Brúðarmyndir – Tjekklisti

Her eru nøkur hugskot til, hvørjar myndir kunnu verða tiknar á tykkara brúðardegi.

Hava tit okkurt gott hugskot, ið ikki er á listanum, eru tit vælkomin at senda okkum eini boð her.

Fyrireikingin

• Brúðurin – háruppsetan/makeup
• Brúðurin – detaljur (skógvar, smykkur, okkurt gamalt, okkurt nýtt, okkurt lænt og okkurt blátt)
• Brúðarbukett – detaljur/nærmynd
• Skógvar – detaljur/nærmynd
• Brúðarbørn – detaljur og heildarmynd
• Brúðurin – “fjalt kamera” myndir (óuppsettar/tilvildarligar myndir)
• Brúðarbørn – “fjalt kamera” myndir (óuppsettar/tilvildarligar myndir)
• Brúðurin – kjólin (hangandi, liggjandi á song ella stóli)
• Brúðurin – mamman lynar/knappar kjólan aftur
• Brúðurin – mamman hjálpir við síðstu detaljunum (t.d. slørinum, skógvunum, hálsketu osfr.)
• Brúðurin – mynd í fullari longd í kjólanum, hyggjandi í speglið
• Brúðurin – mynd í fullari longd í kjólanum, hyggjandi út ígjøgnum vindeyga
• Brúðurin – við slør fyri (taka ígjøgnum, meðan hon hyggur eftir bukettini)
• Pápi til brúðrina – reaktión tá hann sær hana í kjólanum
• Brúðurin – saman við sínum foreldrum og systkjum
• Brúðurin – evt. saman við sínum vinkonum
• Brúðurin – saman við brúðarbørnunum
• Brúðurin – á veg til vígsluna
• Brúðgómur – ger seg kláran, t.d. slips, butterfly, knappa jakkan, ermu (einsamallan og saman við foreldrunum)
• Brúðgómur – saman við sínum foreldrum og systkjum
• Brúðgómur – evt. saman við sínum vinmonnum
• Brúðgómur – á veg til vígsluna
• Ringar – nærmyndir

Vígslan

• Innandura og uttandura myndir av staðnum áðrenn gestir koma
• Brúðgómur – gongur niður til altar evt. saman við mammu síni
• Brúðgómur – nærmynd av útrykkinum tá hann bíðar eftir brúðrini
• Brúður og brúðarbørn ganga upp til altars
• Ommur/abbar – gangandi eftir gólvinum (áðrenn og/ella aftaná vígsluna)
• Brúðurin og evt. brúðarbørn – bíða eftir at skula ganga upp til altars
• Brúðurin – Nærmynd av andliti, beint áðrenn hon ger sína entré
• Brúðurin og evt. brúðarbørn – ganga upp til altars
• Brúðgómur – reaktiónina, tá hann sær brúðrina
• Brúðurin – pápin/tann sum leiðir hana, tá tey “skiljast”/fara hvør sín veg
• Brúður og brúðgómur – við altarið
• Foreldur – bæði sett av foreldrum, meðan tey hyggja at vígsluni
• Brúður og brúðgómur – Víðvinkulmynd av allari vígsluni frá inngongdini/aftast
• Gestir – Víðvinkulmynd av øllum gestunum (tikið uml. frá altarinum av)
• Serligar løtur – t.d. tendra ljósini
• Brúður og brúðgómur – geva ringarnar uppá
• Brúður og brúðgómur – fyrsti mussurin
• Brúður og brúðgómur – nærmynd beint eftir vígsluna
• Brúður og brúðgómur – klemma familju og vinir
• Brúðurin – vísur ringin til sínar vinkonur e.t.
• Brúður og brúðgómur – tá tey fara avstað (á veg í bilin og tá tey eru í bilinum, t.d. nærmynd ígjøgnum bilvindeyga

Áðrenn veitsluna & portrettmyndir

• Brúður og brúðgómur – mynd saman, full longd
• Brúður og mamma – full longd
• Brúður og pápi – full longd
• Brúður og foreldur – full longd
• Brúður – og hennara nærmastu
• Brúðgómur og mamma
• Brúðgómur og pápi
• Brúðgómur og foreldur
• Brúðgómur – og hansara nærmastu
• Brúður & Brúðgómur – við hennara nærmastu
• Brúður & Brúðgómur – við hansara nærmastu
• Brúður & Brúðgómur – við hansara og hennara foreldrum
• Brúður & Brúðgómur – við hansara og hennara nærmastu
• Brúður & Brúðgómur – við brúðarbørnum
• Brúður & Brúðgómur – hvør sær við vinfólkum
Brúður & Brúðgómur – við øllum gestunum (tá tað er eitt lítið brúdleyp)

Veitslan

• Innandura og uttandura myndir av staðnum áðrenn gestir koma
• Detaljumyndir – borðkort, menukort, borðprýði, dekoratiónir, hølisprýði, borðreiðing, serlig ting/prýði, sjampanju/vælkomst gløsum
• Brúðarkøkan
• Pinnamat ella tílíkt (forrætt, appetizer)
• Gestir – koma og evt. skriva í gestabók
• Brúður & Brúðgómur – koma til veitsluna og/ella til borðs
Talarar – nærmyndir
• Brúður & Brúðgómur – drekka sjampanju/vín við teirra borð
• Brúður & Brúðgómur – tosa við gestir
• Brúður & Brúðgómur – dansurin
• Brúður – evt. dansar við pápa sínum
• Brúðgómur – evt. dansar við mammu síni
• Foreldur og ommur/abbar – dansa
• Gestir – dansa
• Tónleikarar/DJ, veitslustjóri og undirhaldarar
• Brúður & Brúðgómur – dansa við gestunum
• Brúður & Brúðgómur – skera brúðarkøkuna
• Brúður – evt. kastar bukettina
• Brúður & Brúðgómur – um tey fara avstað, t.d. bilin

Deil hesa grein