Ger ynskilistan hjá Mariu Poulsen Búnýti

-

Ger ynskilistan hjá Mariu Poulsen Búnýti
2019-07-01 20:27 Author image
Karis í Liða Hansen 2019-07-01 20:27

Skalt tú giftast í komandi framtíð, og hevur tú nøkur ynski til brúðargávur, so kann eg sterkt viðmæla at fara inn í Mariu Poulsen Búnýti og skriva ynskilista har. Hesin listin liggur í handlinum, og hervið kunnu brúdleypsgestirnir fáa at vita, hvat brúðarparið ynskir sær í brúðargávu.

------------------------

Skrivað: Karis í Liða Hansen

Vit blivu gift í 2014, og vit fóru inn í Mariu Poulsen Búnýti og skrivaðu okkum ein ynskilista áðrenn brúdleypi. Sjálv haldi eg, at hetta riggaði sera væl, tí tað er altíð stuttligt at fáa gávur, ið ein veruliga hevur ynskt sær. Umframt tað, at vit góvu hvørjum øðrum okkara “ja” á brúdleypsdegnum, var eitt tað besta við brúdleypinum hjá okkum, at vit dagin eftir kundu lata 100 gávur upp, sum vit veruliga høvdu ynskt okkum. Er nakað betur enn hetta?

Við ynskilistanum, sleppa tit frá at umbýta hesar 100 gávurnar dagin eftir, og tit sleppa eisini undan at fáa t.d. fýra av teimum somu vasunum. Tit fara bara inn í Mariu Poulsen Búnýti áðrenn tykkara stóra dag, skriva øll tykkara ynski á listan, og so er nógv lættari hjá familju og vinfólkum at keypa tykkum eina brúðargávu. Samstundis vita tey eisini, at hetta er nakað, sum tit veruliga ynskja tykkum. Tað er ein góð kensla at geva slíka gávu.

[object Object]

“Komandi brúðarpør eru hjartaliga vælkomin inn í Mariu Poulsen Búnýti at gera ein ynskilista.”
Súsanna á Dul, leiðari í Mariu Poulsen Búnýti“Komandi brúðarpør eru hjartaliga vælkomin inn í Mariu Poulsen Búnýti at gera ein ynskilista.”


Súsanna á Dul, leiðari í Mariu Poulsen Búnýti

Persónliga haldi eg, at tað eru sera nógv lekkur ting og góð gávuhugskot, at ein noyðist at avmarka seg fyri ikki at fáa allan handilin á ynskilistan. Tað er eisini deiligt, at tey hava so nógvar ymiskar vørur í ymiskum prísflokkum. Um eg ynski mær eitt Georg Jensen fat, Royal Copenhagen stell ella eitt sitat við eini rammu, so fæst alt hetta hjá teimum.

Eg var so glað fyri, at vit valdu at gera ynskilistan. Tað var ein fínur máti at fortelja okkara vinum og kenningum, hvat vit ynsktu okkum, og tað gjørdi, at vit fingu næstan bara gávur, vit høvdu ynskt okkum.

Eg vil avgjørt viðmæla øllum pørum at gera sær ein ynskilista, so tey fáa júst tað, sum tey ynskja sær í brúðargávu.

[object Object]

[object Object]

[object Object]