keypa ein ring? Ein av teimum síðstu kvøldunum í Berlin fóru vit ein langan gongutúr sum vant. Tá vit komu niðan á eina brúgv steðgaðu vit á fyri at njóta útsýnið eina løtu yvir vatnið. Á veg oman av brúnni leggi eg til merkis at Bárður brádliga gongur aftanfyri meg. Tá eg snari mær á fái eg ikki tíð til at reagera, hvat í veruleikan hendir. Áðrenn eg veit av er hann niðri á knæ frammanfyri mær, so eg má siga, at eg bleiv ordiliga tikin av bóli og eg varð sera málleys, glað og yvirraskað! Har vóru nógvar kenslur upp á fá sekund. Hóast avgerðin longu var tikin, so var hetta als ikki nakað eg hevði forvantað hendi í Berlin. Hetta gjørdi Berlin túrin enn meira ógloymandi, og romantiskan. Hann fortaldi mær eftir hetta, at hann hevði keypt ringin dagin fyri vit fóru avstað til Berlin – og tá fall fimmoyra, hví hann var so seinur úr arbeiði tann dagin – haha.

Les víðari niðanfyri lýsingina
“Hóast tað var hóskvøld, hildu fólk á líka til áleið kl. 03.00, og hetta hildu vit var sera passaligt.”Erla

Veitslan, sum var hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík, var ein av teimum klassisku – borðhaldið byrjaði kl. 18.30 og endaði kl. 23. Har vóru fleiri talur, felagssangir – har harmonikan rungaði – og ikki minst undirhald – alt frá skógvaspæl til høgir hattar, ið framførdu uppi á balkongini. Eftir borðhaldið dansaðu vit brúðarvals, síðan brúðarvísu og kvæði, og hereftir byrjaði dansurin og hol var sett á brúðarkøkuna, sum Køkur v/Jórun Skorheim hevði gjørt, og hereftir køkuborð.

Hóast tað var hóskvøld, hildu fólk á líka til áleið kl. 03.00, og hetta hildu vit var sera passaligt. 

Vit høvdu eisini videograf við til vígslu og veitslu. Hann var dugnaligur til at fáa allar løturnar við, og tað verður óivað stuttligt, at vit framyvir, kunnu síggja aftur á, hvussu dagurin var.

Vit eru sera takksom fyri øll sum vóru við til á ymiskan hátt at gera okkara stóra dag ógloymdandi.

Bæði eru vit samd um, at hesin dagurin ikki kundi verið betri. Ein sera væl eydnaður dagur frá einum enda í annan. Hóast vígslan var ein hósdag, so vóru vit bilsin og sera ovurfegin at síggja so nógv fólk í kirkjuni – hetta gjørdi løtuna enn meiri hátíðarliga.

Frá at vígslan, sum var í Fuglafjarðar kirkju, endaði og til veitslan byrjaði, tóku vit brúðarmyndir. Tað var sera stuttligt, og vit eru ovurfegin fyri, at vit valdu at hava fotografin – Eybii myndir – við allan dagin. Vit vóru so heppin, at fáa alskyns veður. Tað var sera skiftandi, har tað bæði var stilli og vindur, og alt frá regni til turt veður og bláan himmal. Bæði hendan løtan og sjálvar myndirnar eru góð og gullverd minnir, eins sum allur dagurin, heilt fra byrjan til enda. Vit hava longu brúkt nógvar tímar at blaða tær ígjøgnum.

Vit hava bæði altíð ynskt eitt stórt brúðleyp, og hildu vit ikki, at vit skuldu avmarka tað við at bjóða, av tí tá er skjótt at gloyma onkran. Orsøkin vit ikki valdu vælkomst var, tí vit fegin ynsktu at vita hvussu nógv og hvørji komu. Hetta gjørdist orsøkin at vit valdu tilmelding og høvdu umleið 200 fólk meldað seg til. Tað er stuttligt at síggja hvørji hava hug at verða við at hátíðarhalda dagin saman við okkum – av tí at tað altíð vilja vera nøkur, sum ein ikki ímyndaði sær fóru at tilmelda seg, ið yvirraska og øvugt. 

Les víðari niðanfyri lýsingina
“Eg havi altíð havt tann hugburð, at eg sum brúðgómur, átti at verið í føroyskum klæðum. Tað er okkurt serligt við tí.”Bárður

Bárður og Erla greiða frá:

Bárður:

Eg havi altíð havt tann hugburð, at eg sum brúðgómur, átti at verið í føroyskum klæðum. Tað er okkurt serligt við tí. Einasti trupulleikin var, at eg ikki sjálvur eigi búnan enn. So skjótt, vit høvdu avgjørt nær stóri dagurin skuldi verða, fór eg í holt við at kanna møguleikarnar. Eg fekk lænt alt uttan skógvar frá einum systkinabarni, men eftirsum at vit eru bústødd niðri, varð tað eitt sindur trupult at vita um støddirnar passaðu. Skógvarnar hugsaði eg ikki um beinanvegin.

