Brúdleypsstress – Kirstin bloggar, 4. partur

Stutt lýsing um meg:

Eg eiti Kirstin Joensen, eri 30 ár, eri útbúgvin cand.ling.merc og arbeiði í løtuni í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Eg eri gift við Brian, sum er el-verkfrøðingur og arbeiðir hjá SEV, og vit eiga tvey deilig børn saman.

4. des.: Sjálv haldi eg ikki, at eg eri ein, sum stressar lætt. Eg eri nokk so rólig og dámi væl at hava nokk at gera. Men eitt sum kann koppa meg eitt sindur, er um eg ikki hava fult kontroll. Tí tað dámi eg sera væl. Eg dámi væl at vita, hvat eg skal gera, hvat fer at henda og hvar o.s.fr. Tískil havi eg eisini nógvar listar. Og eg elski listar, tí so kann eg seta eitt flugubein við hvørja uppgávur ella ætlan, tá hon er gjøgnumførd. So ja, eitt slag av kontroll-freak eri eg uttan iva, men tá man hevur tvey smábørn, fulltíðarstarv, eitt ávegis brúdleyp at planleggja og jólini nærkast, so er nokk so ringt at lata vera við at vera tað.

Maðurin má tíverri bíða við at fáa sær ein ring, tí at ringfingurin, sum hann skaddi í hondbólti er enn hovin.

Brúdleyps fyrireikingar eru so at siga komnar uppá pláss, og tað er so deiligt. Eg vil siga, at um vit høvdu havt longri tíð enn 3-4 mðr. at planlagt hetta brúdleypið, so hevði eg nokk verið eitt sindur meira stressað. Í mínum føri er tað væl frægari at hava styttri tíð til at gera ætlanir, tí so sleppi eg frá at hugsa alt ov leingi um ymiskar smálutir, og tí er eisini lættari at taka avgerðir. Eg meini so við, bara tað at velja ein ring, sum eg skal hava á restina av lívinum, vísti seg at vera ein sera torfør avgerð. Eg gekk leingi og spekuleraði á, hvat fyri ein eg skuldi velja, tí tað er eitt hav av møguleikum. Aftaná nógvar vikur havi eg so endiliga valt ein við hjálp frá vinkonum, manninum og góðum sølufólki, og eg eri tíbetur sera glað fyri hann. Maðurin má tíverri bíða við at fáa sær ein ring, tí at ringfingurin, sum hann skaddi í hondbólti er enn hovin. Gita um eg haldi tað vera irriterandi? Men sum tað er deiligt at kunna seta eitt flugubein við ‘at-finna-ein-ring’ uppgávuna.

Hóast eg ikki eri stressað av brúdleyps fyrireikingum enn tíbetur, so merki eg, at tað er ivaleyst at gera. Nú tá vit eisini nærkast jólini, so er eisini alt tað at hugsa um – jólaveitslur hjá børnunum, jólaborðhald, føðingardagur hjá dóttrini, jólagávur, fyrireikingar til jólini sum heild v.m., men sum sagt so dámi eg væl at hava nokk at gera, so eg ivist ikki í, at eg klári at sleppa mær undan stressinum.

Eg havi eisini fingið at vita nakrar ferðir, at eg má njóta hesa tíðina, har vit planleggja brúdleypið, tí at hana fáa vit heldur ikki aftur. Eg má eisini siga, at tað hevur eina vissa sjarmu, tí at tað eru ikki bara eg og Brian, sum gleða okkum til stóra dagin, men okkara familja og vinfólk gleða seg eisini nógv – summi nógv meira enn vit høvdu væntað, og tað er so deiligt og stuttligt. So ja, eg royni eisini at njóta hesa planleggingartíð, ið spakuliga ger okkara brúdleyp veruligt. Og nú nærkast eisini við fullari ferð, og vit bæði saman við øllum øðrum gleða okkum meira og meira.

Men brúdleyps stress? Nei, einki enn men spyr meg aftur nakrar dagar áðrenn brúdleypið, tá vit eru ígongd við at seta borð upp, pynta hølið o.s.fr. Tá er svarið kanska nakað annað, men eg vóni ikki ☺

Deil hesa grein