#SayYesToTheDress

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Aarhus við sjeikinum Claus og soninum Ádam inntil februar har tey flyta í egin hús í Hedensted. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part,  og 4. part her.

Hey tit!

Eg eiti Laila eri 28 ár, frá Klaksvík (vigtig detalja) búsitandi í Aarhus, eigi sonin Ádam 5ár og skal giftast vid Claus í Juni 2018.

Eg bleiv biðin um, at skriva ein blogg í forløbinum upp til brúdleypið hjá okkum, og má eg viðganga, at eg fyrst hugsaði, hvør er so býtt/ur at tíma at hoyra, hvat eg hugsi, havi at siga ella generelt lesa mína meining. MEN, eg plagi ikki at hava tunguna mítt í munninum sjálvt, um onkur ikki tímur at lurta, so hvat tá?

Vit kunnu øll vera einig í, at tað eru nógvir tankar, ið renna ígjøgnum høvdið á einum, tá ið man hevur sagt ja til eitt fríggjarí. Okkara forløb inntil víðari, hevur ikki bert verið ein dansur á rósum, men harafturmóti ein til tíðir buldrasligur dansur – har foreldur, familja, svigerfamilja (svigermor), vinir og kenningar hava øll havt sítt at sagt (men meir um tað til eina aðru ferð) og jamen, soleiðis er tað bara og nýta vit tað í upptaktini.

Eg síggji hetta forløb, sum tá eg var við barn. Øll fortelja um, hvussu deiligt og ljósareytt tad er, og SPECIELT, tá barnid er proppað út, alt er so eviga deiligt. Eingin tosar um forstoppilsi, yvirstór bind í fleiri vikur, og at man av og á hugsar, at nú láni eg teg líka út í nakrar dagar so eg kann sleppa at sova (Ella var tað bara eg?). Men í síðsta enda, tá man er komin yvir verkirnir og hevur vant seg til svøvnleysu næturnar, so er tað tað heila vert. So hví ikki skriva nakrar tankar niður og vóna at onkur kan læra, flenna at, vid, ella bara forvitnast. Kanska onkur dugir at síggja okkara hektiska og til tíðir merkværdiga gerðandisdag við brúðleypsplanlegging sum nakað ið gevur látur frá sær. Um tit so koma at flenna við ella eftir, má vera uppá okkara bekostning. Tey, ið kenna meg, vita, at eg onkuntíð eri eitt sindur for opin, so her kemur tad.

Image
5. Partur Say Yes To The Dress

Tá eg var smágenta var dreymur mín, at hava eitt stórt brúðleyp við glimmur og stórum prinsessu kjóla. Ella hvørtfall ein ið kundi svinga, tá eg skuldi dansa við prinsinum. So bleiv eg “vaksin” og ringforlovað, og veruleikin gekk upp fyri mær. Eg havi nokk aldrin verið og eri nokk ikki so prinsessulig alíkavæl. Brúðleypi kostar meira í veruleikanum enn í dreyminun, og ja ..heilt erligt, er tað bara ikki eg. Haraftrat, tá eg prøvaði ein stóran tyll kjóla fyrstu ferð, mundi eg kvalst og dotti afturá so nógv stoff var í honum. So nei, vit droppa handan dreymin og gera ein nýggjan ið samsvarar við veruleikan. Áður havi eg nevnt, at alt hetta brúðleyps stási gav mær prikkar. Og slett ikki tað, tað ger tað enn. MEN! So nú ein dagin á arbeiðsplássinum var tað ein arbeiðsfelagaði ið eisini var blivin ringforlova #WUHUUUU og vit, so býttar vit eru, ringast eftir hvørja aðrari (Ístaðin fyri at vinka so vísa vit ringfingur) Eg havi eisini áður nevnt, at eg vildi ynskt at eg hevði eina vinkonu ið var við mína lið fysiskt, sum eg kundi sparra við. So hesin fitti arbeiðsfelagaði er blivin grovt útnytta til fullnar hesu síðstu vikurnar. Og tað bleiv hon eisini fríggjadagin. 
Vit báar hava nemliga verið til outlet í Aabenraa -um nakar yvast, so er tað í bøh landinum heilt niðri í sønderjyllandi, og tað er líka við tey tosa týkst har! Anywas, hetta var fyrstu fer hon skuldi prøva kjóla, og sjálvt um mítt humør um hetta var eitt sindur so sum so, valdi eg at síggja jaligt uppá tað, og um ikki annað so fekk man ein góðan túr burturúr tí. #WuuupWuuup

