Súnadóttir Photography

Eg eiti Silvia Súnadóttir Kristiansen og eg gangi í løtuni á fotoháskúla í Svøríki. Mær hevur altíð dámað væl at taka myndir, og eitt sum mær dámar serliga væl, er at fanga interaktión á løtumyndum.

Tað var ongantíð meiningin at blíva brúdleypsfotografur, men tá eg fyri 4 árum síðani (2015) bleiv spurd um at taka myndir til eitt brúdleyp, so opnaðist ein nýggj verð fyri mær, sum síðani tað er blivin ein størri partur av mínum arbeiði sum fotografur. Niðanfyri síggja tit nakrar brúdleypsmyndir, sum eg havi tikið.

Eg vil lýsa mín myndastíl sum nokkso einklan og reinan, kontrastríkan men alíkavæl við dempaðum farvum og upplyftum skuggum – og sjálvandi har man sær interaktiónina millum fólkini á myndini. Men tað kunnu tit sjálvi meta um við at hyggja uppá myndirnar niðanfyri!


Placeholder

Myndir


Fá samband


Deil hesa síðu