#TinderBrúðleyp

Navn: Laila Mikkelsen

Stutt lýsing um Lailu:  Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus. Er búsitandi í Hedensted við manninum Claus og soninum Ádam. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part, 9.part, 10 , 11 part. 

& 12 part her. 

Vit gjørdust hjún fyri ca. 3 vikum síðani. Ringt er, at skriva um hvussu alt hurlivási var upp til sjálvan dagin og hvar skal eg byrja? Meen, eg skal gera mítt at skiva niður um okkara, hóast alt, fantastiska dag.
Onkursvegna kláraði eg koma ígjøgnum vikuna upp til brúðardagin, hvussu veit eg ikki. Tað gekk ikki ein løta, har tað ikki var hugsað um at “áhja, eg burdi” “áh skít!” “áh fræta” “hvat nú um” og eg kundi blivið við. Men dagurin kom, og tá hann kom, so ja, so var tað bara “f**k it!” Tað verður sum tað verður.
Øll góð ráð vóru skrivað aftan fyri oyra, men hvørki eitt ella annað riggaði. Kvøldið áðrenn fóru vit hvør sær. Eg svav í summarhúsinum, ið familjan hjá mær hevði leigað, og Claus svav heima hjá beiggjanum. Meiningin var, at vit skuldi hvíla og hugna saman, hvør sær, við familjuni. Men sjalvandi, vit skuldu líííka okkurt, og so líííka okkurt annað, og áðrenn eg visti av, so var klokkan næstan 24.00 áðrenn eg fór til songar.

