Hennara polterabend – nøkur góð ráð

Vinkonan hjá tykkum skal giftast, og tað er tykkara uppgáva at standa fyri hennara polterabend. Men hvussu tryggjar man sær, at ráðleggingin verður so ómakaleys sum gjørligt? Og hvat skal man finna uppá?

Niðanfyri eru nøkur ráð til, hvussu tit skapa ein ógloymandi dag:

 1. Nær og hvussu?

  • Byrja í góðari tíð, gjarna 6 mánaðir áðrenn. Tað tekur tíð at gerast  samdar  um ein dag.
  • Allar vilja sjálvandi geva sítt íkast til henda dag, men ov nógvir kokkar spilla matin. Havið eitt felags hugarok, har tit hvør  sær koma við hugskotum til dagin. Eftir hetta er umráðandi, at tit seta ein ’stýribólk’ , ið  skal standa fyri at samskipa arbeiðið. Í hesum bólki skulu ikki vera fleiri enn 3 persónar.
  • Stýribólkurin skal ikki verða bangin fyri at útdeila uppgávur, so tær ikki standa fyri øllum. Á hendan hátt gerast allar ein partur av ráðleggingini.
  • Ger eina tíðarætlan fyri dagin. Og minst til at innroknað ferðatíð, um hetta verður ein partur av degnum.

2. Hvør?

  • Tað ber sjálvandi til at spyrja brúðrina, hvønn hon ynskir at hava við til sína polterabend. Men um tit vita, at hon vil takast av bóli, mugu tit sjálvar gera av, hvør skal við. Til ber sjálvandi at ráðføra seg við brúðgómin.
  • Onkrar brúðrar halda tað verða  stuttligt, um mamman er við. Hetta kunnu tit umhugsað, um tað hevði verið nakað fyri tykkara vinkonu.
  • Nógvar halda, at tað ikki er hóskandi at taka børn við til eitt polterabend. Her velst aftur um, hvat brúðurin ynskir. Hevur hon til dømis hug at taka síni egnu børn við ella hevur hon kanska totalt brúk fyri at sláa seg leysa ”på egen hånd?” Hetta er eisini nakað, tit mugu umhugsað.
Minnist til at bílig innsløg kunnu vera akkurát líka stuttlig sum dýr. Her má aftur hugsast um hvør brúðurin er, og hvat henni dámar.

3. Fíggjarætlan

  • Tað er sera umráðandi, at tit væntanarsamsvara um hvat tit halda hesin dagur skal kosta pr. persón.
  • Minnist til at bílig innsløg kunnu vera akkurát líka stuttlig sum dýr. Her má aftur hugsast um hvør brúðurin er, og hvat henni dámar. Er hon til spa og massagu ella er ein persónlig spurnarkapping akkurát hon?
  • Fyri at gera tað so lætt sum gjørligt, er tað smart at áseta eina fasta upphædd, so allar gjalda tað sama, óansæð um man er við ein part av degnum ella allan dagin/kvøldið/náttina.
  • Allar skulu hava goldið áðrenn dagin, so slepst undan at onkur leggur út fyri aðrar.
Les víðari niðanfyri lýsingina

4. Hvat?

  • Tað er upplagt at hava ymiskar uttandura aktivitetir, men um veðrið ikki er til vildar, er týdningarmikið at hava ein plan b.
  • Ger eitt minni um dagin. Tað kann til dømis vera ein scrapbók, har tit seta myndir og skriva smáar tekstir í.

Hvat skal ein so finna uppá til eitt polterabend?:

Tað klassiska:

  • Tak brúðrina við í eitt studio og innspælið ein sang.

  • Lat brúðrina í stuttlig klæðir og gang ein túr ígjøgnum býin við henni.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Tað luksuriøsa:

  • Gev brúðrini andlitsviðgerð og massagu.
  • Farið í heitan pott.

Tað villa:

  • Farið ein túr við einum skjóttgangandi báti.
  • Sígið úr trøðum ella bergum.

Hetta eru bert dømi um, hvat man kann gera, men í síðsta enda eru tað tit, ið kenna brúðrina best og vita, hvat henni dámar.

Prei!

Fyri meira íblástur til aktivitetir, ber til at seta seg í samband við teir ymisku

veitararnar, ið eru at finna her á síðuni.

Deil hesa grein

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Elsa S. Øregaard og Kristian D. Thomsen
  • Ása Klakkstein Thomsen & Sørmundur Árni Kalsø
  • Susanna M. Lauha Ruokonen & Amos D. Afenu
  • Durita Markná & Rógvi Jakobsen