(Goldið er fyri umrøðu)
Skalt tú giftast í 2020 ella kennur tú nakran, ið skal? Um tú gert so hava vit funnið eitt vakurt høli til tykkum. Tað eitur Silo, liggur á Vestaru Bryggju 15 Tað hevur frálíkar karmar til veitslur og er sera vakurt.
Tað góða við hølinum er, at tað eru fleiri ymiskar mátar man kann uppseta tað uppá. So man kann velja sjálvur sín stíl til hvussu man ynskir tað skal síggja út. Tað er eisini nógv hugnaligari tá man situr til eina veitslu at karmanir eru góðir.
Í Silo er alt nýrenovera og vakurt. Tað er sera hugnaligt at halda sína veitslu her.
Silo liggur í miðstaðar økinum Tórshavn, og hetta kann eisini verða hent fyri mong. Mangan vita brúðarpør ikki hvussu nógv tað er at náa á sjálvum degnum - klárgerð, vígsla, reseptión og brúðarmyndir - alt hetta skal verða liðugt áðrenn veitslan byrjar. Tá er gott at hava eitt veitsluhøli ið liggur væl fyri og hevur góðar karmar. So er meira tíð á sjálvum degnum til at hugsa um tað, sum er umráðandi, nemliga at njóta dagin og hvønn annan.
Silo er eisini undir okkara veitarayvirliti her, har til ber at fáa fleiri upplýsningar.