Dugni (á Kambsdali)

Stutt um

Skulu tit hava brúdleyp, hava vit hugnalig høli til endamálið. Sjálvandi er atkomiligt fyri rørðslutarna!
Møguleiki at leiga matstovuna

Eitt hugnaligt og innbjóðandi høli, við útbúnað til 90 sitandi gestum ( tilber at dekka til 110 gestir)
Atgond til alnótina
Tónleika-anlegg, mikrofonir og el-klaver
Kanón, witeboard og lørit
Atgongd til kaffikøk, v.komfýr, bakarovn og mikroovn, uppvaksimaskinu og servisuútgerð til 100 persónar.
wc.
Prísur: Kr.2.000,-

Um matur skal bíleggjast útifrá, so hava vit samstarv við Restaurant Muntra í Fuglafirði,
– fyri eina góða máltíð fyri rímuligan prís, koyrt á staðið.

Matskrá:
Pr.kuvert.

Høvdasúpan v/flutes 85 kr.
Kjøtsúpan v/flutes 55 kr.
Høgt smurtbreyð. 28 kr. pr. stk.
Grýturætt Búffstrokanoff v.rís og flutes. 100 kr.
Høsnagrýta v.rís og flutes 135 kr.
Svínkjøtgrýta v.rís og flutes 110 kr.
Lambasteik við 2 sløg eplir, sós og alt til 175 kr.
Oksasteik við 2 sløg eplir, sós og alt til 165 kr.
Írokna útkoyring.

Treytir
Gjaldast skal fyri tiltakið í seinasta lagi 4 dagar frammanundan. Verður tiltakið avlýst, verða 95 % av kostnaðinum flutt aftur.
Leigarin stendur fyri klárgerð og uppseting av hølið og leigarin skal lata hølið og útgerð aftur í sama standi. Vanlig gólvvasking er íroknað leiguprísinum. Er talan um grovvasking, ber útleigarin útreiðsluna.

Tað verður ikki givið loyvið at servera sterkan luktandi mat, so sum ræstan fisk og ræst kjøt.

Allir prísir eru við mvg.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon(+298) 35 00 70

Heimasíða www.dugni.fo

Deil hesa síðu