Vinfólk ígjøgnum 10 ár gjørdust hjún

Nøvn:
Silja Sørensen (f. í Liða) og Jóhannes Sørensen

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Silja er ljósmóðir-lesandi og Jóhannes er maskinmeistari

Brúdleypsdato:
15. okt. 2016

Gestir til veitsluna:
145 fólk. Veitslan var fyri innbodnum

Stað fyri vígsluna:
Í lítla hølinum í Østrøm

Veitslan bleiv hildin:
Í stóra hølinum í Østrøm

Myndir:
Mirjam & Janus Photography

Avgerðin um at giftast – Silja greiðir frá

Vit hava eina heldur stuttliga søgu ella fortíð. Vit hava verið góðir vinir í 10 ár og brúkt nógva tíð saman. At vit bæði skuldu finna saman, var als ikki nakað, sum lá í okkara kortum, so tað var sera tilvildarligt, at vit komu saman.

Men aftaná vistu vit beinanvegin, at vit vóru gjørd til hvønn annan. Vit vistu bæði frá byrjan av, at vit skuldu giftast, men Jóhannes keypti ringin, tá hann var í India (sum hevur sína heilt egnu søgu) og fór á knæ 17. desembur 2015.

Tá ein løta var farin, segði hann so fitt: “Silja, tú gert meg eitt sindur nervøsan, er hetta eitt ja?” Og eg bara nikkaði og flenti, meðan eg græt enn meira.Silja
Hóast eg visti, at tað skuldi vera vit bæði, og at vit fóru at giftast, tók hann meg fullkomiliga av bóli. Vit búðu í ymiskum londum, eg læs í Danmark, meðan hann arbeiddi uttanlands. Eg var komin heim til Føroyar í jólaferiu um kvøldið tann 16. desembur, og hann hevði fortalt mær, at dagin eftir hevði hann lagt til rættis. Hetta tóktist als ikki óvanligt fyri meg. Av tí, at vit ikki búðu í sama landi, plagdu vit at gera nakað serligt tá vit so sóust, og so tað, at Jóhannes er ein ótrúliga romantiskur maður.

Hann kom eftir mær fyrrapart, og vit fóru í spa í Gundadali, við øllum tí, ein kann ynskja sær: Privatrúm við kropsmýking, andlits- og fótarøkt, jacuzzi við drykkjuvørum og ja, mega lekkurt! Seinni út á kvøldið fóru vit á matstovuna Barbaru og fingu eina fantastiska matskrá, og aftaná tað fóru vit til mítt yndisstað, har Jóhannes fór á knæ.

Eg hevði onga hóming! Eg bara græt. Ikki eingongd táraði, eg græt! Eg skilti tað ikki. Sjálvt um eg visti, hendan løtan einaferð fór at koma, so var hetta ein løta, sum eg ikki dugi at lýsa nóg væl í orðum. Í hasi løtu hevði eg fingið bestu og størstu gávu í mínar hendur – í ævir! Eg kann kanska lýsa tað best við at siga, at fyri meg var tað ein heilag løta.

Aftaná eina løtu segði hann so fitt: “Silja tú gert meg eitt sindur nervøsan, er hetta eitt ja?” Og eg bara nikkaði og flenti, meðan eg græt enn meira. So opnaði hann sjampanju, sum hann hevði goymt millum onkrar steinar, meðan eg royndi at fata, at hetta ikki var ein dreymur.

Søgan um ringin – Jóhannes greiðir frá

Ringurin hjá Silju bleiv keyptur á einum flogvølli í India. Eg sá hann, tá vit lendu í New Delhi og skuldu víðari til check-in-øki í innanlandsflúgving. Hann fangaði mítt eyga við tað sama. Ringurin passaði perfekt til hana og støddin var eisini av tilvild júst tann rætta, men vegna tað, at prísurin var høgur, hugsaði eg, at eg mátti líka hyggja betri runt áðrenn, men so skjótt vit fóru frá tí flogvøllinum, visti eg, at eg hevði skula keypt hann, tí hvørji eru líkindini fyri, at hann er har, tá vit komu aftur.

