Orkis

Blómuhandilin Orkis hevur faklærd fólk.
Best er at bíleggja tíð áðrenn, so tit fáa sum mest burturúr.
Vit elska at vegleiða og at koma við hugskotum.
Tá tú byrjar at leggja ætlanir, er gott at vita hetta áðrenn tú kemur á gátt:
•Tema (t.d. romantiskt, rátt, vetur, vár o.s.fr.)
•Litur ella litir – Plaga ofta at vera út frá temanum. (T.d. um man velur romantiskt, so er sart rosa ofta ein góð loysn.)
•Hvat høli og umleið hvussu nógv fólk koma. (Endaliga talið hevur ikki so nógv at siga í byrjanini)
•Budgett. Hvat tit ætla at brúka upp á at prýða hølið, upp á brúðarbukettina o.s.fr.
•Prýði til: vígsluhølið, hølið har brúdleypið verður hildið, bilin, brúðargentur/dreingir, pápar, beiggjar, ja hvussu langt man vil fara.

Um tú veitst, júst hvat tað er, tú vilt hava, og hevur myndir, ið tú kanst forklára útfrá, ert tú vælkomin at taka tær við ella senda okkum tær á Facebook.

Vit hava eisini Føroya breiðasta úrval av vasum, stakum, uppsatsum o.ø., sum tú kanst leiga.

Hjartaliga til lukku við trúlovingini, vit ynskja tykkum alt tað besta!


Placeholder

Myndir


Fá samband


Teldupostur [email protected]

Telefon44 82 89

Heimasíða http://www.orkis.fo/

Facebook www.facebook.com/blomstur

Deil hesa síðu