#svigerMonster? – Laila bloggar

Navn: Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu: 

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík.

Hon er útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University,  Aarhus.

Hon er búsitandi í Aarhus við makanum Claus og soninum Ádam, inntil februar, tá tey flyta í egin hús í Hedensted.

Laila starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part og 3. part her. 

Í síðsta bloggið nevndi eg, at svigermor ikki var heilt nøgd við brúðakjólan. Tískil skal hetta evnið sjálvandi eisini vendast. So her fáa tit mína versión av svigermor og brúðleypinum.

Eg eri ikki uppvoksin við einum baklandi har allir tørvir vóru dekkaðir. Eg havi tveir pápar. Mammu mína havi eg valt frá. Páparnir liva ikki saman, hava aldrin liva saman og fara aldrin at liva saman.Laila

Fyrst og fremst; So eri eg elst av 4 systkum, og uttan at mála fanan á veggin so hevur barndómurin ikki altíð verið ein dansur á rósum. Eg eri ikki uppvoksin við einum baklandi har allir tørvir vóru dekkaðir. Eg havi tveir pápar. Mammu mína havi eg valt frá. Páparnir liva ikki saman, hava aldrin liva saman og fara aldrin at liva saman. Tað er mín familja og mín veruleiki, og havi eg altíð vita hvønn eg skuldi henvenda meg til um tørvur var á einum vísdómspráti.
So kemur mín góði komandi maður. JA… hvar skal eg byrja? Fittasti mín er yngstur, og eftirnølari av 4 sysktum. #DoINeeedToSayMore Hann kemur frá einari familju har man er saman hvørtfall 2. vikuskiftið. -Eg yvirlivið við at síggja míni 2 ferðir um árið. Svigermor ger mat og øll eru so eviga glað, sjabbast og skjóta eitt sindur eftir hvørjum øðrum, viðmerkja og blanda seg uppí hvat, hvør, hvønn, og hvørjum einasta lítla ið er hent hesu seinastu 2 vikurnar tey sóðust síðst. Tó at tey hava tosað í telefon fleiri ferðir um dagin ígjøgnum vikuna. Stutt sagt, ein familja ið koma hvørjum øðrum við, barmfrí og uttan nakað filtur.

Claus ringir til mammuna fyri at spyrja um eitt so lítið sum ( í mínari verð) um mamman heldur um frisørurin hevur tíð til at klippa sær hesa vikuna.Laila

Fyri at lýsa Claus og hansara forhold til mammuna best møguligt, so var hann á ferðiu herfyri. Hann ringdi sjálvandi hvørt kvøld fyri at fortelja um dagin og at siga góðanátt. Heimkomin spyrji eg fyri stuttleika hvussu oftani hann hevði tosað við mammu sína “OH, jú!” heilt alvorligur, “Eisini hvønn dag og onkuntíð fleiri ferðir um dagin.” Mammusa lítli yndlings eftirnølari #nuuuurh Ja! hann er ein mammurumpa, men mamma hansara er eisini hansara besti vinir og hansara sparringspartnari. (pápin er eisini við, men nú er evnið líkasum svigermor og brúdleypi, so hann verur útlukkaður í hesum føri 🙂 ) Líka so ofta sum eg ringji til mínar vinkonur ella til mínar systrar, so ringir hann til mammu sína. #Hjálp! Nakað sum eg alvorligani skal venja meg við. Eg ringj kanska til pápa mín í føroyum fyri at spyrja um ráð um okkurt heilt galið er á vási. Claus ringir til mammuna fyri at spyrja um eitt so lítið sum ( í mínari verð) um mamman heldur um frisørurin hevur tíð til at klippa sær hesa vikuna.

Um eg skal vera heilt erlig, so havi eg eisini oftani gráti inni í einum øðrum rúmi, tí nú er hon aftur farin yvirum onkra grensu; so sum at siga, at kjólin ikki var til mín…Laila

Í síðsta bloggi nevndi eg brúðarkjólan sum svigermor ikki heilt var nøgd við. Og hvussu nógv skal hon hava at siga um hetta? Í okkara brúðleyps forløbi hevur svigermor havt NÒGV at siga. Sum áður sagt er hon hansara sparringpartnari. Og ja, eg eri góð nokk við hann, at mamma hansara sleppur at blanda seg uppí. Tó hevur tankin streifa meg, “skift hann út við ein ið ikki er ein mammurumpa.” Men hví skifta út nú, tá við eru næstan liðug at plánleggja? Ei, skemt til síðis.- Tá alt kemur til alt, so eru tað vit (eg) ið bestemma hvussu okkara brúðleyp kemur at vera. Eg havi ongar planir um at vera ein av teimun, ið siga at svigermor bara skal møta upp, og vera fín og blíð á degnum. MEN hon sleppur tó heldur ikki at stýra showiðinum! Tí um eg gav henni lítla fingur so hevði hon slúgt alla armin.
Sjálvandi er tað eisini ein hárfín grensa, og tá vit bara hava verið saman í 2 ár, er eisini avmarkað hvat eg kann loyvað mær at svara aftur, tá hon hevur gjørt ov nógv av. Eg kann so slett ikki svara aftur, sum eg hevði svara mínum vinkonum aftur; “Halt munn og ger sum eg sigi!”-also grovt sagt. Um eg skal vera heilt erlig, so havi eg eisini oftani gráti inni í einum øðrum rúmi, tí nú er hon aftur farin yvirum onkra grensu; so sum at siga, at kjólin ikki var til mín ella bara at vera totalt ímoti tí hølinum vit hava valt. Ikki er tað nemt. Men tað merkir nakað fyri mín komandi mann at mamma hansara er við, og tað merkir nakað fyri meg at hann er glaður. ERGO hon er við í forløbinum, so má eg finna og duga seta mínar egnu grensur -tí hon verur ikki útilukkað. Haraftrat veit eg eisini at hon meinar alt í góðari meining. Hon hevur bara ikki tað filtri ið eg eri von við frá mínari familju.

Og takk og lov fyri at alt ið hon sigur og ger, er í allarbestu meining, og tá alt kemur til alt, so havi eg verðins bestu svigermor.Laila

Eg elski mína svigarmor og svigerfamilju, og eg elski at tey blanda seg og eru áhugaði í okkum og okkara brúðleypi. Grovt sagt mótsatt mínari famiju, tí her hjálpa tey tá eg biði tey um hjálp, uttan at tey er óáhugaði, tí tað eru tey ikki. Tey kenna bara betur grensuna og so spyrja og kasta tey heldur ikki ráð á høvdi á okkum uppá sama máta, og tað nýti eg! -Færri meiningar at halda seg til.
MEN! eg vildi heldur ikki verið tað fyri uttan, tí hon/tey koma eisini við nógvum gullkornum. Helst tá føroysk og donsk brúðleyp eru tradtionell ólík. Og heilt erligt, hvønn skuldi eg spurt? Mínir tveir pápar ið báðir eru skildir og totalt lost og óáhugaðir í brúðleyps traditiónum? So ja, her er svigermor góð. Og takk og lov fyri at alt ið hon sigur og ger, er í allarbestu meining, og tá alt kemur til alt, so havi eg verðins bestu svigermor.

Deil hesa grein