Selatraðsdepilin

Stutt um

Á Selatraðsdepilinum eru alskyns møguleikar at stuttleika sær. Skalt tú eitt nú skipa fyri einum polterabendi, so er bert at seta seg í samband við okkum.
Á deplinum ber til at spæla paintball, skjóta boga og píl, snorkla, kasta øks og mangt annað. Tit kunnu enda dagin við einum hugnaligum túri í hitapotti okkara.
Eisini kunnu vit skipa fyri mati á degnum og ferðing til Selatraðar.
Skal tað vera hugnaligt, samansjóðandi og ómaksleyst?
Ja, so er at seta seg í samband við okkum til hendan heilt serliga dag! Alt hetta til kappingarførar prísir!


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon+298 31 10 75

Heimasíða www.selatrad.fo

Facebook www.facebook.com/Selatraðsdepili

Deil hesa síðu