Ringurin var í tonkunum so at siga allan túrin, eg prøvaði at hyggja runt umkring aðrastaðnis, men fann ongan, ið kom upp á knøini á tí fyrsta.
 Tá vit so settu leiðina heimaftur aftaná 4 vikur brúktu vit síðsta dagin í New Delhi, vinmaður mín fór á sightseeing og eg fór á flogvøllin at royna eydnuna at finna ringin. Ein kann ikki bara ganga inn í innskrivingarøki, so eg mátti fyrst keypa billett til okkurt tilvildarligt stað, og so gjøgnum mannagongdina. Tey, sum hava verið í India, vita, hvat eg snakki um, tá eg sigi, at trygdareftirlitið á flogvøllinum er strangt. Har ganga vaktir við ak-74 automatbyrsum allastaðnis, og ein skal vísa boardingpassið einar 1000 ferðir, áðrenn ein er inni. Øll spurdu meg, hvar mítt viðføri var, og eg føldi meg kriminellan fyri at siga tað pent, tí eg visti ikki um tað, eg gjørdi, var lov.

Tá eg kom út um hurðina, føldi eg meg sum ein greiva, men samtíðis sum hálvgum kriminellan av allari gongdini og trygdarkanningunum, eg hevði verið ígjøgnum. Men ringurin var í lummanum, og gleðin var ómetaliga stór.Jóhannes
Eg skundaði mær til handilin, og mín sann, hann var har á sama stað! Glaður var eg.
Men nú skuldi eg út aftur, tað var ein heilt onnur prosess, tí har var einki “exit” ella “baggage claim”, bert fráferðir í hesum partinum av flogvøllinum. Eg royndi at finna útav, hvussu ein kundi koma út, men einasti mátin var at blíva eskorteraður út aftur av starvsfólkunum, ið arbeiddi har. Har skuldi eg ígjøgnum mannagongdina umaftur, hesuferð við einum persóni við liðina, og við hermonnum ið hugdu grumt og spekulerandi uppá meg. Eg skuldi skrivast í eina bók og skriva undir og tað heila fyri at sleppa út. Eg hevði enn boardingkortið, sum teir skuldu stempla fleiri ferðir, áðrenn eg slapp út.

Tá eg kom út um hurðina, føldi eg meg sum ein greiva, men samtíðis sum hálvgum kriminellan av allari gongdini og trygdarkanningunum, eg hevði verið ígjøgnum. Men ringurin var í lummanum, og gleðin var ómetaliga stór.

Brúdleypsdagurin – Silja greiðir frá

Fyri okkum var tað umráðandi, at hava eitt inniligt brúdleyp, sum vit kundu deila saman við fólki, vit elska, og sum hava havt stóran týdning í okkara lívi.Silja
Fyrireikingin av brúdleypinum var torfør, tí eg búði í Danmark, Jóhannes arbeiddi uttanlands, og vit komu ikki til Føroyar fyrr enn mikukvøldið áðrenn brúdleypið, sum var ein leygardag. Harafturat búði øll mín familja í Danmark. Men tíbetur havi eg eina fantastiska verfamilju heima í Føroyum, sum var ein ótrúliga stór hjálp.

Í okkara parlagi er tað eitt sindur øðrvísi enn ”vanligt”. Hjá okkum er tað eg, sum ikki leggi so nógv í, hvat og hvussu, meðan Jóhannes er tann, sum gongur eitt sindur hægri uppí staklutir og kvalitet. So meðan eg keypti alt inn og planlegði, so var hann í telefonini og góðkendi. 😀

Fyri okkum var tað umráðandi, at hava eitt inniligt brúdleyp, sum vit kundu deila saman við fólki, vit elska, og sum hava havt stóran týdning í okkara lívi. Samtíðis sum vit vildu hava tað inniligt, so vildu vit eisini hava øll við, so tað bleiv ein blanding av báðum.

