Prýðislist

Stutt um

Kundi tú hugsað tær at hildið eina brúdleypsveitslu ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Mín lutur er so at skapa okkurt spennandi og øðrvísi prýði.

Havi altíð verið hugtikin av vøkru føroysku náttúruni, og hetta hevur havt við sær, at eg altíð havi spákað mær ein túr út í náttúruna við jøvnum millumbili.

Tað er nógvur ymiskur vøkstur bæði í haga og fjøru og náttúran gevur mær íblástur til mín áhuga innan borðprýði.

Tá tiltøk verða hildin av ymiskum slag, er tað eftir mínum tykki avgerandi fyri hugnan at sita við eitt borð, har nógv er gjørt burtur úr prýðing.

Við ymiskum tilfari, ið eg taki heim við mær úr náttúruni, royni eg soleiðis á henda hátt at seta saman ymisk, alt eftir hvat høvi er. Litir kunnu setast saman á mangar mátar, og fáast at endurspegla hendingar og vekja kenslur í fólki. At megna at skapa slíkar karmar við prýði, tá fólk koma saman, er eftir mínum tykki heilt avgerandi fyri stemningin.

Upphavið til hendan áhuga er m.a. sprottin úr vakra blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum, ið Kolbrún Wardum hevði í nógv ár. Havi gingið nógv inn á gólvið og fingið íblástur og góð ráð við á vegnum frá Kolbrún.

Annars havi eg á mínum ferðum í útlondum sæð nógv vakurt prýði, ið eg eisini havi goymt mær í minninum.


Placeholder

Myndir


Fá samband


Telefon59 22 03

Heimasíða www.prydislist.com/

Facebook www.facebook.com/prydislist

Deil hesa síðu