Vegna arbeiði niðri, so kom eg ikki heim til Føroyar fyrr enn 05 August. Fyrsta dagin fekk eg so endiliga roynt klæðini, sum eg hevði fingið fatur á. Tey vóru alt ov stór, og tey kundu jú ikki seymast til, tí eg ikki átti tey sjálvur. So aftur at leita. Ikki fyrr enn eina viku áðrenn sjálvt brúdleypið, funnu vit ein búna, sum ein familjulimur í verfamiljuni átti – hvíti vesturin var við, og tað sat sum stoypt. Eftir hetta kom eg í tankar um, at skógvarnir jú eisini skuldu finnast. Nú vóru góð ráð dýr. Leitingin fór í gongd aftur, og skógvarnar funnu vit úti á Nesi. Eitt sum fær okkum at smílast og halda hetta er eitt stuttligt minni, er tí at sjálvur tók eg hetta sera lætt, ja kanska alt, alt ov lætt spyrt tú onkran í mínari familju. Ongin nevndur, ongin gloymdur – haha.

Tað besta við degnum var, at hoyra Erlu siga ja í kirkjuni! Vit halda eisini bæði, at løtan inn eftir kirkjugólvinum var sera rørandi, og ikki minst tá vit góvu hvørjum øðrum okkara ja!

Erla:

Eg keypti mín brúðarkjóla frá ’Nikolai brudekjoler’. Í Danmark viðmæla tey, at man bíleggur sín brúðarkjóla í sera góðari tíð, tvs. minst 6 mánaðar áðrenn brúðardagin. Hetta gjørdi meg nervøsa, tí eg hevði bert 8 vikur. Eg tók eina góða vinkonu við mær og eftir 2 tímar og eini 10 kjólar, so var kjólin funnin. Eg fekk møguleika at ”keypa hann av akslatrænum”, so eg fekk hann við beinanveg. Eg var sera væl nøgd, tí tað var akkurát kjólin, sum eg altíð hevði ímyndað mær, at eg skuldi giftast í. Sjálvan brúdleypsdagin, hevði Rannveig Gregersen Hansen gjørt mítt hár, Heidi Nolsøe Samuelsen hevði sminkað mær og Janjira L. Gaardbo hevði gjørt mínar negl. Eg var sera væl nøgd við úrslitini og allar tríggjar eru sera dugnaligar, so úrslitið bleiv eisini hareftir ☺ Eisini var eg sera glað fyri mína brúðarbukett, ið Blómuhandilin Flora í Klasvík, eigur æruna av.

Brúðarferðin

Áðrenn brúdleypsavgerðin var tikin, høvdu vit longu bílagt ferð til Berlin. Av tí sama vóru ikki pengar til enn eina ferð eftir brúdleypið. 

Bert tveir dagar eftir vit vóru gift, fleyg maðurin aftur til dk, og visti at eg kom seks dagar seinni. Tað sum hann ikki visti var, at eg hevði frammskundað mína flogferð. Tá hann kom úr arbeiði tann dagin, hevði eg dekkað borð, gjørt døgverða og dessert omaná. Hetta gjørdi, at vit fingu nakrar góðar og avslappandi dagar í Keypmannahavn, áðrenn skúlaresið byrjaði aftur. Tað hevur sera stóran áhuga fyri okkum bæði, at ferðast, so har er eingin ivi í, at tað eru nógvar ferðir fyri framman.

Góð ráð: 

Njótið dagarnar fram til brúdleypið og njótið dagin, tí hann gongur nógv skjótari, enn ein heldur. Sjálvi eru vit eisini sera glað fyri at vit valdu at raðfesta video- og fotograf. ”Øvelse gør mester” Hóast man altíð kann finna okkurt at peika á, so var dagurin einki minni enn fantastiskur. Vit høvdu als ikki vilja broytt nakað. 

Vit eru eisini glað fyri, at vit valdu Eybii myndir. Hann byrjaði at taka myndir tíðliga á morgni, tá eg (Erla) bleiv pyntað, til víglsuna, brúðarmyndir bæði innan- og uttandura, móttøkuni, og til veitsluna. Vit eru sera glað fyri at vit raðfestu góða myndatøku, so vit hava tað til minnis um dagin framyvir, eins og við videografinum

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Elin Karlsdóttir Mouritsen & Benjamin Rajani
  • Gunnhild J. Anthoniussen og Hallur H. Winther
  • Ann Mari Johannessen og Hassadi Midjord
  • Sara Petersen & Eliesar Eið

Deil hesa grein