– Kenna tit seriuna Say Yes To The Dress? Har brúðurin grætur av gleði og bara følir at hetta er KJÓLIN? – Hetta var næstan kenslan! EG HAVI FUNNI KJÓLAN! og enntá ein Lilly kjóla!
Mín arbeiðsfelagði hevur alla tíð givið útryk fyri, at hennara kjóli SKAL vera ein Lilly kjóli. Eg má indrømma, at eg havi alla tíð havi hildi at Lilly kjólar eru alt for mainstream, og vildi eg hava okkurt eitt sindur ørðvísi. Men ongin hevur fanga meg heilt, tó at eg havi verið í nógvum handlum eftirhondini. Eg eri tó komin nærri tí eg vil hava hvørjaferð, men … Og eftir míni meining, so skal tað eisini samsvara við hvat fyri eitt brúdleyp man kemur at hava. Og tá okkara er eitt lítið brúðleyp við maks 50 fólkum, í einari hugnaligari hyttu við eitt vatn, er tað heldur ikki ein puffkjóli eg skal hava við bling bling. Harafturmóti havi eg forelska meg í blondum og blivin yviraska av, at eg fakstisk kann hava ein kjóla á mær ið er eitt sindur tætt sitandi.
Indrømming: Eg havi verið í 3 øðrum handlum og hugt runt í jýllandi. Hvørja fer havi eg lagt ein kjóla til síðis, og hvørjaferð havi eg umbestemma meg eftir nøkrum døgum #UPS 
So tá eg fann útav at Lilly hevði eitt outlett í sønderjyllandi, var tað at hála hesa nú nýggjastu BFF undir armin og avstað. Sum nevnt, tað ringasta ið kundi henda var, at vit bert fingu ein góðan túr burtúr tí.
Spentar og eitt sindur nervøsar, tí vit vistu ikki hvat var okkum í vantu. Eg hevði ímynda mær eina kollektión við puff ermun og okkurt frá 19. øld. 


So var ikki. Eitt so flott úrval av vøru, og var tað skjótt eg fann mær heili 4 kjólar at royna. Tann fyrsti eg prøvaði var tann eg var mest forelska í, men hann líktist hvørki einum ella øðrum tá hann kom á. So út við honum, og í ein nýggjan. -Kenna tit seriuna Say Yes To The Dress? Har brúðurin grætur av gleði og bara følir at hetta er KJÓLIN? -Hetta var næstan kenslan! EG HAVI FUNNI KJÓLAN! og enntá ein Lilly kjóla! #OMG her kom press á. Eftirsum tað er eitt outlet so skuldi eg bestemma meg her og nú! Og so at ringja til Per og Pól, og sjálvandi! -Eingin tekur telefonina og panikkur kom í meg. Men so kom mín góða svigermamma til the rescue. Eg skundaði mær at senda nakrar myndir til hana og døndøndøndøøøøn… svigermor approves! Ah gud ein lætti og gleði har var. Jé gred mamma mín gred og øll bygdon gred! 


Les víðari niðanfyri lýsingina

Fúli múli, eg dugi ikki at skriva hvat fyri ein lætti og deilig kensla tað er. Fyri tað fyrsta WOW eg haldi hann er flottur, og fyri tað næsta; eg havi freakin góðan kropp og góða reyv í hesum kjólanum. Oh yes, lortur verið við jantelógina! Tað kann vera at eg ikki eri sera prinsessulig til dagligt, men eg verið hvørtfall lekkur og smekkur á degnum tá eg skal giftast. Og hvat eg ikki gleði meg at vísa Claus kjólan. #ihhHappyHappy og tað besta! Hann var á tilboð og kostaði mær bert 2000 DKK #ShockSmiley eg klári slett ikki at fáa armarnir niður! 
Eg vildi ynskt at eg kundi víst tykkum kjólan, men Claus plagar at lesa við. So tit mugu bíða til vit eru gift. Men eitt kann eg so skriva, hann er hvørtfall ikki prinsessuligur sum í einum Disney filmi, men nærri tí eg havi lýst longri uppi.
Mín fitti arbeiðisfelagi fann onki, men fyri hana var tað ein túrur verdur allar pengarnir, har hon kom nærri at hvørjum stíli hon skal ganga eftir. Og fyri meg ja, nýtist eg at forklára hvussu glað eg eri fyri túrin? 
Dreymur mín er umskrivaður, men hesin kjólin passar perfekt til tann nýggja dreymin, og enn betur til mín fyrsta dans við mín komandi prinsi. Sjálvt um eg nokk detti. #PrinsesseLaila

Deil hesa grein