Vígd á strondini í Nýsælandi

Nøvn: Rannvá Djurholm Graham og Mark Graham

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Rannvá er úr Føroyum, meðan Mark er frá Nýsælandi, í løtuni búgva tey í Føroyum, men flyta aftur til Nýsælands í oktober. Rannvá er í barsil, Mark er handverkari.

Brúdleypsdato: 20. Desembur 2014

Gestir til veitsluna:
85 gestir – vígslan var fyri øllum, meðan veitslan var fyri innbodnum

Stað fyri vígsluna:
Úti á strondini Papamoa beach í Nýsælandi


Avgerðin um at giftast – Rannvá greiðir frá

Mark spurdi meg, um eg vildi giftast. Eg bleiv mega spent og glað ein fantastiskt kensla.
Eg hugsaði eitt sindur, um ætlaði at spyrja, tí vit fóru á ein kajak túr til eina lítla oyggj og hevði gjørt nógv burturúr, so eg hevði í huga, at hann kanska fór at spyrja.
Vit høvdu tosa eitt sindur um tað, áðrenn hann fríggjaði, men vit høvdu eisini longu í huga, tá vit byrjaðu at ganga saman, at vit ynsktu at giftast.


Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?:

Fyri okkum var strondin nakað heilt serligt. Vit eiga 2 kajakkir, elska at surfa og ganga túrar á strondini, so vit ynsktu, at tað var á einum staði, ið hevði nakað at týða fyri okkum, og har vit vanliga brúktu nógva tíð saman.
Brúðarkjólin: Eg fekk hann seymaðan av einum skraddara.

Klæðini hjá brúðgóminum: Mark og allir hansara ”best men” fingu bílagt flottar skjúrtur frá Thailandi og buksur frá lokalum handli.

Fíggjarætlan: Uml. 25.000 kr.

Tað besta við degnum: At siga ja til hvønn annan. At siga ”ja” til at ”hetta er tað eg vil restina av lívinum” er ein mega stór avgerð, men ein fantastisk avgerð at liva saman við sínum besta vini.




Brúðarferðin: Vit fóru í februar til Bali. Vit valdu at fara til Bali, tí tað er kent fyri surfing, og tað elska vit at gera saman, so tað var tí vit valdu at fara júst har.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: At finna eitt ”mentor-par”, sum hava verið gift í nøkur ár. Sum man altíð kann fara at tosa við og fáa hjálp. At tora at fara til tey við tí dagliga og fáa hjálp.
hesi 5 punktirnir eru eisini góð at royna liva eftir:
Seek God
Fight Fair
Have Fun
Stay pure
Never give up 🙂

Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?: nei 😀

Deil hesa grein