Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann

Tú, Gud, sum skapti fyrsta mannog leiddi brúður fram til hann

2019-09-27 17:23 Author image
Brudleyp Føroya 2019-09-27 17:23

1. Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann
og leiddi brúður fram til hann
og beyð teim eitt at vera,
í náði hygg á hetta stað,
á hesi bæði, sum í dag
pakt hvørt við annað gera,
so tey
í neyð
sum í gleði
á tí vegi,
tú tey leiðir,
liva tær til prís og heiður!

2. Tey ja-orð góvu hjartansglað,
vælsigna teirra hjúnalag,
Gud, miskunnsami Faðir!
Nú varði tey tín verndarhond,
nú halgi tú tey kærleiksbond,
so dagar gerast glaðir!
Í trúgv
sítt búgv
lat tey byggja,
hjá tær tryggja
dag frá degi!
Signa tey í sorg og gleði!