Brúdleypsferðin

Skrivað: Rakul Dalsgaard-Jakobsen

Eftir eitt tíðarskeið fult av borðplanum, hølisprýði og brúðarvalsi, er brúðarferðin heilt sikkurt eitt kærkomið andarhald fyri nýgifta parið. Um hendan ferð verður beint eftir brúdleypið ella eina tíð aftaná er ymisk frá pari til par, men eitt er vist, og tað er at hendan ferð er nakað heilt serligt.

Klassiska brúdleypsferðin

Heimurin er stórur, men tað vísir seg ofta, at nøkur ávís ferðamál eru serliga vælumtókt tá brúdleypsferðin skal leggjast til rættis.

Maldivurnar

Ofta verður sagt, at Maldivirnar eru eitt paradís har tíðin stendur í stað, og er hetta tí eitt upplagt stað at halga alla sína tíð til sína betri helvt.

Tá man sigur Maldivurnar, sigur man eisini marglætis avslapping. Á Maldivunum kanst tú uppliva gourmetmatstovur, tú kanst kava í fantastiskum koralrivum og ganga hond í hond við sjóvarmálan og njóta hvønn annan, meðan sólin fer í kav í indiska oceaninum.

Her kanst tú búgva á risastórum All-inclusive hotelli, ið liggur beint út til strondina ella í privatari bungalow við egnum pooli og privatstrond. Ofta verður sagt, at Maldivirnar eru eitt paradís har tíðin stendur í stað, og er hetta tí eitt upplagt stað at halga alla sína tíð til sína betri helvt.

Hawaii

Her kanst tú læra at dansa hula, og sjálvandi skal eisini standast á brimfjøl nú ein er í landinum, ið hetta bleiv uppfunnið.

Fríski blómuangin í luftini setir karmarnar fyri veruligum romantikki. Tað heita klára vatnið er lokkandi og avslappandi. Náttúran er bergtakandi. Onki stað í heiminum er sum Hawaii og er hetta ein fantastisk destinatión til eina brúdleypsferð. Á Hawaii ber til at vitja eitt av mest aktivu gosfjøllunum í heiminum. Her kanst tú læra at dansa hula, og sjálvandi skal eisini standast á brimfjøl nú ein er í landinum, ið hetta bleiv uppfunnið.

París

Velur man at halda brúdleypsferð í býarinnar býi, verður romantikkur og tveysemi heilt vist í fokus. París er ein sera romantiskur og vakur býur. Her er nógv at síggja og uppliva. Skriva nøvnini hjá tykkum á eitt heingilás og sett tað á kærleiksbrúnna, Pont des Arts. Ger sum franskmenninir og deilið eina fløsku av fronskum víni á stóru trappuni uttanfyri vøkru kirkjuna Sacré-Coeur. Etið romantiskan døgurða umborð á einum av mongu bátunum, ið sigla á kendu ánni Seinen, ið rennur ígjøgnum býin. Møguleikarnir í París eru nógvir og er hetta eitt sera gott ferðamál til eina brúdleypsferð.

Fjakkara brúdleypsferð

Tað verður alsamt meiri vælumtókt, at brúdleypsferðin verður  ein fjakkara ferð í longri tíðarskeið enn klassiska ferðin plagar at vera.

Romantisk road trip

Ein av best umtóktu rutunum er, rutan millum San Francisco og Los Angeles. Túrurin tekur ikki nógvar dagar, men mælt verður til, at man gevur sær góða tíð. Gistið í nøkrum av teimum smáu hugnaligu býunum, ið tit koma til á vegnum. Brúkið nakrar dagar í frískari luft og njótið friðsæluna og frælsið í tjóðarparkini Yosemite. Steðgið á í Malibu og sólið tykkum á teimum nógvu strondunum og eygleiðið tey, ið standa á brimfjøl og ríða á aldunum. At enda brúkið nakrar dagar í Los Angeles, vitjið Universals Studios, Santa Monica Pier, hyggið eftir Los Angeles Lakers á heimavølli ella okkurt fjóðra. Eitt er vist, í LA fara tit ikki at keða tykkum.

Interrail

Hví uppliva eitt land, tá man kann uppliva fleiri? Eru tit áhugaði í mentan, søgu og evropa, er Interrail heilt sikkurt nakað fyri tykkum. Interrail hevði sína stórtíð í 1980’unum, men er við at fáa sína renessansu. Ferðist við toki úr einum evropeiskum býi í ein annan víðari til ein triðja.  Her er pláss fyri spontaniteti, tí ikki er neyðugt at bíleggja alla sína ferð í einum. Um tit ikki tíma at fara ’klassiska’ túrin úr Danmark, gjøgnum Týskland, Frakland og Italia, ber til at flúgva til t.d. Budapest og so við toki ígjøgnum eysturevropa. Møguleikarnir eru nógvir.

Barnavinarligar brúdleypsferðir

Um børnini skulu við á brúdleypsferð, er neyðugt at taka atlit til teirra tørv og áhugað, Tí er Disneyland eitt upplagt ferðamál til eina brúdleypsferð við børnum. Til ber at búgva á hotelli inni í stuttleikaparkini. Tá er ikki neyðugt at royna alt ið roynast kann uppá ein dag. Disneyland Paris liggur ikki langt frá París, so um hugur er til tess, kann viðmælast at fara ein túr til henda vakra og romantiska bý.

Hetta eru bert nøkur dømi uppá ymiskar brúdleypsferðir, møguleikarnir eru nógvir og bert fantasiurin ið setur mørkini.

Eftir er bert at siga, góða ferð.

Deil hesa grein

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Sunnvør Knudsen & Arni Rasmussen
  • Rebekka Poulsen & Leivur Joensen
  • Jóhanna Bjørg Fuglø & Magnus Pauli Juul Johannesen
  • Halltóra Poulsen & Jóhan Dam