Heimablídni hjá Onnu og Óla

Stutt um

Vit borðreiða við dygdargóðum matvørum av okkara garði. Íblásturin kemur frá tí siðbundnu føroysku matgerðini og rákinum við tí norðurlenska køkinum.

Okkara heimablídni bjóðar eina heildauppliving við 5 rættum av føroyskum uppruna, 3 smárættir, ferskt lambskjøt til høvuðsrætt og gott omaná, fyri 975 kr íroknað føroyskar drekkivørur. Smárættirnar velja vit til høvið og eftir árstíðini.

Vit taka ímóti bólkum við í minsta lagi 8 fólkum og upp til umleið 30 fólk. Neyðugt er at bíleggja minst 2 dagar frammanundan.

Til RÌÐ OG ET taka vit bólkar á 8- 14 fólk. Tá verður riðið frá Berghestum í Havn til Velbastaðar til Heimablídni við 5 rættum. Kostnaður er 1575 kr fyri hvønn.

Til størri bólkar á minst 16 fólk bjóða vit borð við ymiskum heimagjørdum rættum av garðinum. Kostnaðurin er 675 kr við einari øl og durasnapsi.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon(+298) 216026

Facebook www.facebook.com/Heimab/

Deil hesa síðu