Dreymavígsla í Sandagerði

Nøvn: Fríða Jórunardóttir (f. Andreassen) og Sigmund Jógvansson (f. Jørgensen)

Brúdleypsdagur: 26.03.2016

Stað fyri vígsluna: í Sandagerði

Tal av gestum:
Til vígsluna komu tey sum høvdu hug at koma og eisini til móttøkuna eftir vígsluna. Tí er tað ringt at meta um, hvussu nógv komu.

Endalig fíggjarætlan:
Kr. 35.000,-

Myndir: SolArt

Fríða og Sigmund greiða frá


Størv og stutt lýsing um okkum:
Fríða (f. 25.05.1990): Starvast sum hjálparfólk á Dagstovninum á Hamrinum (havi starvast har 2 ár í mars).
Sigmund (f. 24.09.1989): Bleiv útbúgvin lærari í 2015. Lesur nú MA í føroyskum á Føroyamálsdeildini og verður liðugur í summar 2017.

Vit komu saman í septemburmánað í 2008.
Vit kunnu ikki siga annað enn, at har er nógv hent hesi árini vit hava verið saman.

Saman eiga vit trý deilig børn. Óðin 7 ár, Reðin 5 ár, og Flykru 2 ár.

Vit keyptu hús í desembur 2014 og fluttu inn júst 2 ár eftir keypið vegna umbygging.

Fíggjarætlan:
Upprunaliga var fíggjarætlanin kr. 30.000, men endaðu við at koma upp á kr. 35.000. Tað var ongantíð meiningin at brúka nógvar pengar, tí at vit vildu ikki halda brúdleyp fyri innbodnum, men eina vígslu og opið hús. Við at hugsa kreativt, leita eftir bíligum loysnum og við ótrúliga góðari hjálp frá vinum og familju fingu vit alt at hanga saman.

Hví júst hetta slag av brúdleypi?
Haldi vit bæði hava altíð ynskt okkum eitt øðrvísi brúdleyp. Sum børn hava vit bæði verið fleiri summur vesturi í Mykinesi. Tá vit so blivu par og fóru at práta um ynski og dreymar, so ynsktu vit bæði at giftast vesturi í Mykinesi. Foreldrini hjá Sigmundi vórðu gift har vesturi í juni 1991. Men so bleiv ikki hjá okkum.

Vit ynsktu okkum samstundis eitt várbrúdleyp, og báturin (Jósup) byrjar ikki at sigla út til Mykinesar fyrr enn 1 mai. So fóru vit at hugsa onnur støð, har vit hava havt nógvar góðar løtur, bæði sum børn sjálv og eisini sum par og seinni sum familja. Tað tók ikki langa tíð so var tað funnið. Sandagerði! Fleiri ristu við høvdunum. Søgdu, at vit vóru ikki í ordan at hava vígsluna uttandura í mars. “Um tað fer at regna, hvat gera tit so”? Okkara svar til hesi spyrjandi var: “Tað finna vit útav”. Har var sum so eingin plan-B.

Stutt frágreiðing av brúdleypsdegnum:
26.03.2016 kl. 14 var vígsla í Sandagerði. Flaggsteinar við Merkinum, reyða langteppið, heiðursportur, ballónir og vakrar blómur prýddu sandin henda vakra várdag.

Vinmaður okkara spældi fyri, og klárt var at byrja. Beiggi Fríðu beyð fólkunum vælkomnum, og Heðin Mortensen, sum gifti okkum, helt eina vakra talu.

Elsti sonur okkara, Óðin, fylgdi Lunu, tíkini sálu, niðan til okkara við ringunum, sum vóru um hálsin á henni.

Vit sungu tveir sálmar, gingu eftir reyða teppinum niðan í ein Rolls Royce, sum koyrdi okkum runt í Havnini og aftur í Sandagerði at taka myndir.

Síðan varð koyrt í Hornahúsið til móttøkuna. Eftir tað varð farið niðan til Hotel Føroyar í brúðarsvituna. Kl. 20 fóru vit bæði brúðarklødd oman í Áarstovu at fáa okkum at eta.

Brúðarkjólin:
Tað er altíð ein vandi at keypa á netinum, tí ikki er tað altíð, at tú fært júst tað, tú bílegði. Eftir at hava leitað leingi á netinum, var hann funnin. Keyptur kl. 01 um náttina. Hann skuldi seymast eitt lítið sindur um um hálsin, og tað var alt. Dreymakjólin. Eisini lænti eg eina vakra kápu frá systkinabarninum, ið giftist í desembur 2015.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Føroysk klæði, egin ogn. Frá familju og kenningum lænti hann hvítan vest og hvítar hosur.

Óðin & Reðin vóru eisini í føroyskum klæðum, og Flykra var í bundnum brúðargentukjóla, sum omman hevði bundið.

“Alt gekk sum tað skuldi. Vit fingu veruliga okkara dreymabrúdleyp”Fríða
Veitslan:
Í staðin fyri at halda veitslu sum vanligt, valdu vit at gera brúðardagin til okkara dag. Tí var móttøka eftir vígsluna, har til bar at heilsa uppá og ynskja okkum til lukku. Púra óvænta, meðan øll hugna sær við køkum, frukt og drekkandi, kemur bólkurin Marius innum at framføra nøkur løg. Hetta var ein ótrúlig brúðargáva.

Av tí at vit høvdu valt at brúðardagurin skuldi snúgva seg um okkum bæði, so gjørdu vit av, at opið hús skuldi verða dagin eftir brúdleypið. Hóast húsini enn vóru undir umvæling, snøggaðu og pyntaðu vit um, og hetta riggaði eisini avbera væl. Har kom rættiligt lív í. Kalt borð og drekka var at fáa. Har komu millum 150-200 fólk. Eisini settu vit eina heimagjørda myndaboks upp. 
Uttan familju, vinir og kenningar hevði hetta als ikki rigga so væl, sum tað gjørdi, og tað eru vit so sera takksom fyri.

Tað besta við degnum:
At alt gekk, sum tað skuldi. Vit fingu veruliga okkara dreymabrúdleyp.

Brúðarferðin:
Vit hava ikki verið enn, men vit fara til Edinburg í mars.

Annað:
– Brúðarringarnar hjá okkum, sum ein vinmaður hevur gjørt, eru gjørdir úr hvalatonn.

– Blómurnar vórðu keyptar frá Árstíðunum.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Tað ræður um at halda høvdið kalt. bæði við fyrireikingunum og brúðardegnum sjálvum. Minnist hvønn annan! Hetta er tykkara dagur, sum vísir tykkara kærleika fyri hvørjum øðrum. Tað er ógvuliga skjótt at gloyma tað burtur í øllum fyrireikinginum.
Sjálv fekk eg eini góð ráð til stóra dagin, sum eg tók til mín: Minst til at njóta hvørt sekund av degnum, áðrenn tit vita av, so er hann av.

Deil greinina