Brúdleypsfyrireiking 4. partur – Maiken bloggar

Nøvn á komandi brúðarparinum: Maiken Sigmundsdóttir og Jan á Líðarenda

Størv: Maiken er skrivstovukvinna á Fiskavirkinum í Gøtu, og Jan er vinnuráðgevi hjá Elding

Komandi brúdleypsdagur: 01.07.2017

Fekk eitt bræv frá Landssjúkrahúsinum í síðstu viku, at eg skuldi til tað sokallaða “keglesnit” mánamorgunin 19. juni, sum skuldi vera dagurin, har vit skuldu royndarseta hár og leggja makeup. Jeps, barasta so typiskt, og “timingin” er bara skræpa. Maiken

So situr mann her, sum ein zombie vikuna áðrenn brúdleypið. Fekk eitt bræv frá Landssjúkrahúsinum í síðstu viku, at eg skuldi til tað sokallaða “keglesnit” mánamorgunin 19. juni, sum skuldi vera dagurin, har vit skuldu royndarseta hár og leggja makeup. Jeps, barasta so typiskt, og “timingin” er bara skræpa. Men sum elsti sonur mín plagar at siga, og sum eg havi sagt fleiri ferðir í seinastuni: “Such is life”! 

Og hetta kann hervið vera ein áheitan til allar kvinnur um at fara til regluligu innkallingarnar til screening fyri lívmóðurhálskrabba – tí tað er ikki altíð bert nábúgvin, ið kemur út fyri tílíkum.

Men “on the bright side”, so prøvaði eg brúðarkjólan aftur í síðstu viku, og hann var ikki ov lítil…fjúúússs, tí eg var rættiliga nervøs fyri, at eg ikki passaði hann. Eg havi vant nógv, og havi gingið ræææðuliga svang ræææðuliga leingi…stakkals Jan. ”You’re not you when you’re hungry”, ikki sannheit?!

Mann er so óluksáliga sjálvkritiskur altíð! Mann er altíð ringast við seg sjálvan. Tí eg sá bara armarnar, sum vóru ov stórir, og ryggin, sum er fullur av móðurmerkjum og sindur slaskutur. Men tað sóu systrarnar slett ikki. So tað man vera á einari góðari leið. 🙂Maiken

Eg visti og føldi, at eg havi tapt meg nøkur kilo og nakrar sentimetrar, men fyri tað var einki garanti fyri, at kjólin sat perfekt kortini. Mann er so óluksáliga sjálvkritiskur altíð! Mann er altíð ringast við seg sjálvan. Tí eg sá bara armarnar, sum vóru ov stórir, og ryggin, sum er fullur av móðurmerkjum og sindur slaskutur. Men tað sóu systrarnar slett ikki. So tað man vera á einari góðari leið. 🙂

Faktist, so fekk eg gjøgnumført nokk so nógv í síðstu viku. Eg fann klæðir til børnini, í øllum førum til onkrum av teimum. Okkurt manglar enn, sum skal koma ta vikuna brúdleypið er, og “with my luck so far”, skal nokk okkurt lort koma afturat. Men eg fekk í øllum førum leigað mær vasar til blómurnar, sum eg skal hava standandi á borðunum, keypti dúkar, borðleypara, serviettar, hevði tí “obligatorisku” samrøðuna við prestin, sum mann skal hava, áðrenn brúdleypið, og sum faktiskt var óvæntandi gevandi og stuttligt, um mann kann siga tað soleiðis. 

So alt í alt vil eg siga, at tann 3 vikan uppundir brúdleypið hevur verið tann mest effektiva. Alt borðpyntið bleiv broytt, tí eg fann ikki tað, eg vildi hava, men ein má altso laga seg eftir tí, sum er at fáa fatur á. Again: “such is life”. 😉

Krukkurnar, sum eg havi samlað, eru eisini pyntaðar, og myndirnar, sum eg skal brúka, eru farnar á ein geyma og til svigermor, sum skal printa tær út og skera tær til. Hon ornar eisini sangheftini og ger eskjur, sum karamellur skulu í til at hava afturvið kaffi. Eg fekk eisini pappír frá henni, sum eg havi brúkt til at pynta krukkurnar, og hevur hjálpt so óluksáliga nógv við øllum…hon er amazing! :*

Mann rennur seg í so skít etandi fult av trupulleikum, og mann má altso bara “go with the flow”, tí um eg skal ganga og vera stúrin um alt, so fungeri eg slett ikki.

Húsið sær aftur út sum eitt r-hol, sjálvt um mamma hevur verið her og skimmað alt, men eg má bara skíta á tað.Maiken

Húsið sær aftur út sum eitt r-hol, sjálvt um mamma hevur verið her og skimmað alt, men eg má bara skíta á tað. Eg fekk nú hasa skurðviðgerðina, so eg skal slappa av og sita sum ein ónytta ímillum alt óruddið. Og um eg ikki hevði fingið skurðviðgerina, hevði eg verið til arbeiðis og ikki havt tíð at ruddað kortini, so fuck it! Vit orna tað aftaná brúdleypið. 😀

Eg ivist onga løtu í, at vit fara at renna okkum í onkrar festligar trupulleikar, men eg eri so væl brýnd, “so bring it on”. 😉Maiken

Eg havi faktiskt eisini verið til tvey polterabend í hesum mánaðinum og ein rundtúr við Norrønu við arbeiðsplássinum, so har eru trý vikuskifti farin, har einki bleiv gjørt. :p Og eg haldi, at 24 tímar í einum døgni er nóóóóógv for lítið!! Líka við, at mann ikki hevur tíð at fara undir brús! :p

Ná, men nú eru bert 9 dagar eftir til brúdleypið, og eg vóni eg bara, at alt gongur upp. Eg ivist onga løtu í, at vit fara at renna okkum í onkrar festligar trupulleikar, men eg eri so væl brýnd, “so bring it on”. 😉

Deil hesa grein