Orkis ger blómur til brúdleyp

Skalt tú giftast í nærmastu framtíð og ert ikki vís í, hvør ger vakrar brúðarbukettir og brúðarpynt? So hava vit svarið! Nemliga Orkis Blómuhandilin!

Til ber – og best er – at bíleggja tíð áðrenn tit ætla at tosa við tey um tykkara ynski, so tit fáa sum mest burturúr. Orkis hevur faklærd og sera dugnalig starvsfólk, sum elska at vegleiða og at koma við hugskotum.

Starvsfólkini hjá Orkis elska at vegleiða og koma við huskotum

Tá tú byrjar at leggja ætlanir, er gott (men ikki krav) at vita hetta, áðrenn tú kemur á gátt hjá Orkis:

  • Tema (t.d. romantiskt, rátt, vetur, vár o.s.fr.)
  • Litur ella litir – Plaga ofta at vera út frá temanum. T.d. um man velur romantiskt, so er sart rosa ofta ein góð loysn.
  • Hvat høli og umleið hvussu nógv fólk koma – Endaliga talið hevur ikki so nógv at siga í byrjanini.
  • Budgett – Hvussu nógv tit ætla at brúka upp á at prýða hølið, upp á brúðarbukettina o.s.fr.
  • Prýði til hvat – T.d. brúðarbukett/brúður, brúðgóm, vígsluhølið, veitsluhølið, bilin, brúðargentur/-dreingir, pápar, beiggjar, ja hvussu langt ein vil fara.

Um tú veitst, júst hvat tað er, tú vilt hava, og møguliga hevur myndir, ið tú kanst forklára útfrá, ert tú vælkomin at taka tær við ella senda tær til Orkis á Facebook. Tey hava eisini Føroya breiðasta úrval av vasum, stakum, uppsatsum o.ø., sum tú kanst leiga.

Hjartaliga til lukku við trúlovingini, vit ynskja tykkum alt tað besta og góðan fyrireikingarhug! 

Brudleyp.fo hevur tosað við Miriam Fróðadóttir við Kvíggjá, sum bleiv gift í summar 16.09.17 og hevði valt Orkis at gera pynti - Sí vøkru myndirnar niðanfyri.
Vit høvdu hoyrt nógv gott um Orkis, og tí hugsaði eg beinanvegin um tey. Og hóast brúdleypið var í Suðuroynni, var tað einki problem. Eg vísti teimum myndir av, hvussu eg vildi hava brúðarbukettina og pyntið, og eg var so sera væl nøgd við úrslitið. Eg vil heilt sikkurt viðmæla Orkis.
Miriam við Kvíggjá

Deil hesa grein