Marjun & Gestur

Skrivað: Emma Petersen

Marjun Nord á Líðini er 26 ár og ættað úr Rituvík. Hon er útlærd krambakvinna, men starvast til dagligt á lagrinum hjá Univice í Runavík.
Gestur á Líðini er 27 ár og ættaður av Glyvrum. Hann er útlærdur lastbilamekanikari og starvast til dagligt hjá Kjartan Simonsen í Klaksvík. í dag búgva tey bæði í Rituvík. 

Marjun greiðir frá:

Gestur bað meg fara út, tí vit skuldu hugna okkum og eta døgurða. Av tí, at vit ikki fingu hildið valentine’s dag 14 Februar, tí Gestur var í Danmark tá, so hildu vit hann 14. Mars. Hann hevði gjørt døgurða allan dag og var tað ein trý rættað matskrá. Tá vit so komu til dessertina, fór hann út eftir onkrum og kom inn aftur við einum blómutyssi, sum hevði reyðar, bláar, og hvítar blómur. Alt var gjøgnum hugsað! Talið av blómum, slagið og litirnir – Tað vóru 10 blómur, sum merkir “vilt tú giftast við mær”, so vóru bláar blómur, sum merkja “ trúskapur” reyðar blómur sum merkja “kærleiki og gleði” og hvítar blómur, sum merkja “rein og jomfrúligheit”. Allir teir litirnir saman í einum blómutyssi siga = fríggjaríð. Hann fór so á knæ, og vísti mær blómutyssið uttan at siga nakað, og tá visti eg alt fyri eitt, hvat klokkan hevði sligið. Tað var sum í reklamunum “sig det med blomster”, so hann fekk eitt stórt grátandi ja frá mær.

Áðrenn tann stóra dagin:

Tann 10-06-2017 var so tann stóri dagurin. Vit høvu bestemmað okkum tvey ár frammanundan, hvussu vit vildu hava brúdleypið og hvar. Temaði sum vit so valdu til brúdleypið, vóru litirnir úr Merkinum, og so eisini náttúrulitir. Vit fingu nógvan íblástur frá Pinterest og tað er í hvussusoer tín besti vinur, tá ið tú skalt fyrireika eitt brúdleyp og vilt hava tað perfekt. Borðpyntið bleiv so til krukkur, har øll familjan fekk ordrar at goyma krukkur. Tær vóru fyltar við ymiskum grønum greinum og so vóru nøkur fá blomstur, sum minna um summardáan eisini í. Í krukkunum, sum ljósini vóru í, høvdu vit koyrt steinar í, sum Gestur hevði vaskað og turkað í bakarovninum. 

Á páskum sama ár var so øll familjan boðin at koma at eta hjá okkum, og eftir at hava etið, vóru tey sett í sving við at vaska krukkur. Tey málaðu eisini fløgg (sum tók nokkso langa tíð at gera) og foldaðu serviettar. Hetta, tí vit ikki tímdu at brúka tíð uppá tað 

beint uppundir brúdleypið. Vit høvdu keypt bomm í Týsklandi til tað vælumtøkta bommborðið eitt hálvt ár frammanundan. At fara út at leita eftir dúkum, sum vóru pappír, sum larma bara man reisir seg upp tímdu vit heldur ikki, so vit keyptu okkum toy úr IKEA og gjørdu vit so dúkarnar sjálvi. Tíbetur fekk man góða hjálp! Navnaskeltir og pappírsbóltar vóru bíløgd av Wish og so høvdu vit eisini keypt okkum eitt telt, sum skuldi brúkast sum durður.

