Hjúnaskilnaður – læra at fyrigeva

Stutt um Annebeth Gaard

Eg eigi 3-ar gullklumpar, Marianna 14, Tordis 10 og Pætur 9, ára gomul. Mín samkoma er Keldan, og har eri eg virkin í ymiskum tænastum. Eg havi starvast á bakkafrost í 17-18 ár. Eg eri 40 ára gomul, eg búgvi undir Gøtueiði.

Eg eiti Annebeth Gaard, og saman við fyrrverandi manni mínum eigi eg trý deilig børn. Uttan at fara í detaljur, kom hjúnarskilnaðurin sum eitt orduligt sjokk fyri meg, og tískil var hon sera hørð at koma ígjøgnum. Vit høvdu verið gift í 9 ár, og vóru vit eisini virkin í samkomuarbeiði.

Tá tílíkar umstøður taka seg upp er eitt út av tveimum tingum at gera: antin er tað at blíva bittur ella enntá hata viðkomandi, ella kann man velja at fyrigeva, og eg valdi tað seinna. Hetta er jú grundleggjandi tað, sum Bíblian jú tosar um, nemliga fyrigeving.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Tá tílíkar umstøður taka seg upp er eitt út av tveimum tingum at gera:
antin er tað at blíva bittur ella enntá hata viðkomandi, ella kann man velja at fyrigeva

Mitt í hesari tungu tíðini, kom eg fram á eitt andakts orð, og hetta hevur havt stóran týdning fyri meg persónliga. Har stóð millum annað hetta:
Fyri alt tað, sum tú hevur elska og mist, hevur Gud nakað at seta ístaðin. Gud hevur erstatning fyri alt tað, ið er blivið stolið frá tær. Títt avkom er tín framtíð, og Gud hevur ein framtíð fyri tær. Tann støðan, sum tú ert í nú, er ikki endastatiónin. Gud ynskir at skriva ein nýggjan kapittul í tínum lívið.
Djevulin visti gott, at Gud hevði sínar planir við tær, og tað er grundin til, at hann prøvar at bróta teg niður. Hann vil gera alt fyri at forða Gudi at útføra sína ætlan við tínum lívið. Men sjálvt tann sannroynd, at tú livur og ert í stand til at lesa hetta, vísur, at hann ikki hevur haft held við sær, og at Gud er ikki liðugur við teg!
Gud hevur enn títt navn við í síni ætlan.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Image
Eg ynskti at seta meg sjálva aftanfyri børnini, so tey skuldu minst møguligt vera ávirkaði av, at foreldrini ikki vóru saman longur.

Tað er ikki altíð so lætt, og tí má man aftur og aftur minna seg sjálvan á, at man hevur valt at fyrigeva. Og tað var tað, ið eg gjørdi. Eg ynskti at seta meg sjálva aftanfyri børnini, so tey skuldu minst møguligt vera ávirkaði av, at foreldrini ikki sóru saman longur. Børnini hava bara tvey foreldur, og tey hava rættindi til at hava eitt gott forhold til bæði foreldrini, og tað eiga vit sum foreldur og vaksin at virða fram um okkara egnu kenslur.

Í dag eru vit komin væl ígjøgnum alt, og hóast harða hjúnarskilnaðin, so hava vit í dag eitt fínt forhold, har vit gott klára at loysa ósemjur saman.

Hóast eg sjálv eri farin ígjøgnum ein hjúnarskilnað, so eri tó sannførd um, at allir hjúnarbands trupuleikar eru til at loysa. Eg haldi at ein gubbi mín segði tað so væl: Problemir finnast ikki – tað eru bara uppgávir í kunnu loysast. Men tó mugu báðir partar vera villigir til at broytast!

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Sunnvør Knudsen & Arni Rasmussen
  • Rebekka Poulsen & Leivur Joensen
  • Jóhanna Bjørg Fuglø & Magnus Pauli Juul Johannesen
  • Halltóra Poulsen & Jóhan Dam

Deil hesa grein