DIY vimplar til brúdleypið

Skrivað: Emma Petersen
Til eitt brúdleyp er tað ein vøkur, men deiliga løtt og bílig loysn at gera sínar egnu vimplar at pynta við. Tú kanst pynta við teimum inni í veitsluhølunum, men eisini at hava sum bakgrund har gestirnir kunnu taka myndir. Hóast tað er lætt at gera, so er tað eisini hugnaligt at bjóða vinkonunum heim til ein drekkamunn okkurt kvøldið og tær tíma ivaleyst at hjálpa tær at klippa vimplar og pynta teir. Í greinini um brúdleypið hjá Liljuni & Borgari síggja vit, at tey eisini høvdu valt at gera litríkar vimplar.

Tilfar:
– Ymisk karton og pynti
– pappír
– Glimmurlím
– Lím
– Føroyskt satin band
– Blondutoy
– Seymimaskinu at seyma vimplarnar saman við
– Saks
– Blýant/penn
– o.a. – tað er bert hugflogið, sum setur markið

Tað fyrsta tú skalt gera er, at finna tær eina stødd til ein vimpil, sum tú heldur passar væl til høli og eisini hvussu nógvar rekkjur tú skalt hava. Um tú gert vimplarnar lítlar, so skalt tú bara hava í huga, at motivið á pappírinum ikki má vera ov stórt og um tú gert teir stórar, so er tað líkamikið, tí tá kanst tú brúka øll motivir.

Tá tú hevur prøvað teg fram og funnið eina passaliga stødd, so er bert eftir at føra hann yvir á pappíri, tekna eftir skabelónini og klippa vimpilin út og hetta gert tú so ofta, alt eftir hvussu lang vimplarekkjan skal verða ella hvussu nógvar rekkjur tú skalt hava.

Les víðari eftir lýsingina

Efitr klippingina er tað eitt gott hugskot at leggja allar vimplarnar á gólvið og leggja teir í rekkjur, sum tú kundi hugsað tær, at vimplarekkjan fór at síggja út. Tað er gott lov at royna fleiri møguleikar av, tí kanska okkurt pappír er, sum slett ikki riggar í rekkjuna, ella eru tað nøkur, sum slett ikki kunnu liggja síð um síð.

Tað er orduliga stuttligt at pynta vimplarnar við ymiskum so sum; glimmurlími, toyi, gimsteinum, satinbondum o.ø. tað gevur teimum bara eitt eyka + og fara teir heilt sikkurt at hava nógv fokus á sær.

Tá tú nú hevur pyntað vimplarnar, lagt teir í ta raðfylgju teir skulu liggja í, er bert eftir at seyma teir saman, og er hetta eisini skjótt og lætt at gera. Á myndunum síggja tit, hvussu eg havi seymað teir saman og eisini, hvussu flottir vimplarnir eru.

Her er so tað endaliga úrslitið! Eg valdi at bæði gera eina romantiska vimplarekkju og eisini eina føroyska rekkju við pappíri við føroyskum bindimynstri/skjúrtatoyi og teim føroysku litunum.

Deil hesa grein