At halda brúdleyp um jólini – Kirstin bloggar, 5. partur

Stutt lýsing um meg:

Eg eiti Kirstin Joensen, eri 30 ár, eri útbúgvin cand.ling.merc og arbeiði í løtuni í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Eg eri gift við Brian, sum er el-verkfrøðingur og arbeiðir hjá SEV, og vit eiga tvey deilig børn saman.

Tað var eitt sindur torført hjá okkum at seta dato á, nær okkara brúdleyp skuldi vera. Tá vit giftu okkum á ráðhúsinum í januar 2016, var ætlanin fyrst at halda brúdleyp summarið árið eftir, t.v.s. summarið 2017. Men eftirsum at vit gjarna vildu savna eitt sindur av peningi saman áðrenn, og eftirsum at vit hildu tað vera frægari at lítla dóttirin var eitt sindur størri, valdu vit heldur at halda tað seinni. Ein onnur treyt hjá okkum var eisini, at vit hildu brúdleyp í einum tíðarskeiði, har vinfólk og familja, ið búgva uttanlands høvdu møguleika fyri at luttaka. So tað kundi sjálvsagt best vera antin um summarið ella á jólum, og vit valdu so jólini 2017, sum er heilt skjótt.

Eg má siga, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at halda um jólini. Vansarnir eru, at veðrið kann vera sera ringt hesa ársins tíð. Veðrið kann bæði vera flott og stilt, sum tað ofta er á einum góðum vetrardegi í Føroyum við ísakaldari luft og samstundis skínandi sól, men eisini kann tað vera av allar ringasta stormi, sum vit jú upplivdu síðstu jól í 2016, har streymslit eisini var ein stórur trupulleiki. Eisini er tað eitt sindur rokaligt at halda brúdleyp á jólum, tí at útyvir at keypa jólagávur, ganga til jólaveitslur og stákast til jóla annars, er eisini eitt brúdleyp at planleggja og fyrireika.

Ein fyrimunur er, at tað er ein sera hugnalig tíð, og tað er eisini ein tíð, ið hóskar seg sera væl til at savna familju og vinfólk saman og hittast.

Hóast hetta so eru tað eisini nógvir fyrimunir við at halda eitt brúdleyp um jólini. Ein fyrimunur er, at tað er ein sera hugnalig tíð, og tað er eisini ein tíð, ið hóskar seg sera væl til at savna familju og vinfólk saman og hittast. Og hví ikki bara hittast til eitt brúdleyp og góða veitslu? Ein annar fyrimunur er, at ístaðin fyri at halda brúdleyp um summarið, tá fólk ofta skulu til fleiri festivalar, stevnur, veitslur og á Ólavsøku v.m., so skulu tey bara halda jól, halda nýggjár og taka sær av løttum og hugna sær, og tískil hóskar tað seg eisini væl at halda eitt brúdleyp millum jólini og nýggjárið. Eisini kann veðrið vera so ótrúligt flott á jólum, so tað gevur eisini ein góðan møguleika fyri góðum myndum, og har eri eg so heldig at hava eina góða vinkonu, ið er professionellur fotografur.

Óansæð so hevur tað ikki so stóran týdning fyri meg ella fyri Brian, nær vit halda brúdleypið ella hvørja ársins tíð, vit velja. Tað týdningarmikla fyri okkum var og er, at vit fáa tað brúdleypið, ið vit ynskja okkum, sum í síðsta enda er at hava ein góðan dag saman sum hjún við okkara børnum og familju og vinfólki.

Vit búgva jú í Føroyum har stormarnir og regnið valda, so best er at vera fyrivarin við at planleggja eftir veðrinum, og ístaðin hava eina plan b, um nú ein stormur fer at herja á.

So at halda brúdleyp um jólini hóskar seg sera væl. Tað hóskar seg eins væl sum at halda brúdleyp allar aðrar ársins tíðir, tí í grundini er tað ikki árstíðin, ið avgerð, um tað verður eitt gott brúdleyp. Hóast veðrið hevur nógv at siga hjá okkum í Føroyum, og hóast veðrið eisini ofta er væl frægari, um summarið ella várið, so er einki garanti fyri, at tað verður gott. Vit búgva jú í Føroyum har stormarnir og regnið valda, so best er at vera fyrivarin við at planleggja eftir veðrinum, og ístaðin hava eina plan b, um nú ein stormur fer at herja á.

So ja tað ber væl til at halda brúdleyp um jólini, og eg ivist ikki í, at tað fer at rigga eins væl, sum vit hava ímyndað okkum.

Deil hesa grein