Tað, sum var mest týdningarmikið, var, at gestirnir høvdu tað gott og kendu seg væl. Vit ynsktu, at tey, sum komu, skuldu merkja tann kærleikan, vit hava til hvønn annan og til tey.

Vit blivu vígd í lítla hølinum í Østrøm og veitslan var í tí stóra. Vígslan var ein fantastisk, heilag løta. Jógvan Zachariassen vígdi okkum, sum hevði ein stóran týdning fyri okkum. Vit ynsktu, at vígslan skuldi endurspegla okkum bæði, sum eru nokk so frí, og tí var hon eitt sindur annarleiðis enn flestu vígslur. Aftaná fingu vit nógvar jaligar viðmerkingar um, hvussu natúrligt alt gekk fyri seg, og vit kundi ikki verið glaðari fyri vígsluna. Vit fingu eisini fyrireiking, vígslu og veitslu tikið á sjónband, sum vit eru ótrúliga glað fyri.

Aftaná høvdu vit móttøku, og so fóru vit at taka myndir við Mirjam & Janus.

Hotel Føroyar stóð fyri mati og tænastu. Veitslan byrjaði við vælkomsti kl. 18.30, og fólkini fóru til borðs kl. 19 – og so var “fest” fyri rest.

Brúðarkjólin:
Eg keypti kjólan í Vintage Girl í Keypmannahavn og skógvarnir í Italia.

Hár og makeup:
Barbara Chaparro gjørdi hár og makeup.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Jóhannes keypti klædningin í Italia av merkinum Dolce & Gabbana.

Fíggjarætlan:
Endaligu upphæddina hava vit ikki roknað út, men vit eru sera nøgd við alt, og høvdu ikki gjørt nakað annarleiðis.

Tað besta við degnum:
Tað er ógvuliga torført at seta eitt punkt, sum var tað besta. Dagurin byrjaði fantastiskt við fyrireikingini, og so bleiv hann bara betur og betur sum tíðin gekk. Men vígslan var nakað heilt serligt. Bæði tá hurðarnar opnaðust, og eg gekk móti Jóhannes, men serliga talan, lovsangurin og tá vit góvu okkara lyfti til hvønn annan.

Eitt annað gott ráð er at fara inn í hjúnabandið við tí fyri eyga, at góðtaka og elska tín maka soleiðis, sum hann er, vera skjótur at biðja um umbering og skjótur at fyrigeva.Silja
Brúðarferðin:
Vit ynsktu okkum at fara langt og vera leingi vekk, men av tí, at eg skuldi upp til roynd tvær vikur aftaná brúdleypið, valdu vit at goyma tað til eina aðru ferð. Av tí, at vit væntaðu at fara at ferðast rættiliga nógv, hevði tað ikki so stóran týdning fyri okkum. So vit endaðu við at fara eina viku til Rhodos, og so mátti eg heim at fyrireika meg.
Eg valdi at taka farloyvi í eitt hálvt ár aftaná royndina, so vit kundu njóta tíðina saman og ikki noyðast at vera hvør sær. So hetta hevur verið ein fantastisk, lærurík og avbjóðandi tíð.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Vit vilja ráða øllum til at fara á hjúnabandsráðgeving/-skeið, áðrenn tey verða gift, og kanska serliga at hava onkran at tosa við í tíðini aftaná brúdleypið.

Eitt annað gott ráð er at fara inn í hjúnabandið við tí fyri eyga, at góðtaka og elska tín maka soleiðis, sum hann er, vera skjótur at biðja um umbering og skjótur at fyrigeva. Stutt sagt, at bæði seta sín maka sum nr. 1 og seg sjálvan nr. 2.

Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Eg haldi ikki, vit kundu sett fingur uppá nakað við degnum. Hann var betur enn vit nakrantíð kundu ímyndað okkum.

Deil hesa grein