Romantiskur biltúrur gjørdist til eitt ógloymandi fríggjarí

Nøvn:
Rebekka J. Weihe & Kem Weihe

Stutt lýsing um brúðarparið:
Rebekka J. Weihe er úr Kambsdali ímeðan Kem Weihe er bóndasonur úr Lamba. Í dag búgva tey í Horsens, har Kem víðkar timburvitanina innan byggifrøði ímeðan Rebekka nemur sær útbúgvingina sum bachelor í fyrisiting.

Brúdleypsdato:
10.12.2016

Gestir til veitsluna:
140 fólk

Stað fyri vígsluna:
Fuglafjarðar kirkja

Veitslan bleiv hildin:
Skótahúsið við Løkin í Runavík.

Myndafólk:
Andri Gerðisá

Skrivað: Emma Petersen

Sjálvt um tey mangan høvdu verið hesar biltúrarnar, so var júst hesin túrurin nakað heilt serligur fyri tey, tí tá fór Kem á knæ, segði somuleiðis nøkur romantisk orð við Rebekku og spurdi, um Rebekka vildi verða kona hansara.

Rebekka J. Weihe er úr Kambsdali, ímeðan Kem Weihe er bóndasonur úr Lamba. Í dag búgva tey í Horsens, har Kem víðkar timburvitanina innan byggifrøði, ímeðan Rebekka nemur sær útbúgving sum bachelor í fyrisiting. Tá parlagið nærkaðist teimum 4 árunum, høvdu tey tosað eitt sindur um, at tey ætlaðu sær einaferð at giftast. Hetta var bert tos tá, og Rebekka fór so á ferð til USA, har hon búði og starvaðist sum sjálvboðin í 3 mánaðar, ímeðan Kem var eftir í Føroyum og arbeiddi. Heimafturkomin úr USA, kom Kem við einum hugskoti, at tey bæði skuldu fara ein romantiskan biltúr til myllurnar, sum eru í Neshaga. Hetta er ein vanligur biltúrur, tá mann býr har á leiðir og hugsaði Rebekka ikki meir um tað. Tá tey høvdu koyrt út til myllurnar, settu tey bilin frá sær og fóru ein gongutúr, bæði at nýta útsýnið og ikki minst hvønn annan. Sjálvt um tey mangan høvdu verið hesar biltúrarnar, so var júst hesin túrurin nakað heilt serligur fyri tey, tí tá fór Kem á knæ, segði somuleiðis nøkur romantisk orð við Rebekku og spurdi, um Rebekka vildi verða kona hansara. Rebekka lýsir hesa løtu – við einum smíli – sum eina óvæntaða, men sera romantiska løtu, har hon beinanvegin segði ja at ganga saman í hjúnabandi. Eftir at Rebekka hevur lýst teirra romantisku søgu, er hon skjót at leggja afturat eitt festligt fakta um tey og tað er, at Kem nærum er hálvan metur størri enn hon, og tað tískil eru sera nógv fólk, sum leggja tað til merkis og hava hug at hyggja snedugt eftir teimum.

Tann 10. desembur 2016 var dagurin, har tey góvu hvørjum øðrum sítt ja. Vígslan var í Fuglafjarðar Kirkju, ímeðan veitslan gekk fyri seg í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Tey vóru bæði samd um, at ein so stórur dagur skuldi hátíðarhaldast saman við teimum nærmastu, og valdu tey tískil at halda veitsluna fyri innbodnum. 140 fólk vóru savnað saman til veitsluna, og vóru bæði Kem & Rebekka sera glað fyri at síggja so nógv fólk. Rebekka var í einum “mermaid shape” brúðarkjóla, sum var leigaður frá Brúðarlín, og var tað tann fyrsti og einasti kjólin, hon royndi, tí hon var seld beinanvegin og føldi ikki, at hon noyddist at royna nakran annan. Hon fall beinanvegin fyri honum, tí hann var so lekkur og vakur. Hárið hjá Rebekku hevði Kartin Høgnesen úr Salong K gjørt, Noomi Dalbø hevði lagt makeup og neglirnar vórðu gjørdar í Divine, sum heldur til í Runavík. Kem var í føroyska búnanum, har hann hevði hvítan vest og hvítar hosur, og átti hann sjálvur búnan.

Bæði eru samd um, at tey høvdu ynskt, at tey høvdu havt hugsað um at fingið onkran at tikið bæði romantisku vígsluna og festligu veitsluna á video, so tey kundu hugt eftir øllum aftur um nøkur ár.
Til veitsluna høvdu tey valt at hava buffet, tí so kundu fólkini fáa sær fleiri ferðir. Tey høvdu fingið góða hjálp til matin. Muntra hevði gjørt okkurt av tí, familja eitt sindur og arbeiðsfelagarnir høvdu eisini hjálpt til. Eftir buffetina vóru køkur settar á sjálvtøkuborðið, og brúðarkøkan var eisini ímillum tær. Brúðarkøkan var frá Miðberg í Saltangará. Tey høvdu ikki sett sær nakra serliga fíggjarætlan fyri, men bæði vistu, hvat tey ynsktu at brúka fleiri pengar uppá, og hvat tey ynsktu at brúka færri pengar uppá.

Hóast romantiska løtan í kirkjuni var tað besta við degnum, so var veitslan eisini sera góð at minnast aftur á. Bæði eru samd um, at tey høvdu ynskt, at tey høvdu havt hugsað um at fingið onkran at tikið bæði romantisku vígsluna og festligu veitsluna á video, so tey kundu hugt eftir øllum aftur um nøkur ár. Tað er sera stuttligt at síggja alt aftur og minnast aftur á allar talurnar sum hildnar vórðu til veitsluna.

Brúðarferðina hava tey ikki verið á enn, men bæði vóna, at tey skjótt fara á eina ferð. Tey fluttu til Danmarkar beint eftir brúdleypið, og hava tey tikið ta flytingina sum ein part av teirra brúðarferð.

Gullkornið frá teimum er, at komandi brúðarpør skulu byrja at planleggja ymiskt beinanvegin, tá avgerðin er tikin um at giftast, og tey ikki skulu planleggja alt 1 mánað áðrenn sjálvt brúdleypið.

Deil hesa grein