Mentanarhúsið í Fuglafirði

Stutt um

Í Mentanarhúsinum hava tit møguleika fyri

250 sitandi gestir til matservering
380 sitandi gestir til konsertir o.a.
630 gestir til standitiltøk
Vit hava allar hentleikar til 200 gestir at eta (t.d. tríggjar rættir ella sjálvtøkuborð)
Vit hava drúgvar royndir við mattiltøkum og kunnu vegleiða tær, um neyðugt
Vit kunnu levera mat til øll tiltøk í húsinum og hava fleiri kokkar, vit samstarva við
Vit hava trý ymisk rúm, sum kunnu leigast til ymisk tiltøk. Ein stóran sal, sum er væl egnaður til tónleikatiltøk ella fyrilestrar og ein minni sal, sum er serstakliga væl egnaður til fundir og veitslur. Teir kunnu brúkast hvør sær ella saman, tí veggurin teirra millum kann latast upp ella vera aftur. Annar tekur 140 sitandi við borðum og hin tekur 110 sitandi við borðum. Harumframt hava vit eitt hugnaligt rúm á loftinum, har 40 fólk fáa sitið.
Vit hava gott anlegg til flest øll tiltøk, 2 lørift og 2 sjónvørpur, pall ið kann byggjast til eitthvørt tiltak, rund borð til 250 fólk, fýrkantaði borð til 120 fólk og 400 stólar.


Placeholder

Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon(+298) 238070

Heimasíða www.mh.fo

Facebook www.facebook.com/Menthus/

Deil hesa síðu