#ØrðvísiBrúðarfyrireiking – Laila bloggar, 6. partur

Stutt um Lailu: 

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík.

Hon er útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University,  Aarhus.

Hon er búsitandi í Aarhus við makanum Claus og soninum Ádam, inntil februar, tá tey flyta í egin hús í Hedensted.

Laila starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part,  4. part og 5. part her.

Hey tit.

Vónandi hava tit haft eini góð jól og komin gott inn í tað nýggja árið.
Vit eru sum onnur flest. Vit hava resa aftur og framm til jólafroskostar, jólaklipp, jólagávu keyp, og sjálvandi tað obligatoriska tvungna heima familju hugnan #KomSkatViSkalBageDetJulForF! Tó hevur alt ikki verið res og stress. Mitt í rokanum hevur tað sjálvandi eisini verið (minimalt) pláss til brúðarfyrireiking. 

Hvar fór tíðin? Áðrenn eg veit av, eri eg gift kona. Og allarhelst gloymt at sent innbjóðingarnar út. 

Tó, ikki so nógv sum eg hevði planir um. Eg hevði hugsa, at vit skuldu gera innbjóðingarkortini, sita og hugna okkum við heima bakaðum smákøkum saman við systi, vinkonu og svigerindinum. MEEEEN snapsnapsnúti so var søgan úti, og jóla mánaðin var liðugur. Hvar fór tíðin? Áðrenn eg veit av, eri eg gift kona. Og allarhelst gloymt at sent innbjóðingarnar út. 

Les víðari niðanfyri lýsingina
Vit hava valt eitt brúðleyp ið er bert fyri tey allar nærmastu. Teimun ið vit vanta at hava nakað við at gera, helst í fleiri ár aftrat, um ikki, til vit vera skraggandi gomul og dement.

Men, sum sagt! Mitt í rokanum var eitt sindur av “fyrireiking” smekka ímillum. Vit vóru ein smutt túr til Keypmannahavnar at keypa jólagavur mitt í Desembur. Har møttust vit við hansara besta vinnmanni og dámu hansara, sum btw er veganari. #SlettIkkiStressTilBrúdleypið Og í síðstu viku vóru vit úti og ótu við einum av hansara góða vinnmanni og svensku dámu hansara, ið ongin av okkum hevði møtt áður. Og vinmaðurin ið  forrestin skal vera orðstýari til brúðleypi, havi eg bert heilsa uppá stutt nakraferðir. Nýttári nýttu vit eisini høvið at koma saman við fólki ið upprunaliga, í fyrsta umgangi, skuldi við til brúðleypi. Laaanng forkláring, tað skulu tey so ikki alíkavæl -uttan nakað ilt. Men gita um vit royndu at umganga brúðarsnakk? #FlovSmiley Men hugnaligt var, og vit hugnaðu okkum í øllum førum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit møtast við fólki ið standa okkum nær fyri fyrstu ferð, sjálvt um vit hava verið 2 ár saman -Løgið? Ja soleiðis er, tá man møtist á Tinder, og kemur fra hvør sínum landi og ongi whatsoever felagsvinfólk hava.Vit eru øll bundin av gerandisdegnum og knapplig so, hov?, ja.. har fór tíðin aftur. #VánaligtIKnow
Eitt sindur ørðvísi brúðleyps “fyrireiking” kann man siga. Men heilt klárt nakað ið vit vigað høgt bæði til brúðleypi, og sum komandi hjún. Vit hava valt eitt brúðleyp ið er bert fyri tey allar nærmastu. Teimun ið vit vanta at hava nakað við at gera, helst í fleiri ár aftrat, um ikki, til vit vera skraggandi gomul og dement. Tískil er tað eisini vigtugt fyri okkum, at vit hava møtt og allarhelst deila eina søgu ella tvær við tey ið koma til okkara brúðleyp. 

Les víðari niðanfyri lýsingina
Vit vera jú hjún, MEN eg eri enn eg, og má sleppa at vera eg. Men eg má eisini loyva honum at vera við, tá eg skal vera eg. Men eg tími heldur ikki hava hann gangandi aftaná reyvuni á mær, og ei heldur tími eg við, tá hann skal fótbóltstúrar og til Póland á jagt.

Tó at vit høvdu vilja havt møguleika at brúkt líka nógva tíð uppá øll, so er hetta sjálvandi ikki ein møguleiki. Bæði vegna gerindasdag og tann vælsignaða danska neyva planleggjingin sum altið skal passast, og plánleggjast fleiri dagar áðrenn man yvirhøvir letur seg í hosur. #BliverAldrigDanskNok Og at vit/eg kanska ikki altíð eri so góð at siga “Kom góði, nú fara VIT BÆÐI út til Per og Pól” 
Herfyri høvdu vit eina diskusión, har Claus kardi sín harm um at føroyingar, hóast blíðskap, eru so innlukkaðir. Her meinti hann, at tað var torført at fylgja við hvønn eg umgangist í Aarhus, tí tað altíð skal vera eitt ball fyri “bert føroyingar.” Og heilt erligt, mitt í forsvarinum um føroyingar osv, mátti eg geva honum rætt. Hann er jú ikki føroyingur, og býtt sum eg eri, ella so føroysk sum eg eri -hóast alt, havi eg ongantíð hugsa tankan. Og sjálvt um hetta hava verið ballir ið ikki hevur involvera nakran brúðleypsgest sum vertur, so ger hetta eisini munin.
So nú hava vit sett okkum sum mál, at koma at kenna hvønn annan betur. Vit fara at royna at vera saman til hesi felags tingini. -Tó sleppur hann ikki við tá eg skal ein túr út við vinkonum og osv, forstandi meg rætt; Vit vera jú hjún, MEN eg eri enn eg, og má sleppa at vera eg. Men eg má eisini loyva honum at vera við tá eg skal vera eg. Men eg tími heldur ikki hava hann gangandi aftaná reyvuni á mær, og ei heldur tími eg við tá hann skal fótbólts túrar, og til Póland á jagt. Gevur tað meining?

So sjálvt um vit eru væl áveg at hava møtt øllum ið skullu við til brúðleypi, so hevur tað eisini týdning fyri okkum sum komandi hjún, at møta teimun ið eisini gera eina ávirkan á okkara privata lív. Lívið sum Laila, lívið sum Claus, og ikki minst lívið sum Laila & Claus saman. Men inntil víðari er fokus á at møta teimun ið skullu við til brúðleypi. Og so buuuurdi eg eisini fokusera á hasara innbjóðingar. Alt til sína tíð! #HaviEgGloymtNakran?

Sum sagt ein heldur ørðvísi brúðleypsfyrireiking, men eftir mínari/okkara meining er hetta nakað ið bæði kan geva okkum nakað jaligt til brúðardagin. Tí helt erligt so tími eg ikki at sita til mítt egna brúðleyp, og siga takk fyri gávu og takk fyri at tú komst, meeeeen eeehh hvør ert tú? #Akward! Og í síðsta enda vóna vit, at hetta eisini kann geva okkum nakað jaligt sum hjún í frammtíðini. 

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Arndis Samuelsen & Eyðfinn Fjallsbak
  • Rósa G. Jacobsen & Jafet S. Rasmussen
  • Eva Poulsen & Jóhannus Kallsgarð Joensen
  • Angelina Jonhardsdóttir Poulsen & Bergur Gudmundsen

Deil hesa grein