Brúdleypið hjá Sigrun & Andrias Højgaard

Nøvn:
Andrias og Sigrun Højgaard

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Andrias er sjómaður og Sigrun er hjálparfólk á barnagarði. Saman eiga tey tveir dreingir og hava eina gentu í fosturpleygu.

Brúdleypsdato:
1. august 2015

Gestir til veitsluna: 120 fólk. Veitslan var fyri innbodnum.

Stað fyri vígsluna:
Fríðrikskirkjan á Nesi

Veitslan bleiv hildin:
B68 húsið

Fíggjarætlan:
Kr. 50.000,-

Myndir:
Jóhanna Thomsen Foto

Sigrun greiðir frá

Avgerðin um at giftast:
Vit høvdu tá verið saman ì 11 àr. Vit hildu bæði, at nú var tíðin komin at giftast. Og vit eru sera glað fyri tað ì dag. Vit skuldu langt síðani havt gift okkum. Men fingu tað simpulten ikki uppí lag.

Brúdleypsdagurin
Vit vistu beinanveg, at vit máttu hava eitt “stille og roligt brúdleyp” av tí, at vit hava børn. Og tey skuldu sjálvandi eisini njóta hendan dagin saman við okkum. Vit høvdu borðhald og lekkra heita buffet, bæði til børn og vaksin. Aftaná høvdu vit køkuborð við kaffi og thé. Brúðarkøkan var frá Miðberg.
Tað var ordiliga hugnaligt.

Brúðarkjólin:
Eg var longu í februar og valdi mær kjóla frá Brúðarlín. Eg prøvaði seks kjólar. Allir vóru sera penir. Men har var einki at ivast í, tá eg fann mín dreymakjòla. Og mínar dreymabrúðarskógvar.
Børnini høvdu eisini klæðir frà Brúðarlín. Og skógvar frá 2steps. Tá eg prøvaði kjólan, gjørdu vit ein gellutúr burturúr, út at eta og hyggja at kjóla, eg, Heidi (vinkona) og systi.
Brúðarbukettin var frá Blómuhúsinum.

Hár: Salong Halda.

Makeup: Harda Hansen.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Andrias var niðri í Danmark í mars mánaði og ferðaðist, har fann hann klædningin, hann hevði leita eftir. Hann vildi gjarna hava ein bláan klædning. Og skógvarnir, sum hann keypti, vóru frá 2steps.

Tað besta við degnum:
Vígslan sjálv, og at njóta dagin saman við okkara gestum.

Brúðarferðin:
Vit fóru ikki á Brúðarferð, men brúðarnáttina svóvu vit á Hotel Føroyum. Har var luksus. Eisini var lekkur morgunmatarborð við ì prísinum.

Síðani fóru vit heim at gera klárt til brúðarhús, eisini har fingu vit sera góða hjálp frá okkara nærmastu. Vit vildu ynskt, at vit tóku myndir, tá vit høvdu brúðarhús, men tað gloymdu vit púrasta.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Minnist til at njóta dagin og takið nokk av myndum. Og fái talurnar uppá video.

Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?
Nei, tað høvdu vit nokk ikki. Onkur smávegis ting vórðu gloymd á vegnum. Men tað gjørdi einki í síðsta enda. Vit høvdu ein ógloymandi dag.

Deil hesa grein