Møtti sínum einasta eina í New Zealandi

Skrivað: Emma Petersen

Navn & aldur:
Jóhanna Troest Hansen er 23 ár og upprunaliga úr Føroyum ímeðan Tamrat (Tame) Hailezgey Hindeya somuleiðis er 23 ár og upprunaliga úr Etiopia. Ídag eru bæði búsitandi í Christchurch í New Zealandi. Jóhanna er júst liðug at lesa sálarfrøði og spanskt á bachelor stigi ímeðan Tame eisini júst er nýútbúgvin byggifrøðingur.

Tað tók Tame nakrar góðar vikur, áðrenn hann enduliga fekk samla sær mót at byrja eina samtalu!Jóhanna

Jóhanna greiðir frá:
Eg fór til New Zealand í 2011 sum skiftisnæmingur. Tame flutti til New Zealand sama ár saman við familjuni. Vit komu at ganga í sama ’highschool’, men vit høvdu eingi felagsfak ella felagsvinir á skúlanum, men møttust ímillum tímarnar í ’the hallway’, har vit fingu eyga á hvønn annan. Vit møttust hvønn dag og eg minnist, hvussu spent eg altíð var at síggja hann og hann sigur at hann minnist tað sama. Vit søgdu ongantíð nakað við hvønn annan, men bara góvu hvørjum øðrum eitt smíl hvørja ferð vit hittust. Vit vórðu drigin at hvørjum øðrum frá byrjan av.
Tað tók Tame nakrar góðar vikur, áðrenn hann enduliga fekk samla sær mót at byrja eina samtalu! Eg hevði bíða leingi eftir tí, men hann var tá ikki so dugnaligur í eingilskum, sum sikkurt var orsøkin til, at tað tók honum so leingi at samla sær mót. Tá hann enduliga byrjaði at tosa við meg tosaðu vit bara meira og meira saman og byrjaðu vit eisini at brúka meira tíð saman. Tað kendist rætt frá byrjan av og tað vóru vit eisini sera samd um.
Eftir nakrar mánaðar var eg noydd til at fara heimaftur til Føroyar, av tí at mítt AFS ár var liðugt. Tað var so hart at siga ’bei’ við hvønn annan, av tí at vit bæði vóru ósikkur um, hvat fór at henda, nú tá eg skuldi flyta heimaftur. Men eitt vóru vit sikkur í og tað var, at vit skuldu halda saman óansæð hvat og vit gjørdu og hildu síðani tað avtaluna og hava vit verið saman í 6 ár.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Eg leiddi hana undir eitt stórt træ, har vit sótu eina løtu saman og prátaðu um ymiskt. Í sera romantiskum umstøðum í skýmingini legði eg meg so niður á knæ og spurdi Jóhonnu, um hon vildi fylgjast við mær restina av lívinum. Eg var ikki nervøsur at spyrja hana, tí eg kendi longu svarið.Tame

Vit høvdu eitt ’long distance relationship’ í 3 ár, ímeðan eg gjørdi student liðugt. Vit møttust hóast alt einaferð hvørt ár. Eftir lokna studentarútbúgving var eingin ivi um, at eg skuldi fara niður aftur til New Zealand. Eg gjørdi tað avgerð at fara á universitet her í Christchurch soleiðis, at vit kundu vera tættari saman og samstundis nema mær eina útbúgving. Nú eru vit so bæði liðug við lesnaðan, so nú er planurin at koma heim til Føroyar at vera í eina tíð.

Tame greiðir frá fríggjarínum:
Fyrst bjóðaði eg Jóhonnu út at eta á einari fínari matstovu og síðani gekk leiðin út í ein sera kendan og stóran hava við vøkrum blómum og stórum havum her í Christchurch. Eg leiddi hana undir eitt stórt træ, har vit sótu eina løtu saman og prátaðu um ymiskt. Í sera romantiskum umstøðum í skýmingini legði eg meg so niður á knæ og spurdi Jóhonnu, um hon vildi fylgjast við mær restina av lívinum. Eg var ikki nervøsur at spyrja hana, tí eg kendi longu svarið. Eg var meira nervøsur fyri, hvussu eg skuldi bera meg at. Eg vildi gjarna yvirraska hana, tí eg vildi ikki, at hon skuldi forvanta tað. Tíbetur eydnaðist tað, tí at hon bleiv púra ’blown away’. Eg visti longu, at hon var ”the one” fyri meg, tá eg fyrstu ferð sá hana og hennara stóra, vakra smíl. Eg gjørdist tá beinaveg forelskaður í henni.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Vit koma bæði frá tveimum ymiskum mentanum/londum og tað er sera umráðandi fyri okkum bæði, at øll familjan er ein partur av okkara stóra degi.Jóhanna

Jóhanna greiðir frá:
Vit høvdu frammandundan tosað saman um, at vit ynsktu at vera saman gjøgnum alt lívið og eisini varð tosað um hjúnarlag. Hóast hetta prátið, so varð eg sera skelkað, tá Tame legði seg á knæ! Hann vísti mær ein so flottan ring og tað var so romantiskt og kendist tað, sum um tað bara vóru vit bæði í allari verðini!

Vit avgjørdu at bíða við at giftast inntil vit bæði vóru útbúgvin og so at taka tað harfrá. Vit koma bæði frá tveimum ymiskum mentanum/londum og tað er sera umráðandi fyri okkum bæði, at øll familjan er ein partur av okkara stóra degi. Vit hava tískil tosað um at hava 1 brúdleyp í Etiopia og 1 í Føroyum, men vit fáa at síggja hvussu verður.

Myndirnar eru tiknar av R. W. H. S. Photography

Deil hesa grein

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Súsanna Ottosen & Magnus R. í Króki
  • Lovisa Østerø & Robert Sivertsen
  • Vivian Vatnsdal Skorá & Josva Meitilberg
  • Monika Zachariasen & Eyðun Egilstrøð