Ein gav mær eitt ráð um at njóta tíðina upp eftir kirkju gólvinum, tí knappliga ert tú gift uttan at hava fangað tað. Laila
Náttin gekk verri enn vænta, seingin var sum gólvið, og deildi eg kamar við beiggja mínum. Beiggi mín skuldi eftir svági okkara, ið arbeiddi í Aarhus til langt yvir miðnátt, so uml. kl. lort vakni eg við, at hann kemur heim, og aftaná hetta sovni eg aldrin ordiliga aftur. Tá kl. bleiv 06.30 tímdi eg ikki meir, og fór upp. Fekk mær ein kaffimun og síðani niður á gólvi at rulla, tí knappliga kom panikkur á meg, armboyggingar og búkøvilsi skuldu gerast. “Á guð, eg át pitsa í gjár!” Sjálvt um eg útmerka avbera væl veit, at tað ikki ger munin – og yvirhøvur ikki kvøldið áðrenn tá eg í fleiri mánaðir havi etið kanin fóður, og *host* runnið nakrar túrar.
Ná anyways! Hvussu við Claus? Jú! Hann hevði sovið sum eitt smábarn, og hugna sær við góðum morgunmati, og góðari tíð um morgunin. #Typiskt! Ádam var saman við Claus, so tá klokkan nærkaðist ca. 11.00 byrjaðu teir at lata seg í ..stille og roligt. Onki problem.
Eg? Frisør kl 08.30 inni í Herning fullkomiliga ilt í bukinum, posar undir eygunum, nervøs, og sjálvandi tók tað eitt sindur longri enn tað, ið vit høvdu prøvað okkum fram til, so eg var ikki klár til tí roknaðu tíðina. Men ca. kl 12.15 skundi eg mær til svigermor at lata meg í. Fotografurin var frammanundan komin, og so at taka myndir -av mær, kjólanum, brúðarblómunum, skónum osv osv… stressandi, men hetta hjálpti alvorliga uppá mínar nervar. Eg hevði biðið tvær vinkonur um at koma at hjálpa mær við at gera meg klára, og so skjótt eg sá tær byrjaðu eg at rista av reinum nervum. Gráturin kláraði næstan ikki halda sær. Pína ikki! Tíbetur vóru vit alla tíðina í gongd við fotografinum, at onkurvegna kláraði eg tað, og samstundis hevði svigermor stillað gløs av rosé fram, so kanska eisini tað dulmaði mínar nervar eitt sindur.
Les víðari niðanfyri lýsingina
Upp eftir kirkju gólvinum tók eg ráði eitt sindur for bókstaviligt til mín, eg gloymdi heilt at hyggja eftir Claus.Laila
Ein gav mær eitt ráð um at njóta tíðina upp eftir kirkju gólvinum, tí knappliga ert tú gift uttan at hava fangað tað.
Tá klokkan nærkaðist 13.00 hevði svigerfar gjørt Volvo bilin so fínan, og tískil eisini klárur at koyra meg til kirkjuna. Sum í Føroyum, skuldi eg koma eitt sindur ov seint. Ádam og blómugentirnar bíðaðu so fitt øll eftir mær, og stóð Ádam heilt skarpur at leiða meg upp.
Eg minnist uttanfyri hurðina inn til kirkjuna, at eg bara hugsaði um at ikki svíma, og um klæðini hjá Ádami sótu ordilig.
Upp eftir kirkju gólvinum tók eg ráði eitt sindur for bókstaviligt til mín, eg gloymdi heilt at hyggja eftir Claus. Eg hugdi alla aðra staðni og sást tað eisini á myndinum. Eg gloymdi at smíla vegna nervum, og mínum forvitna sinnið. Tó tá vit nærkaðust altarinum síggi eg, at Claus er rørdur. Onkurvegna ger hetta meg róligan, so býtt sum tað enn ljóðar, tí so visti eg, at eg sá gott út #PrinsesseLaila
Vígslan gekk sum væntað. Prestur segði nøkur orð og vit sungu nakrar sálmar og vit søgdu okkara JA #Nemt. Tó hevði eg trupulleikar við at fáa ringin hjá Claus á fingur hansara, men hann kom á, og mitt í forvirringini fingu vit eisini forvirra okkum sjálvi um hvaðani vit skuldu sita aftaná vit høvdu sagt ja. Men tíbetur var hetta bara við til at lætna um stemmningin.
Svigerforeldrini høvdu bílagt eitt par at syngja fyri okkum í kirkjuni, og var hetta nakað so vakurt. Men aftur her var eg so forvitin og bleiv við at hugsa eg skuldi hava alt við, so av og á hoppaði eg úr njótilsinum av sangunum, og stardi eftir gestirnir ístaðin; hvat vóru tey í, og hvør var har, o.s.fr.. o.s.fr…
So glað og óvitandi vit eru, so fóru vit beinleiðis út úr kirkjuni. Tað var ikki so klókt. 30 hitastig var, og tað kókaði! Men vit vóru lukkulig og heilsaðu uppá gestirnar, og smá práta eitt sindur. Vit sóu eisini bilin, ið var leigaður til okkum, Claus’sa dreyma bilur: Volvo xc40 -um tað sigur nøkrum nakað. #RullaEyguSmiley.
Síðani var brúðarfotgraferingin á skránni, puhaaa! Tað var øgiliga heitt, og nei, eg skal ikki grenja, tí eg eri takknemlig fyri, at tað ikki regnaði. Men OMG! Eitt pose, inn í skuggan, 1-2-3 umaftur. Tíbetur vóru tey so PRO, at alt gekk so væl, og eru vit taknemligast á jørð um hasar myndirnar.
Tá allar myndirnar vóru tiknar var tíð til borðhaldið.
Áðrenn brúdleypið høvdu vit hoyrt frá mongum, at heilt sikkurt okkara brúðleyp fór at vera eitt youtube brúðleyp, av tí at Calus er gamal professionellur sportsdansari, og tískil hevði hann heilt sikkurt lært meg eitt trin ella tvey. Og í okkara forvirring var tað einasta, ið vit komu uppá til eitt yvirraskilsi var, at keypa nakrar fiskar og seta teir á borðið sum borðpynt.
Skal eg skriva um alt ið hendi til borðhaldið verði eg ongantíð liðug. Alt í alt vóru vit so ja-ligani yvirraskaði. So nógvar talur, sangir og innsløg, og ikki minst nógvur kærleiki, ja akkurát at smelta av og at rulla eyguni at. Gestirnir taldu 45 í alt, og bleiv tað til eitt intimt og niðri á jørðini brúðleyp. Vit flentu, grótu og inn ímíllum vóru vit eisini eitt sindur bangin, um hvat tey nú høvdu funnið uppá. Men WAUW vit føldu kærleikan fra eystur, vestur, norður og suður.
Tá borðhaldið var liðugt høvdu vit eitt live band, men orsaka av hitanum vóru ikki so nógv ið dansaðu, men vit elskaðu tað. Helst eg – tí teir sungu KÍ-sangin, og eg dansaði sum eitt býtt við systrunum hjá mær. #PERFEKT.
Klokkan nærkaðist 04.00 áðrenn alt var avruddað, og vit vóru á veg í song.
Og brúðarnáttin? “Dét, havde jeg aldrig troet, at jeg skulle bruge min bryllupsnat på” Claus hjálpti mær at taka allar 51 hárnálirnar úr hárinum hjá mær áðrenn hann “datt av” #Romantiskt
Til allar síðst høvdu vit valt, at eta morgunmat saman við gestunum á hotellinum sum “dagen derpå”, ístaðin fyri eitt brúðarhús. Og soleiðis fingu vit sagt ordiliga tøkk og bei, áðrenn vit rýmdu á brúðarferð.
Eftir hetta var alt tað praktiska og økonomiska eftir, ið slett ikki er stuttligt at skriva um. Vit høvdu ein yvirraskandi góðan dag sum heild, hektiskur fra byrjan til endan, men mitt ímillum var kærleikin ið helt alt saman. #Cheesy
Vit kundu ikki ynskt okkum ein betur dag, og elski eg at hugsa hvussu jaliga yvirraskaður mann kan blíva av sjálvt teimun nærmastu, ið man heldur seg kenna inn og út.
Snipp, snapp, snúti Tinderbrúðleyp úti.

Nakrar privatar myndir av veitsluni niðanfyri.

Deil hesa grein