Stuttligar siðvenjur úr øllum heiminum

Flest øll kenna føroyskar brúdleypssiðvenjur, men kennir tú nakrar av teimum stuttligu siðvenjunum, tey hava í øðrum pørtum av heiminum? Eftir at tú hevur lisið hesa greinina, gerst tú glað/ur fyri, at tú ikki skalt giftast í Fraklandi.

Svøríki
Sum kvinnuligur brúdleypsgestur eigur ein ikki vera í reyðum, uttan so, at ein hevur verið í song við brúðgomminum og ynskir, at hetta gerst dagsins samrøðuevni.

Spania
Undir vígsluni gevur parið hvør øðrum 13 myntir. Hesar myntirnar verða nevndar “Arras” og avmynda býtið av komandi inntøkunum. Hetta er óheft av, hvussu nógv parið hvør sær kemur at tjena í framtíðini.

Russland
Samskipað verður eitt sokallað “buyout” fyri brúðgóminum, áðrenn hann sleppur at heinta sína brúður. Hendan siðvenjan er vanliga samansett av nógvum spurningum um brúðrina og kann eisini fevna um veddimál.

Italia
Songin, sum brúðarparið skal sova í brúðarnáttina, skal verða uppreidd av tveimum ógiftum gentum.

Týskland
Polterabend er ein týsk siðvenja, har brúðarparið hvør í sínum lagi halda eina óhátíðarliga veitslu áðrenn brúdleypið. Harumframt verður postalín smildrað frammanfyri húsunum hjá brúðarparinum, sum parið síðani skal rudda upp í felag.

Frakland
Eftir brúðarveitsluna savna vinirnir ymiskar leivdir av mati og løgum frá brúdleypinum og fáa brúðarparið at drekka leivdirnar úr vesikummuni.

Pólland
Brúdleyp, sum verða hildin í mánaðum við bókstavinum “r”, eru tey mest væleydnaðu.

Danmark
Brúðurin má ikki seyma sín egna brúðarkjóla. Ger hon hetta, vil hvør stingur umboða eitt tár, sum verður felt í hjúnabandinum.

Ungarn
Burturflyting av brúðrini plagdi at vera ein týdningarmikil siðvenja. Eydnaðist hetta, prógvaði tað, at brúðgommurin ikki var brúðrina verdur.

Slovakia
Eftir móttøkuna smildra gestirnir eitt glas í gólvið, sum tað lukkuliga brúðarparið síðani skal syrgja fyri at rudda upp.

Holland
Proppurin á fyrstu sjampanjufløskuni, sum verður drukkin undir veitsluni, skal leggjast undir pútuna hjá brúðarparinum brúðarnáttina. Hendan siðvenjan skal vælsigna tey við góðum kynslívi.

Turkaland
Ein long røð av bilum koyra í karavana gjøgnum gøturnar, meðan floytað verður um allan býin.

Brasilia
Ístaðin fyri at kasta blómutyssið, kastar brúðurin eina lítla skurðmynd av brúdleyps-halgimanninum “Sankt Antoni”. Eins og við blómutyssinum verður gentan, sum loftar skurðmyndini, tann næsta brúðurin, sum gongur eftir kirkjugólvinum.

India
Brúðarveitslan kann vara alt millum 3-5 dagar, men tað almenna hátíðarhaldið varar einans í 2-3 tímar. Í norðara partinum av India er siðvenja, at brúðgómurin kemur ríðandi á prýddum hesti við syngjandi og dansandi familjulimum og vinum í hølunum á sær.

Kekkia
Væntað verður av brúðarparinum, at tað fyrsta, sum tey eta, er kekkisk nudlasúpan. Eisini verður væntað, at tey mata hvør øðrum við súpuni.

Finland
Dagin fyri brúdleypið fara menninir í hitarúm. Hitin skal umboða brúðrina, brúðargenturnar og mammu brúðrina.

Deil hesa grein