#TinderMatch – Laila bloggar

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Aarhus við sjeikinum Claus og soninum Ádam inntil februar har tey flyta í egin hús í Hedensted. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Hey tit!

Eg eiti Laila eri 28 ár, frá Klaksvík (vigtig detalja) búsitandi í Aarhus, eigi sonin Ádam 5ár og skal giftast vid Claus í Juni 2018.

Eg bleiv biðin um, at skriva ein blogg í forløbinum upp til brúdleypið hjá okkum, og má eg viðganga, at eg fyrst hugsaði, hvør er so býtt/ur at tíma at hoyra, hvat eg hugsi, havi at siga ella generelt lesa mína meining. MEN, eg plagi ikki at hava tunguna mítt í munninum sjálvt, um onkur ikki tímur at lurta, so hvat tá?

Vit kunnu øll vera einig í, at tað eru nógvir tankar, ið renna ígjøgnum høvdið á einum, tá ið man hevur sagt ja til eitt fríggjarí. Okkara forløb inntil víðari, hevur ikki bert verið ein dansur á rósum, men harafturmóti ein til tíðir buldrasligur dansur – har foreldur, familja, svigerfamilja (svigermor), vinir og kenningar hava øll havt sítt at sagt (men meir um tað til eina aðru ferð) og jamen, soleiðis er tað bara og nýta vit tað í upptaktini.

Eg síggji hetta forløb, sum tá eg var við barn. Øll fortelja um, hvussu deiligt og ljósareytt tad er, og SPECIELT, tá barnid er proppað út, alt er so eviga deiligt. Eingin tosar um forstoppilsi, yvirstór bind í fleiri vikur, og at man av og á hugsar, at nú láni eg teg líka út í nakrar dagar so eg kann sleppa at sova (Ella var tað bara eg?). Men í síðsta enda, tá man er komin yvir verkirnir og hevur vant seg til svøvnleysu næturnar, so er tað tað heila vert. So hví ikki skriva nakrar tankar niður og vóna at onkur kan læra, flenna at, vid, ella bara forvitnast. Kanska onkur dugir at síggja okkara hektiska og til tíðir merkværdiga gerðandisdag við brúðleypsplanlegging sum nakað ið gevur látur frá sær. Um tit so koma at flenna við ella eftir, má vera uppá okkara bekostning. Tey, ið kenna meg, vita, at eg onkuntíð eri eitt sindur for opin, so her kemur tad.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Eg “møtti” komandi manninum dagin eftir eg var blivin 27. Ynkilig sum eg var, tók eg synd í mær sjálvari, sat við einum reyðvínsglasi og allerhelst við einari kenning. Einlig mamma, 27 ár, nýútbúgvin og uttan arbeiði og ongan kærleika í nærheitini. “Eg verið gomul genta, tað er eisini best, so sleppi eg fra f**k boys osv.” So kom ein vinmaðurin to the rescue. “Tú skalt á TINDER!” Mín fyrsti tanki var; “aaaah gud nei! ella kanska… men ok.. bara lúra”. Reyð um alt fjesi, gjørdi eg sum vinnmaðurin segði. Vinstra, vinstra, vinstra. Har var hann! Eitt swipe til høgru og nakrar dagar seinni ein date, sum bleiv til nakrar aftrat og so eina ferð til París har kærleikin fyrstu ferð fann fram, og síðani siti eg her og skrivi erindingar um okkum bædi næstan 2 ár seinni. Eitt hús ríkari, eina familju ríkari, og eitt brúdleyp um 9 mðr. #OhMaGad!Ja tað hevur gingið skjótt fyri seg, men onkuntíd satsar man og knappliga rakar man plett. Mega kliché, ha?
Jup, eg møtti manninum hjá mær á Tinder! #HaldaFyriEyguApuSmiley. At eg tori at skriva hetta… vit fara faktiskt at hava eitt Tinder brúdleyp, og fáa vit børn so verður tað eitt tinder barn/børn. #DearLord! Trúgv mær! Eg havi tonkt tankan, eg kundi eisini bakka út og gjørt sum onnur, finna ein í býnum, samkomuni, ígjøgnum familju, vinfólk ella hvussu fólk nú gera. Tað hevði pynta betri uppá “hvar-møttust-tit-frásagnir” Men hetta er okkara veruleiki. Og hann er sum oftast nokkso fittur hjá mær, hetta Tinder matchi.

Deil hesa grein