Hósdagin áðrenn brúdleypið sluppu vit inn í Barnagarðin við Stórá í Rituvík – har brúdleypið skuldi verða – at gera klárt og tíbetur hvødu vit biðið nógv fólk koma at hjálpa okkum at fyrireika. Tað skuldi sera nógv gerast fyri at fáa eina óintressanta høll at verða hugnaliga. Vit hongdu tyll og ljósketur uppundir lofti, so at tað ikki merktist at tað var so høgt upp. Fløggini vórðu hongd á rimarnar, so at vit fingu tað sum var temaði inn í høllina eisini. Borðini skuldu síðani setast upp var tað ein verri ein, tí tá komu nógvar meiningar fram. Tíbetur funnu vit so eina geniala loysn, har vit settu tey upp soleiðis, at borðið hjá okkum og foreldrunum hjá okkum var á einari scenu uppá longs í høllini, og so vendu allir gestirnir uppá tvørs. Nú komu øll at síggja hvønn annan. Vit dekkaðu síðani borðini, og royndu at rudda høllina sum frægast, tí vit høvdu drigið servisuna, allanvegin av Húsum til Rituvíkar. Tað var nevniliga Viljin v/ Hannebeth og Magna Garðalíð, sum stóðu fyri matinum.
Fríggjadagurin kom so, og tað fyrsta sum tá var á skránni, var at Gestur skuldi til Havnar í Fípuna í SMS eftir blómunum og hevði hann ein vinmann við. Tá ein tími var eftir, til vit sluppu inn í barnagarðin aftur, fekk eg eitt uppkall, har Gestur so fittur spurdi um alt var ok, tí teir vóru altso uppstegðaðir í Kollafirði. Eg var bara púra kul og segði, at tað nokk mundi fara at ganga. Tann fyrsti sum so kom at hjálpa at rigga til, var so beint settur at spula túnið, tí tað var fult í sandi. Fleiri fólk komu so afturat, og vórðu tey so sett at seta teltið upp, sum skuldi brúkast sum durður. Har høvdu vit eisini gávuborðið og eitt borð, har gestabókin kom at liggja (Gestabókin var eitt sindur annaðleiðis, tí gestirnir skuldu sjálvi taka mynd við polaroid kamera og skriva teirra navn undir myndina). Teltið varð so eisini brúkt til at taka myndir av gestunum, har vit høvdu gjørt okkum ein vegg av einari plátu, har restin av greinunum, vórðu brúktar til at pynta við. Tað gekk bert ein lítil løta, so stóð teltið uppi og so var bara eftir at gera, at barnagarðurin ikki sá so nógv út sum ein barnagarður. Vit hongdu toy yvir klædnarúmið hjá børnunum, settu rulluborð uttanfyri vesið við deodorant, tyggigum, hárspray, klárðum neglalakki til nylonsokkarnar um hol kom á teir, og ørðum neyðsynjar produktum. Vit høvdu verið í gongd eina løøøøtu, so komu teir enduliga við blómunum – tað sum bara skuldi taka tveir tímar bleiv til fimm tímar. So enduliga kundu blómurnar setast í krukkurnar.
Tann eina stovan bleiv gjørd til eitt hugnaligt barnarúm, har tey børnini sum vóru við kundu hugna sær við chipsi, dippi og øðrum. Tað sum bleiv bíða sum longst við, var at seta bommborðið upp við øllum 29 kg av bommum, tí tað var skjótt at ein ella báðar tvær mýs fingu sær burturav. Til endans var bara eftir at fáa sangheftini uppá pláss og borðplanin fullfíggjaðan, sum by the way var gjørdur uppá 15 minuttir hehe. Nú nærkaðist klokkan midnátt, so vit bæði vórðu send til hús í song og at gleða okkum til sjálvan dagin, tí tvær av vinkonunum hjá mær vóru eftir og skuldu orna restina.

Tann stóri dagurin:

Kl 07.45 leygarmorgunin skuldi eg upp og tað einasta eg skuldi hugsa um, var at busta tenn og taka pyntið til hárið, sum vóru orduligar blómur við og so eisini slørið. Sjálvandi gloymdi eg so blómurnar og slørið… typiskt. Eg mátti so pent ringja til babba og biðja hann koma við tí. Eg var hjá frisørini í Divine á Glyvrum í 3-4 tímar og vit høvdu góða tíð. Eg fekk morgunmat frá henni, og enntá eisini roykjipausur, og nervarnir, tað var tá ein býur í Kina. Fotografurin kom at taka nakrar myndir klokkan 10 og tað var skjótt, so hevði hann fingið sínar myndir. Hann fór so víðari at taka myndir av Gestur, sum frammanundan hevði verið hjá Salong Haldu og fingið sett sær hárið. Heimkomin aftur frá frisørini, var hann um at skíta í buks so nervøsur hann var. Hann var noyddur at lata seg í beinaveg og var hann í føroyskum klæðum, sum mamma hansara og mamma mín høvdu gjørt. Ímeðan hann so gekk og bíðaði eftir klokkuni, fór hann trippandi yvir til nábúgvan, sum eru vinfólk okkara. Tá eg so enduliga var liðug hjá frisørini fór eg heim til mammu og babba at lata meg í og var fotografurin longu har, so eisini eg mátti skunda mær at lata meg í, so hann kundi fáa sínar myndir. Tað var bara brúðarkjólan eg skuldi í og var tað skjótt ornað. Kjólin varð bílagdur í Januar frá dressilyme.com uppá mát. Hann passaði næstan perfekt, tí tað vóru bara stropparnir, sum skuldu styttast eitt sindur, men tað gjørdi svigermor í eini handavending. Eg kom so sjálvandi í eina krisu, tí slørið var við at detta úr og ongin slapp at fixa tað, so tað bleiv ringt eftir frisørini, sum kom sum eitt snarljós og hjálpti mær. Eftir krisuna hjá mær vóru øll so klár, og fóru tey oman í kirkjuna. Nú vóru so bara eg og beiggi mín, sum skuldi koyra meg eftir, so vit góvu okkum góða tíð. Tá klokkan so var 4 minuttir yvir 14:00, so hildu vit, at vit eisini máttu fara at ragga okkum, tí prestur hevði sagt, at eg skuldi koma klokkan 14:07. Eg bleiv koyrd oman í kirkjuna av beiggja mínum í einum Toyota Mark 2. Komin oman í Rituvíkar Kirkju, síggi eg so allar tær fittu brúðargentirnar í gongini. Tvær vóru 12 ár, ein 4 ár og ein 2 ár og allar í føroyskum klæðum, sum vóru gjørd til endamálið. Blómutyssini vóru líka sum mítt brúðarblómutyssi, men bara minni, har vit høvdu reyðar og hvítar bóndarósur, bláar hortensiur og eucalyptus greinar í – blómutyssini vóru tískil ikki púra rund. Eg sá fyri mær løtuna, tá eg fór gangandi inn kirkjugólvið – tútbrølandi – men eg kláraði at halda mær og græt ikki. Løtan í kirkjuni var heilt fantastisk og prædikan hjá prestinum var so deiliga persónlig, akkurát sum vit ynsktu tað. Tá onkrir ávísir sálmar komu, tá kláraði eg so ikki at halda mær meira og byrjaði at gráta. So gjøgnumførd sum vit vóru, so høvdu vit bílagt okkum sápubløðrur ístaðin fyri at hava rís, tí eg tímdi ikki at hava rís allastaðni, tá vit skuldu takað myndir við kirkjuna. Vit fóru so í brúðarbilin, sum forrestin var ein Scania R620 trekkjari. Vit koyrdu eitt sindur runt og fóru so inn aftur í kirkjuna at taka familju myndir, og aftaná tað portrait myndir, har eg var noydd at ofra meg út í tað váta grasið við mínum gull glitrutu stilettum/sandalum. Eftir at hava tikið fleiri myndir, byrjaði tað so smátt at blíva kalt, so vit skundaðu okkum niðan í kirkjugarðin at taka eina mynd, har vit løgdu eitt knppholsblomstur á grøvina hjá ommu og abba mínum. Nú hildu vit, at vit vóru liðug, men kom eg so í tankar um, at ein vinkona hevði sagt nakrar dagar frammanundan brúdleypið, at vit máttu minnast til at taka eina púra vanliga mynd, har vit bara stóðu og hugdu beint fram, og faktist er tað myndin, sum vit bæði eru allar glaðast fyri. Vit høvdu síðani deilt tær allar, allar síðstu uppgávurnar út til tvær vinkonur, so tá vit komu niðan í barnagarðin var alt klárt. Vit høvdu eisini fingið tær til at læna tveir hitablásarar at hava í teltinum og tað høvdu tær eisini ornað, ímeðan vit høvdu tikið myndir.

