Trý stig í parlagnum

Navn:
Jógvan Zachariassen

Stutt lýsing um Jógvan:

Jógvan Zachariassen er útbúgvin tónleikari og doktari í gudfrøði. Hann er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, fagottleikari í Føroya Symfoniorkestri og ferðast sum fyrilestrahaldari bæði í Føroyum og uttanlands. Hann er giftur Unn og saman arbeiða tey nógv við undirvísing og ráðgeving fyri pør. Tey eiga trý vaksin børn.

Annað:
Jógvan hevur bloggin www.jogvanz.org/

Nakað av tí stuttligasta at spyrja pør er: “Greið frá, hvussu tit komu saman, og hvussu fyrsta tíðin var! Hvat var tað, sum gjørdi, at tit vórðu drigin hvørt at øðrum? Tað er altíð við einum stórum smíli og glógvandi eygum, tey siga frá hesi serligu tíð – spenningurin og kenslurnar, sum tey kendu, áðrenn tey komu saman, spurningurin, um hann vildi hava meg, ella um hon hevði eyguni á einum øðrum, tíðin, fyrsta djúpa samtalan, fyrsti kossurin og fyrsti kærleikin. Alt hetta eyðkennir eina serliga tíð í parlagnum. Bæði eru forelskaði og hava stórar dreymar um tilveruna saman!

Ofta verður sagt, at parlagið hevur trý stig. Fyrsta stigið er, BRÚÐARFERÐIN. Hetta er tíðin, tá ið alt er so gott og vónríkt. Vit eru forelskaði og síggja tað jaliga, hava góð ynskir og stórar dreymar hvørt fyri øðrum. Men munur er á forelskilsi og kærleika. Kærleiki og forelskilsi kunnu ikki skiljast sundur sum tveir ymiskir lutir í lívinum, men kortini er munur á teimum. Forelskilsið sær bara tað jaliga. Kærleikin tolir at síggja veikleikar. Forelskilsið hevur órealistiskar væntanir. Kærleikin góðtekur veruleikan. Forelskilsið hevur stórar dreymar. Kærleikin ger dreymar til veruleika. Forelskilsið letur kenslurnar stýra viljanum. Kærleikin letur kenslurnar og viljan ganga hond í hond.

Fólk kunnu siga, at tá ið forelskilsið hvørvur, verður alt keðiligt. Men tað verður bert keðiligt, um kærleikin hvørvur saman við forelskilsinum. Lokaldoyvandi forelskilsiskenslan fer við tíðini, men um kærleikin samstundis økist, so verður parlagið sterkari, og forelskilsið verður eisini verandi – bert ikki doyvandi longur.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Men skjótt kemur annað stigið, sum er VÓNBROT. Hetta er tíðin, tá vit fáa eyguni upp fyri, at tann, vit forelskaðu okkum í, ikki var so lýtaleysur, sum vit hildu. Tá ið vit eru nýgift, kunnu vit ikki ímynda okkum, hvussu illa vit klára at slíta okkum frá sjálvsøkni, og hvussu nógv tað fer at krevja av okkum at elska eitt annað menniskja. Vit fara mangan at falla í kærleikanum, og vónbrot, vreiði og særdar kenslur fara at gerast partur av gerandisdegi okkara.

Eingin sleppur undan at verða særdur, og øll læra á sín egna hátt at liva við tí. Hetta kemur til sjóndar, tá ið vit royna at fjala okkum, í staðin fyri at siga okkara hugsan, tá ið vit verja okkum í staðin fyri at vera opin, tá ið vit samtykkja, í staðin fyri at vera ósamd, og tá ið vit leypa á, í staðin fyri at halda aftur. Veruleikin er tann, at vit bert kunnu sleppa gamlari pínu og sorg, um vit gera frið við fortíð okkara. Eru vit enn bundin at gomlum óvanum og sárum í tilveruni, sum koma frá eini truplari fortíð, verða ósemjur í parlagum sera truplar. Tað krevur hart arbeiði, og tað eru ikki nøkur løtt stig til eitt fullkomið lív, tí sum við øllum, ið er livandi, so krevur tað tíð, trivnað og umsorgan.

Men triðja stigið í parlagnum er HALGAN. Her ásanna bæði, at sjálvt um hjúnafelagi okkara ikki er fullkomin, so halgar ein seg til at elska og æra hann/hana alt lívið. Vit góðtaka, at vit eru ymisk. Vit stuðla hvørt øðrum. Vit læra sterku síðurnar hjá hvør øðrum at kenna. Hjálpa hvør øðrum við veiku síðunum. Vit eru viðurkennandi, góðtakandi og vilja fáa greiðu á, hvat er best fyri parlagið.

Halgan krevur dirvi. Tað krevur dirvi at seta orð á tað, sum vit mugu verða loyst frá, og at umfevna tað góða, vakra og frælsa, sum endurreisir okkum. Tá ið vit eru opin um sár okkara, kunnu vit syrgja um tað, sum hevur sært okkum, síggja, hvussu hetta hevur myndað okkum, og hvørjar gávur vit hava fingið gjøgnum hesar royndir. Tá ið vit umfevna søgur okkara, finna vit tilfeingið, sum er samanvovið í lív og pínur okkara, og tá byrjar lív okkara at verða til signing fyri hvør annan og onnur.

Parlagið eigur at vera staðið, har vit finna frið, hvíld og sælu. Tað er her, grýtuta, kalda og turra lendi okkara kann verða broytt til at vera litríkt, livandi og fruktbart. Og tá vit, eftir mong ár, hoyra spurningin, “Kunnu tit greiða frá fyrstu tíð tykkara saman?”, verður tað altíð við einum stórum smíli og glógvandi eygum, vit siga frá, hvussu alt byrjaði.

Deil hesa grein