Svimjihøllin í Gundadali

Stutt um

Svimjihøllin í Gundadali lat upp í 1982.

Í høllini eru fimtan fólk í føstum starvi, meðan átta fólk eru í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd og fyrstuhjálparskeið eina ferð um árið.

Í svimjihøllini eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, ein 25 m langur hylur og ein kavingarhylur við fýra vippum. Eisini er eitt gosbað í svimjihøllini.

Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin. Tó er talið munandi størri um summarið. Um summarið vitja millum 650-800 fólk Svimjihøllina í Gundadali um dagin.

Hvønn fríggjamorgun kl. 08:30 bjóðar Svimjihøllin í Gundadali ókeypis vatnfimleik. Vatnfimleikurin verður gjørdur í 25 m hylinum og er í 20-25 min.
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon(+298) 302072

Heimasíða http://www.svimjihollin.fo

Facebook www.facebook.com/Svimjihollin/

Deil hesa síðu