Kötlum

Í hugnaligu hølunum í Miðbýnum gera hárfríðkurnar sítt besta – vit ynskja at vera alternativar – ein hugnalig og øðrvísi salong. Ein grøn salong, har stórur dentur verður lagdur á heilsu og umhvørvi.

Vit hárfríðkur leggja stóran dent á støðuga menning. Tí ganga vit javnan á skeið og messum og fylgja væl við, hvat rørir seg í útheiminum.
Kötlum hárfríðkan er góðkend grøn salong, eitt konsept sum hárfríðkannarstovan áhaldandi verður ment eftir. Tað inniber, at hárfríðkannarstovan tekur serlig atlit til umhvørvi og heilsu. Á hárfríðkannarstovuni verða vistfrøðiligar vørur nýttar í so stóran mun, tað er gjørligt, eins og tær skilja alt burturkast. Fríðkurnar leggja dent á, at vørur og produkt, sum nýtt verða, ikki elva til ovurviðkvæmi ella krabbamein og ikki órógva hormonjavnvágina í kroppinum.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon31 22 99

Heimasíða www.kotlum.com

Facebook www.facebook.com/kotlumhair/

Deil hesa síðu