Veitslan

Teir 140 innbodnu gestirnir byrjaðu so smátt at koma kl 18.00. Teir fingu tikið myndir av sær av fotografinum – OPH foto – og so eisini myndir til gestabókina. Vit høvdu syrgt fyri, at gestirnirkomu eitt sindur tíðliga, so tað var klárt at fáa matin eitt sindur yvir klokkan 19. Mín sann, um tað riggaði! Tað varð borðreitt við húsasúpan sum forrætt, lambskjøt við vanligum eplum, rómaeplum, grønmeti og sós til høvuðsrætt, og so vóru bingokúlu-smákøkur settar á borðið, so man fekk okkurtsøtt aftur við kaffinum.

Vit høvdu eitt deiligt kvøld og til borðstjórar høvdu vit Jonhard Hansen og John Andersen, sum eru kendir frá Vespureiðrinum. Teir vóru also líka stuttligir til brúdleypið, sum teir eru, tá ið teir eru í Vespureiðrinum. Teir fingu øll fólkini við uppá tað og tá man hugdi útyvir fjøldina, so sá tað eisini út til, at øll hugnaðu sær. Teir komu við tí góða hugskotinum um, at fyri man skuldi heilsa uppá tey man sat hjá og vita hvør hoyrdi til hvønn, so máttu vit í gongd við at syngja. Vit sungu “Lítli fingur, lítli fingur hvar ert tú?”, men ístaðin fyri at syngja “lítli fingur lítli fingur…”, so bleiv tað til familjan hjá brúðarparinum, vinfólk og so framvegis. Prestur – Ovi Brim – kom so eitt sindur seinni, so Jonhard stendur so fittur og syngur, og so kemur John leypandi og sigur, “sig hvar er prestur, hvar er prestur, hvar ert tú?, so kemur prestur leypandi inn syngjandi “HER ERI EG, HER ERI EG og svaraðu gestirnir so godag godag godag. Tað var nokk eitt av hæddarpunktunum á veitsluni .. hehehe. Talur og sangir vóru eisini, og fleiri roykjipausur vóru ímillum, sum vórðu stýrdar við eini dómarafloytu, Tað var alt so deiliga passaligt, tí tá kundu tey sum vóru í føroyskum klæðum køla seg niður og – ella man fekk sær bomm frá bommbuffetini.

Borðhaldið var nú komið at enda og alt skuldi ruddast av. Vit høvdu syrgt fyri fýrverki, fyri at fáa allar gestirnar út úr høllini, so pláss var fyri at rudda vekk og gera klárt til eitt stórt køkuborð – tí vit valdu ikki at hava nakra dessert. Vit hildu, at fyrst hava dessert og so køkuborð, tað bleiv eitt sindur óneyðugt. Eftir borðhaldið, var høllin nú eitt dansigólv og man kundu fáa sær køkur, um man hevði hug til tað. Vit dansaðu fyrst føroyskan dans, við tí nýggju brúðarvísuni, har eitt fitt par av Húsum og Klaksvík kom at skipa. Síðani dansaðu vit brúðarvalsin, har vit høvdu fingið LM band at spæla undir og teir spældu eisini til dansin. Eftir hetta, kom brúðarkøkan á borðið, sum Jórun Skorheim køkur hevði gjørt


Vit høvdu ein heilt einastandandi dag, har alt bara var perfektmen veðrið kundi havt verið betrihehe. Uttan alla tað góðu hjálpina, høvdu vit ikki kunna fingið ein so væl eydnaðan dag, og høvdu vit nokk heldur ikki hildið okkum innan fyri okkara budget – 100.000 krónur – tí, at nógvar av uppgávunum vóru DIY, sum vit fingu hjálp til. Tað er bara at byrja nóg tíðliga at fyrireika, tí tað eru øgiliga nógv ting, ið skulu fáast uppá pláss til eitt brúdleyp – meir man fyrireikar í góðari tíð, minni stress verður dagarnar uppundir sjálvt brúdleypið. Tá dagurin so enduliga kemur, so er bara at slappa av og njóta hvørt sekund, tí dagurin gongur ómetaliga skjótt.

Vit vildu helst hava, at veitslan bleiv hildin her í bygdini, og so vildu vit eisini helst hava eitt brúdleyp, sum ikki var líka sum hjá øllum øðrum og tað haldi eg vit fingu. Tað besta við degnum var nokk, tá vit søgdu ja til hvønn annan og bommborðið var eisini lekkurt hehe. Vit hava ikki verðið á brúðaferð enn, men tað verður nokk í næsta summar. 

Deil hesa grein