#SkógvaHjálp

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Aarhus við sjeikinum Claus og soninum Ádam inntil februar har tey flyta í egin hús í Hedensted. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Hey tit! 😀

Eg reypaði fyri tykkum at eg hevði funni KJÓLAN fyri ikki so langari tíð síðani. Og sjálvandi hoyrir hertil alskins annað príði (havi eg funnið útav!) -aaaalt for nógv um tú spyr meg. Sum áður nevnt so eri eg nokk ikki tann mest prinsessuliga kvinnan ið finnst. Men, spyrt tú syskini hjá mær so eri nok Hyacinth ella fínari enn tað í okkara familju. #RullaEyguSmiley

Image

Men anyways, eg eri komin til skógvar sum nú er, og eg havi googla og googla. Eg veit seriøst ikki hvat eg skal hygggja eftir. Altso jú, eg havi bestemma meg til at teir gott kunnu vera eitt sindur dýrir eftirsum at kjólin var so bíligur. So hetta merkir, at eg havi hugt eftir skóm ið eru í High End stílinum #uhlalala! MEEEN so eri eg aftur lost, sum í LOST, altso Atlantis býurin lost! Hvar skal eg byrja, hvat skal eg hyggja eftir? Nú havi eg keypt kjólan, og hann hongur heima hjá okkum. Tískil føli eg eisini at tað er ein útfordring, av tí at eg ikki havi keypt skógvar, slør og heila molovitti saman. Eg kann eisini keypa onkrar “bíligar” skógvar ið eisini kunnu brukast aftur til man skal vera smartur/fínur einaferð? Huff so nógvir tankar!

Altso jú, eg havi bestemma meg til at teir gott kunnu vera eitt sindur dýrir eftirsum at kjólin var so bíligur.

Tankarnir aftanfyri skógvarnir hava sum so ikki verið annað enn, at teir gott kunnu kosta eitt sindur, men so er tað tað! Eg búgvi í Aarhus og hava vit ikki allir hasir fínir High end skógva handlarnir ið tey hava í Keypmannahavn. So kundi gott hugsa mær, at funni einar ið kunnu keypast her í Aarhus. Men hinvegin er tað heldur eingin treyt, tó ein deilig og nemmari loysn enn at skulla tvassa yvir til “æ’ djævle ø” 
Nú eri eg ikki tann ið gongur mest í høgum skóm, men teir kunnu gott vera eitt sindur høgir -bara ikki fooor høgir. Claus er “bert” 10 cm hægri enn eg, og her eru vit bæði kanska eitt sindur forfongilig. Hann skal helst vera hægri. #ShortMenProblems OG so aftrat so síggji eg út sum eg havi gjørt mær i buksirnar tá eg gangi í stilettum.. eitt sindur dámulig skal eg helst vera til brúðardagin. #PrincesseLaila
Hertil havi eg eisini hugsa sarta rosa farvu eftirsum teamaði hjá okkum verur við sart rosa. Hevði tað ikki verið well? Rosa skógvar til kjólan? ella mega ræst? #Klaksvíkingur Og ein allersíðsti tanki er, at tað skal ikki henda for nógv, altso ikki for nógv bling bling. Vit halda tað einkult -haldi eg. Men man skal aldrin sig aldrin.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Tísikil spyrji eg tykkum: hvørjar skógvar høvdu tit til tykkara brúðleyp, og hvørjir vóru tankarnir aftanfyri teir? Vísi gjarna myndir so eg kann fáa eitt sindur av inspiratión ❤

Deil hesa grein