Um eg kundi kvøðið

Um eg kundi kvøðiðhjartalongsil mín,allar duldar sangir,:,: elskaða, til tín. :,:

2019-09-27 17:26 Author image
Brudleyp Føroya 2019-09-27 17:26

1. Um eg kundi kvøðið
hjartalongsil mín,
allar duldar sangir,
:,: elskaða, til tín. :,:

2. Um eg kundi grátið
eina náttarstund,
meðan blíðir andar
:,: tær veittu sælan blund. :,:

3. Grátið kvirt og leingi, –
vakna ikki, fljóð,
yvir fornar fannir
:,: vil eg gráta slóð. :,:

4. Gráta fram tær blómur,
horvnar undir snjó,
elskaða, tær anga, –
:,: tær nørdu hjartablóð. :,:

5. Um eg kundi teskað:
Vakna, álvan mín,
summarsblómur fríðar
:,: græt eg fram til tín. :,:

6. Tá mær vildi bleika
sorgarbrosið títt –
ljósnandi umsíðir –
:,: lovað summar nýtt. :,: