Vestmannakvøða

Komu tey ein kaldan heystardagav havinum og nomu hendan stað.Tey funnu trygga havn,og góvu tær títt navn,favnur tín var opin Vestmanna.

2019-09-27 17:33 Author image
Brudleyp Føroya 2019-09-27 17:33

1. Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin Vestmanna.

2. Garðar festu rót í tíni jørð,
knørrar fluttu fólk um fagran fjørð.
Tú hoyrdi børn so kát
og sáran kvinnugrát.
Sorg við látur skifti, Vestmanna.

3. Av Heyganesi komu tey hvønn dag
í brøttum brekkum, seigt er gongulag.
– Tit eru henda bygd,
tit vilja henni trygd:
Verji tíni virði, Vestmanna.

4. Øldir brutu yvir Fjarðasand.
Fossá kveikti ljós í Føroya land.
Tín máltráður um fjøll
bar boð í hvørja Høll:
Nýggjar tíðir yvir Vestmanna.

5. Djúp sum Heljareyga er tín sál,
í takksemi eg drekki tína skál.
Tú kennir tíni børn,
– í lýðku sum í ódn
verð í mínum hjarta, Vestmanna