Vetrarbrúdleypið hjá Tótu og Kristinn

Nøvn:
Tóta Jeffrisdóttir Akursmørk og Kristinn Akursmørk

Stutt um brúðarparið:

Tóta er ættað úr Lamba, ímeðan Kristinn er ættaður úr Klaksvík og eru tey í dag búsitandi í heimbygdini hjá Tótu, Lamba, har Tóta arbeiðir á Miðberg og Kristinn á plattavirkinum á Toftum.

Fíggjarætlan:
uml. 90.000 – 100.000 kr.


Dato:

12/12-15

Gestir:
185-195 fólk

Skrivað: Emma Petersen

Avgerðin um at giftast – Tóta greiðir frá

“Eg havi altíð sagt bæði við meg sjálva og onnur, at eg ikki fór at fáa mær sjeik áðrenn eg varð 18 ár og tískil havi eg ongantíð tímað at havt nakað barnafjas við nakran drong.”Tóta
Vit møttust fyrstu ferð á einari legu í Nesvík í 2009. Eg gjørdist beinaveg púra vekk í honum, men var alt ov smæðin til at fortelja honum tað tá. Fyrstu ferð vit so tosaðu saman aftaná, byrjaðu vit at skriva vit eitt sindur saman aftur og fram og gjørdist hann so eisini forelskaður í mær á einari novemburlegu í Nesvík 1 ár aftaná í 2010.
Eg havi altíð sagt bæði við meg sjálva og onnur, at eg ikki fór at fáa mær sjeik áðrenn eg varð 18 ár og tískil havi eg ongantíð tímað at havt nakað barnafjas við nakran drong. Eg visti, at um eg nakrantíð skuldi hava sjeik, so skuldi tað verða nseriøst og halda í allar ævir. Dagin eftir eg so varð vorðin 18 ár tann 22 Januar, bjóðaði eg so Kristinn út á “double date” saman við einum øðrum vinapari hjá okkum, og 25 Február tóku vit ta avgerð um at gerast par. Tað gekk skjótt, bert 1 mánaði eftir “dateina”, til vit gjørdust par, men allíkavæl føldist tað sum vit høvdu kenst leingi, tí eg mátti bíða so leingi eftir honum.

Meiningin var, at Kristinn skuldi spyrja meg um at giftast við tær, men alt gekk ikki eftir ætlan. Eg hevði funnið ein ring á netinum, sum mær dámdi sera væl og hevði eg tí sagt við hann, at eg ynskti mær hendan ring. Sjálvt um eg hevði funnið mín dreymaring, so bleiv Kristinn við at siga við meg, at hann vildi sleppa at taka avgerðina um, hvønn ring eg skuldi hana, so eg royndi bara at fortelja honum nóg ofta um hendan dreymaring og at hatta var tann eg ynskti mær. Nakað eftir at eg hevði sæð ringin á heimasíðuni, fann eg útav at hann var seldur og eg visti væl av, at tað var ikki Kristinn, sum hevði keypt hann. Eg var nakað so kedd um, at dreymaringurin hjá mær var vekk, men tað sum eg so ikki visti av tá var, at ringurin á ein ella annan hátt aftur var komin til sølu, og at Kristinn tá hevði keypt hann. Um sama mundi hevði eg keypt mær eina nýggja fartelefon úr Danmark og tá hevði Kristinn so ornað fyri, at ringurin skuldi verða goymdur í pakkanum saman við fartelefonini, og hevði hann fingið ein vinmann at orna tað. Fasturin hjá Kristinn skuldi taka pakkan upp við sær, tá hon kom til Føroyar, men visti einki um ringin, bert um fartelefonina. Nú hendur tað keðiliga so, at posin við pakkanum í verður stolin so bæði fartelefonina og ringin sóu vit ongantíð aftur og eg var so kedd, tá eg fann útav tí. Endin varð so, at vit høvdu ongan forlovilsisring, so tað gjørdist einki stórt fríggjarí, men tóku vit bara eina felags avgerð, um at vit vildu vera saman restina av okkara lívið og tískil gifta okkum.

Brúdleypsdagurin – Tóta greiðir frá

“Vit valdu hendan mátan, tí vit vildu ikki hava eina vígslu, sum skuldi verða seriøs, men heldur eina vígslu, sum var avslappandi og ikki minst stuttlig! Eg hevði als ikki klárað, um øll høvdu byrjað at grátið og lippað, tá eg kom gangandi inn, men at fáa fólk at flenna, tað elski eg og tað eydnaðist tíbetur ordiliga væl.”Tóta
Dagurin byrjaði við at eg skuldi møta hjá Salong K í Leirvík kl: 06.00, har Kartin Høgnesen skuldi gera meg og vinkonur mínari, sum skuldu vera brúðargentur, klárar til tann stóra dagin. Diana L. á Skansa gjørdi make-up og var eg sera væl nøgd við bæði, hvussu eg var sminkað og hvussu hárið var gjørt. Eftir hetta skuldi eg í brúðarkjólan hjá mær, sum systur mín eigur og var hann keyptur í Brúðarlín. Eg fór so í brúðarbilin, sum svágur mín koyrdi og skuldi hann koyra meg til vígsluna, sum skuldi verða kl: 11.00. Vit valdu at hava hana so tíðliga fyri at fáa so góðar myndir úti sum gjørligt, av tí at tað verður so skjótt myrkt hasa tíðina.
Eg var longu klár kl. 10.20, so eg burdi havt klárað at verið har til tíðina, men var allíkavæl 20 min ov sein. Fyrst ringdi ein brúðargenta til mín og spurdi um vit kundu dølla okkum eitt sindur, tí hon enn sat hjá frisør og møtti hon tískil eitt sindur yvir 11. Men hví eg var 20 min ov sein, var tí at hundurin hjá systur mínari varð rýmd út og øll í fínasta stási máttu út at renna eftir henni, tí hon var so ring at fáa inn aftur. Ímeðan sat eg so fitt og fín í bilinum og bíðaði.

