Hey tit!

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus. Er búsitandi í Hedensted við manninum Claus og soninum Ádam.
Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part, 9.part, 10 part, 11 part, 
12 part

& 13 part her. 

Hey tit! Til okkara brúðleyp høvdu vit sum so nógv onnur ein myndamann til dagin. Í byrjanini vóru vit eitt sindur sjokeraði yvir, hvussu nógv myndafólk kosta til brúðleyp og høvdu tískil faktisk bestemma okkum, at systur Claus skuldi bara taka myndir til dagin. Hon hevur eitt gott myndatól og hevur gjøgnumgingið ½ av útbúgvingini til myndamann/kvinnu. MEN eg kláraði ikki at lata vera at hugsa, at eg gjarna vildi hava ein til at fylgja okkum í gjøgnum dagin, og ynskti onkra bestemta myndir ið skuldi takast til dagin. Harafturat føldi eg/vit at tað fór at vera synd í svigerindini hjá mær, at skulla vera myndakvinna til brúðleypi hjá beiggjanum, og nokk tísskil ikki fáa loyvi til at slappa av á degnum. Stutt sagt vit broyttu meining. Eg hugdi eitt sindur á netið og sá danskir myndamenn ikki vóra líka dýrir sum føroyskir eru. MEN kvaliteturin er eisini hareftir. Eg sá beinavegin, at hetta var ikki vegurin fram. Tísikil var upplagt at velja OPHfoto, tá samstarvið longu var har. Og høvdu tey eisini í teirra portofolie nakrar av myndunum, ið eg ynskti ið skuldi takast til dagin, og eisini passað tað mær sera væl, at tey vóru bústitandi niðri tað tíðarskeiði.

Sjálvt um hetta ikki var TANN dýrasti posturin til brúðleypið, men tó ein av teim heilt stóru, er hetta heilt sikkurt tann postur, ið vit eru glaðast fyri. Claus hevur faktisk sagt, at tað var gott eg var Bridzilla viðvíkjandi hesum #UPS Hvør ein króna verd!
Og skal eg siga nakað, so heldur spinkla og spara alla aðra staðnar, men brúk alt tað ið man følir ið man kann uppá myndatøkuna. Hetta er nakað man kemur at hyggja at restina av lívinum, og eru vit nakað so takksom fyri hetta. Tí, sum so nógvar aðrar, sigi eg eisini, at man langt frá minnist alt og øll, og er tað tískil stuttligt at hyggja at aftaná. Og ikki minst gleði eg meg til vit fara at printa og hanga upp.
Eg havi fyrr nevnt, hvussu tað var at hava tey runt um okkum til dagin, og standi eg enn við tað. Tað er nú 1 mðr farin síðani vit blivu maður og kona, og hyggja vit bert jaligani at tíðini, tá myndafólkið var saman við okkum. Also minus hasi 30 hitastigini. Fitt og arbeiðsom fólk, ið dugdu at síggja møguleikar í umhvørvinum. Deiligt og vigtigt, at man følir seg væl tilpass, tá nakað so vigtigt sum myndirnar verða tiknar. Til ein so onkursvegna pressaðan dag, vóru vit væltilpass og deiligani avslappaði. Kanska var tað tí vit akkurát vóru blivin gift, men vit ivast ikki í, at myndafólkini áttu eitt ískoyti til hetta.
Hetta hevur eisini avspegla myndirnar hjá okkum. Vit elska at hyggja at teimun og minnast aftur á. Um vit bert vóru heldig at hava gott umhvørvi runt um okkum, ella um tað er tí tey faktisk eru so góð, mugu tit meta um.
Les víðari niðanfyri lýsingina

Deil hesa grein