Hitmen

Stutt um

Bakgrundstónleikurin fánar, ljóskastararnir tendra og fjøldin vendur sær ímóti pallinum. Har standa ’Hitmen’ klárir, at mýkja bæði vøddar og sál, við tí feskasta tónleikinum av hitlistunum, og teimum feitastu hittunum úr diskoáratíggjunum. Eitt nýtt ball er byrjað, og fantastiska dansiorkestrið, ’Hitmen’, syrgir fyri at dintilin verður væl og virðiliga ristur.
’Hitmen’ er eitt tað nýggjasta og mest spennandi dansiorkestrið Føroyar hevur sæð í langa tíð. Dentur er lagdur á, at spæla tónleik, har tú ikki kanst halda tær frá at fara út á dansigólvið. Listin av sangum telur í høvuðsheitum tey bestu og nýggjastu hittini. Men eisini eru lop aftur í 70’árini til sveitutt diskoløg, ið eitthvørt dansiorkestur, við virðing fyri sær sjálvum, má spæla.
’Hitmen’ spæla sangir hjá til dømis: Bruno Mars, Adele, Katy Perry, Rasmus Seebach, Robbie Williams, Abba, Earth,Wind and Fire, Kool and the Gang, Medina, Michael Jackson, Maroon5, Jessie J.

Ynskir tú at fáa nærri at vita um kostna, ert tú vælkomin at ringja ella at senda ein t-post til okkara, har ið tú greiðir nærri frá tínum tiltakið.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon267072 og 213319

Facebook www.facebook.com/HitmenFO

Deil hesa síðu