Flemming & Vinmenn

Stutt um

Tá brúdleypið skal haldast!

Skal tú hava dansitónleik, ja so er tónleikabólkurin FLEMMING ikki bara tað besta, men eisini tryggasta valið, tú sum fyriskipari kanst taka. Her er talan um toppgóðsku fyri sera sámiligan prís. Oddamaðurin Flemming Petersen hevur 30 ára royndir í alskyns tónleikahøpi og saman við nøkrum av royndastu og fremstu tónleikarunum í Føroyum, so sum Mikkjal Joensen, Magni V Husgaard og Johan Ziskasson, verður svingað alla náttina út í eitt!

FLEMMING kann fáast í fleiri variantum, bæði viðvíkjandi manning og prísi – frá minstu manning sum eru 2, 3, 4 – ella til ta størru loysnina við fullari manning við 5 tónleikarum.

Tónleikurin er SERA dansivinarligur, og er uppá langt yvir 1.000 ymisk løg sum fevna um stutt sagt alt – frá tí svingandi valsinum, country, blues, polka, reggae, disco, cha cha cah, bleytum jazzi, latin, foxtrot, samba, rumba og tango til góðan gamlan rock & roll.

At spæla fyri dansi er nakað vit taka í álvara – Vit kunnu spæla alla náttina uttan steðg!


Placeholder

Avrik


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon22 04 54

Heimasíða www.ophfoto.com

Facebook www.facebook.com/profile.php…

Deil hesa síðu