Brúdleypsgestirnir sum fotografar – ymiskar appir

Navn: Harriet Olafsdóttir av Gørðum

Brúdleypsdato: 06.07.2012

Annað: Harriet hevur bloggin byolafsdottir.com

Í mínum seinasta bloggi skrivaði eg um, hvussu tit kundu hava eitt skermfrítt brúdleyp, ella í øllum førum partvís skermfrítt.

Hesa vikuna er bloggurin um júst tað mótsætta, nevniliga, hvussu tú kanst inkludera snildtelefonina í tykkara brúdleyp uppá ein góðan máta.

Tað er ikki so langt síðani, at tað var væl umtókt at hava eingangskamera við øll borðini í einum brúdleypi. Hetta so, at gestirnir kundu taka myndir og sostatt vera fotografar til veitsluna, og síðan var tað upp til brúðarparið at framkalla myndirnar aftaná.

Í dag er nógv broytt. Okkum nýtist ikki longur eingangskamera, tí allarflest okkara hava longu eitt kamera á okkum næstan allatíð – nevniliga á telefonini. Snildtelefonin virkar ikki bara sum eitt kamera, men hon hálvavegna framkallar myndirnar fyri okkum beinanvegin, í øllum førum digitalt.

Hetta ger, at brúðarparið nú lættliga kann sleppa undan at keypa eingangskamera ella næstan enntá sleppa undan at bíleggja fotograf til sjálva veitsluna við at eggja brúdleypsgestinum til at vera tykkara fotografar fyri eitt kvøld.

Góðar app’ir til myndadeilan

Tað eru sjálvandi ymsar appir tit kunnu brúka, tá tað kemur til at deila myndir frá tykkara stóra degi. Eg havi gjørt ein lista við nøkrum av teimum niðanfyri:

Instagram
Tað eru alsamt fleiri og fleiri, ið velja at inkludera Instagram í sítt brúdleyp. Hetta kunnu tit gera við at uppfinna tykkara egna hashtag (#), ið bert verður nýtt í samband við tykkara stóra dag. Tá so fólk taka myndir, ið hava samband við tykkara hjúnabandsdag, kunnu tey frámerkja tykkara #, soleiðis, at tit lætt kunnu síggja allar myndirnar. Nøvnini kundu t.d. verið #harrietplussjohn, #harraogfrúavgordum, #avgordum06072012 ella okkurt í tann stíl, tó við tykkara nøvnum og dato sjálvandi.

Tað, sum er umráðandi fyri allar hesar hentleikar, er, at tit gera vart við, at teir eru har, og hvussu tit ynskja at fáa myndirnar.
Snapchat
Snapchat er eisini nakað, ið er sera væl umtókt fyri tíðina. Bið brúdleypsgestirnar senda tykkum tey snapchat, tey taka hendan dagin ella kanska ger ein bólk, har brúdleypsgestirnir eru inniá. Í summum londum ber enntá til at gera sítt egna snapchat filtur til stóra dagin, men hetta er (mær vitandi) tíverri ikki komið til Føroyar enn.

Facebook
Visti tú, at tú kanst gera privatar myndamappur á facebook? Bið gestirnar um at deila myndirnar við tykkum á facebook við at gera sína egna myndamappu, sum kanska bara tit síggja. Tað eru jú ikki øll, ið vilja ella geva loyvi til, at myndir av sær liggja alment úti á facebook, men uppá henda hátt sleppur tú undan tí almenna partinum.

LES VÍÐARI EFTIR LÝSINGINA

Wedpics
Hetta er ein app, har fólk kunnu taka myndir, leggja filtur, viðgera og deila sínar myndir við tykkum. Tit upprætta fyrst ein brúkara, og so fáa gestirnir eina kodu fyri at logga seg inn á júst tykkara brúdleyp. Hendan appin er sera væl umtókt til brúdleyp í bæði Australia og USA.

Tað, sum er umráðandi fyri allar hesar hentleikar, er, at tit gera vart við, at teir eru har, og hvussu tit ynskja at fáa myndirnar. Hetta fyri at vegleiða gestirnar antin áðrenn ella kanska enntá fáa borðharran at siga frá undir borðhaldinum, hvørja loysn tit hava valt. Til ber so sjálvandi eisini at gera skelti ella borðkort, har upplýsingarnar standa á.

Sum við øllum, so eru tað bæði fyrimunir og vansar við at lata brúdleypsgestirnar vera fotografar til tykkara brúðarveitslu. Eitt nú mugu tit hava í huga, at tað er ikki sikkurt, at tit fáa allar tær myndirnar, tit ynskja, at myndirnar ikki vera serliga góðar, ella at fólk yvirhøvur tíma at gera dælt av møguleikunum ella enntá fara í hina grøvina og taka tað alt ov seriøst.

Deil hesa grein