James Kelly Photography

Stutt um

Vit (James og Iris) búgva og starvast til dagligt í Skotlandi, men ferðast regluliga til Føroyar til myndatøkur. Vit taka familjumyndir, brúðarmyndir, djóramyndir o.a.

Myndastílurin hjá okkum er realistiskur, tíðarleysur og vit elska at hava tað stuttligt. Øll brúðeyp eru serstøk. Samanborði við skotsku brúðleypini eru tey føroysku sera avslappaði og sermerkt. Pørini eru yndislig og fitt, veitararnir eru hjálpsamir og familjurnar eru altíð við uppá at hava tað stuttligt.

James hevur arbeitt sum professionellur fotografur í 12 ár og hevur tikið brúðarmyndir í 8 ár. Iris hevur arbeitt saman við honum síðan 2012. Vit átaka okkum at fanga báði tær stóru løturnar og lítlu detaljurnar á brúðardegnum. Vit bjóða ymiskar príspakkar sum passa til tey ymisku brúðleypini. Av tí at vit til dagligt starvast í Skotlandi eru vit sera takksom, tá ið fyrispurningar úr Føroyum koma í góðari tíð. Hetta ger at vit betri kunnu planleggja við tykkara brúðardegi í kalendaranum. Vit koma heldur enn fegin til Føroyar um tað liggur fyri.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon07999120617

Heimasíða jameskellyphotography.com/

Facebook www.facebook.com/jkforoyar

Deil hesa síðu