#Brúdleypsstress – Laila bloggar

Navn: Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu: 

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík.

Hon er útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University,  Aarhus.

Hon er búsitandi í Aarhus við makanum Claus og soninum Ádam, inntil februar, tá tey flyta í egin hús í Hedensted.

Laila starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part og 2. part her.

Fyri fyrstu ferð í longru tíð føldi eg ikki, at tað var stress relatera at planleggja eitt brúðleyp, men føldi eg heldur: “ok, hetta fer at vera gott, hóast skræpugrøna kirkju.”

Laila

Upprunliga hevði eg ætla mær, at næsta innslagi av blogginum skuldi vera um hvussu vit funnu útav dato, stað og generellar fyrireikingar. Men eftir síðsta vikuskiftið komu tankarnir til hetta ístaðin.Veit ikki um nakað ordiligt orð er fyri tað, men eg velji at kalla tað brúðleyp stress. Jeps, tað er har vit eru. Brúðleypstress 9 mðr áðrenn brúdleypið. Flott Laila! #KLAPPEKLAPPEKAGE

Í vikuskiftinum hevði eg vitjan av einari dýrabarari vinkonu. Hon og sjeikurin vóru komin til Danmarkar á forlongt vikuskiftið, og var eg so heldig at sleppa at lána hana ein heilan dag + yvirnátting. Hon er tann ið skal standa fyri blómum; bukett, dekoratión og pynting av lokali. Av tí at hon býr í Føroyum, høvdu vit nógv at innheinta. Ringt er, at fortelja ígjøgnum messenger samtalur akkurát hvat tað er, eg havi hugsa mær at havt viðvíkjandi ymiskum, so sjálvandi bleiv nógv av tíðini brúkt uppá brúðleyps prát. Vit koyrdi upp og niður har vit hugdu eftir lokali, kirkju og enntá heilsaðu uppá svigerfamilju so hon kundi fáa eitt inntrykk av hvat eg baksist við til dagligt, og eisini fáa eina visión um hvussu pynt o.a skal vera til brúðleypið. Hetta var milt sagt ein lætti. Faktiskt var hetta fyrstu ferð eg sá kirkjuna innan og var eg um at bresta út í grátur. Eg visti at eg skuldi hava valt kirkjuna í Klaksvík! Órealistikst, men penari, og so nógv penari! Anyways, so er altíð hugnaligt at vera saman við einari vinonu ið skilur teg,  men eisini at kunna útrykkja seg fyri øðrum enn bert svigerfamilju og sjeikinum. Fyri fyrstu ferð í longru tíð føldi eg ikki, at tað var stress relatera at planleggja eitt brúðleyp, men føldi eg heldur: “ok, hetta fer at vera gott, hóast skræpugrøna kirkju.”

Hetta er nokk fyrstu ítøkuligu planleggingarnar síðani áðrenn summarfrítíðuna har tað er blivi planlagt nakað og snakkað meira beinrakið um hvussu brúðleypið skal vera. Eg havi sjálv valt at hava eitt “gør det selv” brúðleyp, I know! Men fúli múli altso! Saknur er í at hava eina vinkonu við síðurnar av. Ikki tað, eg havi mína bestu her í Aarhus og systur mína eisni. Men sjálvt um vit búgva í sama býði, síggjast vit ikki so ofta sum eg/vit kundi hugsa okkum. Thank god fyri telefonir!

Tá Claus fór á knæ, funnu vit skjótt útav nær brúðleypið skuldi vera. Og skjótt gekk til, at vit meir ella minnið høvdu fyrireika alt brúðleypið. Sjálvandi mangla vit enn, at senda invitatónirnar út og at keypa alt. Men eg veit hvussu borðdekoratiónin skal síggja út, havi funni kjóla, veit hvussu blómur gentirnar skullu síggja út. Hár og makeup havi eg eisini funni,  brúðleypfotograf, musikari, maturin og drekkivørur, hvør er síðsti maður og hvør skal taka sær av gávum, orðstýrari, og hvar gestirni skulu gista og enntá borðplanurin er uppá pláss. Um alt gongur sum tað skal, so eru fyrireikingarnar meir ella minnið komið uppá pláss. #TummilUpp

Og nårhja! Forrestin so helt svigermor ikki heilt, at kjólin ið eg havi valt, var akkurát eg! Festligt! Laila

MEN eg má viðganga at hetta hongur mær langt út av hálsinum fyri tíðina -also alt við brúðleypsfyrireikingum. Eg havi fulltíðar arbeiði við møguligum yvirarbeiði næstan hvørja viku, og Claus hevur eitt fulltiðararbeiði við skeivum arbeiðstíðum. Og so er hesin 5 ári gamli    sum eisini skal passast. Okkara gerindasdagur er rokaligur, og roynir man sum fregast at fáa dagin at hanga saman. “Heintar tú? keypir tú inn ella eg? Skít! Eg gloymdi at taka nakað upp úr boksini, hvat skulu vit eta?, “Áh skít! eg siti fastur á motorvegnum, tú mást skunda tær at heinta hann.” Jú tað er stuttligt og hugnaligt og alt hatta ljósareyða at planleggja brúðleypi, -ein flýggjan fra gerindasdegnum til tann dag eg sleppi at kalla hann mann mín. Men tað krevur eisini sítt at geva sær tíð og orku til tað. Og veruleikin er tann, at sjálvt um alt er meir ella minnið uppá pláss til brúðleypið, so ja, so havi eg nokk fingið brúðleyp stress 9 mðr aðrenn brúðleypi. Og tískil hevur alt við brúðleyps fyrireikingum verið steðga í longri tíð. Og tað verur tað nokk eisini eitt sindur aftrat. Tí nu skulu vit hava skil á jólagávur og um 3 mðr flyta vit í egin hús. Og nårhja! Forrestin so helt svigermor ikki heilt, at kjólin ið eg havi valt, var akkurát eg! Festligt! So vit taka eina pausu, anda djúpt, murra “wooostrapa” og “namsté” og biðja um styrki. Og so bíða vit inntil eg komi saman við næstu vinkonuni og vónandi aftur komi í ljósareytt humør.

Inntil tá, havi eg hug at sita á sofuni, aftaná at lítli er farin í song og hyggja eftir skítbýttum donskum sjónvarpi. Heldur tað, enn at spæla við tankan um eina Mr. Bean málinga bumpu inni í kirkjuni #ItWasentMe ella at finna ein kjóla sum svigermor vónandi heldur er meira passandi til mín.

#Namsté

Deil hesa grein