Vígslan skuldi vera í Christianskirkjuni í Klaksvík og gingu brúðargenturnar inn fyrst, har tær gingu inn til lagið “Thinking out loud” upprunaliga sungið av Ed Sheeran, men í hesum førum varð sungin av 5 vinmonnum hjá okkum. Tá eg so kom gangandi inn, gekk eg inn til lagið “Hooked on a feeling” upprunaliga sungið av Blue Swede, men sum í hesum sama føri eisini varð sungin av teimum 5 vinmonnunum. Tað var so stuttligt at síggja, hvussu øll upplivdu hesa løtuna og hvussu bilsin øll vórðu. Pápi mín sum leiddi meg inn, gjørdist eisini bilsin, tí hann visti heldur ikki av nøkrum. Kristinn stóð har frammi so fittur og bíðaði og var hann í klædningi, sum var keyptur í Skálki. Bergur D. Joensen vígdi okkum og av tí at hann kennir okkum og vit kenna hann, so dugdi hann at gera vígsluna bæði stuttliga og avlsappandi. Eg og Kristinn høvdu tikið ta avgerð um, at vit ikki skuldu mussast í 3 mánaðir áðrenn brúðleypið og hesum visti Bergur próstur av. Hesin fyrsti mussur sum hjún varð tí ein heilt serligur mussur fyri okkum sum hjún, men eisini fyri Bergur, tí hann hevði ongantíð roynt nakað líknandi áður og var hann orduliga spentur, tá vit skuldu geva hendan fyrsta muss sum hjún.

Vit valdu hendan mátan, tí vit vildu ikki hava eina vígslu, sum skuldi verða seriøs, men heldur eina vígslu sum var avslappandi og ikki minst stuttlig! Eg hevði slettis ikki klára, um øll høvdu byrjað at gráti og lippa, tá eg kom gangandi inn, men at fáa fólk at flenna, tað elski eg og tað eydnaðist tíbetur orduliga væl.
Eftir vígsluna tóku vit nakrar myndir í kirkjuni og eisini tóku vit myndir í Árnafirði saman við Andra Gerðisá og Jonnu Gerðisá og vóru vit sera væl nøgd við allar myndirnar.

Veitslan varð hildin í Nesvík, har vit eisini høvdu møtt hvørjum øðrum fyri fyrstu ferð. Eftirsum at hetta var tætt uppundir jól, so var temaði tískil eisini jól og livandi tónleikur var spældur úti í gongini áðrenn farið var til borðs. Vit høvdu veitsluna fyri innbodnum og uml 190 gestir høvdu leitað sær til Nesvíkar, at hátíðarhalda dagin saman við okkum.
Vit vildu gjarna hava eitt brúðleyp, sum kundi verða so bíligt sum møguligt men eisini so hugnaligt sum møguligt, men eg vildi, at pyntið skuldi verða vakurt og stórbært. Vit valdu at hava sjálvtøkuborð við bæði heitum og køldum rættum, har familja og vinir høvdu bjóðað seg til at gera ymiskt til matna og Hjalmar J. Juul stóð fyri kjøtinum ímeðan 3 óførar kvinnur hjálptu til at gera matin kláran. Eftir hetta fingu tey bjóða ein drekkamunn saman við køkum og eisini kom brúðarkøkan á borðið, sum kom frá Miðberg Bakaríi.

Tað besta við degnum var at enduliga vera gift og vóru vit sera spent uppá at liva lívið sum maður og kona. Vit gleddur okkum mest til hjúnarbandi, sum skuldi byggjast og ikki sjálvt brúðleypið, sum allíkavæl var besti dagurin í lívið okkara.

Vit valdu at fara ein road trip við bili ígjøgnum Evropa, har vit bíløgdu okkum eitt luksus kamar niður við Norrønu og svituna áveg til Føroyar upp aftur. Av tí at vit søgdu teimum frá, at vit vóru á brúðarferð, so bjóðaðu tey okkum svituna “ókeypis” ístaðin fyri eitt luksuskamar uppaftur og tað vóru vit sera glað fyri, tí vit fara nokk ongantíð at unna okkum at keypa svituna aftur. Vit ferðaðust ígjøgnum Hirtshals, Hamburg, Amsterdam og París, har vit vóru í Disneyland, sum eg helt vera so stuttligt at uppliva. Vit endaðu so í Offenburg á einari legu, sum eitur Mission-Net, har fleiri føroyingar eisini vóru á. Eftir leguna fóru vit til Danmarkar, har vit slappa av og nýttu teir síðstu dagarnir áðrenn gerandisdagarnir í Føroyum byrjaðu aftur.

Tað sum eg haldi er mest umráðandi er, at njóta dagin! Tit skulu hugsa um tykkum, tí hetta er tykkara dagur og verið glað fyri øll tey, sum hava hjálpt tykkum og ein ella annan hátt. Eisini er umráðandi at ikki gerast alt ov stressaður, tí tað er altíð okkurt sum fer at ganga galið og tað er okey. Vit eru sera væl nøgd við dagin og høvdu gjarna vilja uppliva akkurát hendan sama dag umaftur.

Her kunn tit síggja ein stuttan film, sum Rógvi Langgaard tók á okkara brúðleypsdegi.

Deil hesa grein