Brúðarlín

Brúðarklæðir

Brúðarlín

 

Stutt um

Hjá Brúðarlín vita vit, at hjá eini brúður er kjólin ein tann týdningarmesti parturin av brúdleypinum. Okkara endamál er at geva kvinnum í brúðartonkum ríkar møguleikar at finna dreymakjólan til stóra dagin.

Hetta gera vit, við at bjóða eitt ríkt úrval av dygdarkjólum, í alskyns sniðum og støddum, sum tú kanst koma og royna. Á henda hátt kanst tú best síggja, hvønn kjóla tú kennir teg best í, eins og vit vegleiða og ráðgeva tær til rætta kjólan. Eisini hava vit dugnaligar seymiførleikar, so møguleiki altíð er fyri at tillaga kjólan júst til tín tørv.

Brúðarlín hevur um 150 kjólar til leigu og sostatt helst størsta úrvali av kjólum í Føroyum. Umframt at útleiga brúðarkjólar, slør og annað tilhoyr, hava vit eisini eitt fjølbroytt úrval av brúðarskóm, smykkum, undirklæðum v.m. til sølu, eins og vit hava barnaklæðir til brúðargentur og -dreingir og føroyskar vestar og hosur til menn leigu.

Síðan januar 2012 hava vit eisini selt fermingarkjólar.
Vit eru sera errin og glað um at vera blivin umboð fyri vøkru Lucca og Lilly fermingarkjólarnar í Føroyum.
http://www.luccabride.com/shop/cms-konfirmationsforhandler.html

Fyri at vit kunnu veita tykkum tað bestu tænastuna, er best, at avtala eina tíð, at koma at royna teir kjólar, vit hava heima.

 

Fá samband


Telefon nr.:76 99 10
Heimasíða
http://www.brudarlin.fo
Facebook: www.facebook.com/Brúðar/